Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-08, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. juni 2012síða 19

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Fríggjadagur 8. juni 2012 · Nr. 65 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ghetto Føroyar BankNordik stuðlar sendingini Týsdagin 5. juni andaðist Palleba, 92 ára gamal. Jarð­ ar­ferðin verður kunngjørd seinni.... Hetta er tað fyrsta vit hoyra aftaná hvørja einastu tíð­inda­sending í almenna út­varpi­num í Føroyum. Helst er tað eitt eindømi í heimshøpi, at tey farnu dag­liga verða lisin upp í natio­nala útvarpinum. Hetta er eftir mínum tykki ein frálík skipan av tveim­um orsøkum: Vit fáa tað praktiska at vita. Hvar vit skulu hittast til jarð­ ar­ferðina og so fram­veg­ is. Umframt, at vit kunnu minn­ast tey, sum fara higa­ ni, sjálvt um vit ikki ein­ gong kendu tey flestu av teim­um. Soleiðis hevur útvarpið gjørt í nógv ár, og vónandi verð­ur tað eisini soleiðis fram­yvir. Fyri fáum árum síðan varð eisini lisið upp, hvørji skip landaðu, hvat tey fin­ gu fyri fiskin og hvat miðal­ prís­urin av brosmu var júst handan dagin. Eitt sindur longur síð­ an las útvarpið upp, hvar farmaskipini við før­oy­ing­ um umborð vóru, hvørja last tey høvdu og hvar tey nú skuldu fara. Hetta var á sama hátt sum andlátini ein háttur at seta fokus á partar av lívi­ num, sum vórðu mettir at vera týdningarmiklir hjá fólki­num at vita. Í dag er hjá teimum fles­ tu líkamikið at vita, hvønn førning Emma Mærsk hev­ur, og hvat Váða­stein­ ur fekk fyri sínar bros­mur, men eitt evni er, sum bara eina ferð í søguni hev­ur havt so stóran týdning sum nú. Evnið er sjálvandi før­ oyingarnir, sum dagliga strey­ma av landinum. Gamaní. Vit fáa umleið eina ferð um hálvárið at vita, hvussu nógv fólka­ talið er minkað, men um vit á sama hátt sum við and­lát­ unum dagliga fingu at vita, hvør var fluttur av landi­ num og hvussu gomul tey vóru, so hevði tað kanska ávirk­að politisku skipanina eitt sindur, so okkara kosnu tóku trupulleikan í størri álvara. Kanska hevði hetta fing­ ið politisku skipanina at skilt, at lutfalsliga fleiri fólk flyta úr Føroyum nú, enn Mó­ses og allar plágurnar tilsamans megnaðu at flyta úr Egyptalandi. Kanska hevði tað fingið politisku skipan­ina at skilt, at okkurt eit­ur at spara eftir reyv. Og her er tað vit raka and­søgn­ina: Vit fáa dagliga at vita, at Føroyar eru mill­ um londini í Evropa, har tað bú­skaparliga gongur best. Men fólkatalið bara mink­ar. Altso, tað er eitt sind­ur undarligt, at so nógv rýma úr Føroyum, tá hungurs­ neyð, kúgan og kríggj plaga at vera høvuðsorsøkirnar til eina fráflyting av bíbilsk­ um proportiónum. Orsøkin plag­ar so ikki at vera, at tað bú­skaparliga gongur betur enn í grannalondunum. Talan má vera um okkurt slag av vanstýring, tá lond við fantasiliónum í halli flóta við olju og hun­ angi í mun til Føroyar. Fakta sær í hvussu so er í løtuni út til at blíva, at ong­in ella fá vera eftir at bygg­ja lovaða klettalandið upp­aftur, tá tey 7 ringu árini eru farin afturum, með­an skuldarlondini við føroyskari vitan og arbeiðs­ megi drøna avstað, tá tey 7 góðu árini koma. At øll hesi fólkini fara er veru­liga tragiskt. Ikki bara fyri tey avvarðandi, sum sita eftir, men fyri alt tað før­oyska samfelagið. Um tað veruliga hjálpir uppá raðfestingarnar hjá politik­ar­unum, dagliga at siga hvør er farin av landi­ num, veit eg ikki við vissu. Men eg minnist ikki eina ta ein­astu jarðarferð, har eg ikki havi sæð upp til fleiri po­lit­ikar­ar. Føroyska andlátið Ghetto klumman Ghetto Føroyar er nýggja sendingin hjá Rás2, beinleiðis úr Keypmannahavn. Sendingin er frísk, frek og festlig og eru tað Barbara Holm, Eydna Skaale, Rógvi Nybo og Rólant Waag Dam, ið gera hana saman við Búgva Øster og Magna Høgnesen, sum taka sær av tekniska partinum. Á hesum síðum sæst nakað av tí, borðreitt var við í triðju sendingini. »Dáma« Ghetto Føroyar á Facebook, har tú sært myndir, kanst hoyra kjak og aðrar samrøður, umframt føstu tættirnar, sum eru beinleiðis tónleikur, klumman og miðlaprikið. Gestirnir, ið hava vitjað Ghetto Føroyar, hava fyri tað mesta verið ung lesandi, men miku­dagin kom 61 ára gamli Stan­ley Samuelsen framvið og spældi tvey løg. Hann er útiseti og hevur búð í Danmark í mong ár. Men sum so mangir aðrir úti­ set­ar, so er Stanley Samuel­ sen eisini raktur av heim­ longsli. – Eg trívist væl niðri. Tað havi eg altíð gjørt. Men eg havi eisini altíð kent stóran longsul til Føroya, segði Stan­ley Samuelsen, sum av tí sama ferðast javnan í Før­ oy­um, millum tvær og sjey ferð­ir árliga. – Úr Kastrup er tað bara tveir tímar, sum hann flenn­ andi tók til. Stanley hevur nógv jørn í eldinum í løtuni. Fyrst og fremst arbeiðir hann við eini fløgu, har hann hevur lagt løg til yrkingar hjá Janusi Djurhuus. Eitt av hes­um løgum, Kvøldsongur, fram­ førdi hann í Ghetto Føroyar miku­dagin, umframt sangin Køld eygu, ið hann sjálvur hevur skrivað orð og gjørt lag til. Stanley hevur givið út fleiri fløgur og hevur tískil eina rúgvu av løgum at velja í millum. – Men tað var trupult at velja tey løgini, eg skuldi spæla inni í hesum deiliga rúmi­num, segði Stanley smíl­andi og sipaði til, at stov­an hjá Barbaru Holm, har Ghetto Føroyar sendi frá, ivaleyst ikki líktiskt nøkrum van­ligum útvarpsstudio. Í mun til flestu úti­set­ar­ nar, kemur Stanley ikki heim til Føroya í summar. Hann arbeiðir við fløguútgávu, um­framt at hann skal spæla í bæði Íslandi, Litava og Skot­ landi í heyst. Haraftrat fer hann at endurútbúgva seg, sum hann tók til, tá hann fer á gittarworkshop á Kreta. Umbiðin maður Stanley Samuelsen spældi tvey løg í Ghetto Føroyar mikudagin