Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-08, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. juni 2012síða 20

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 8. juni 2012 · Nr. 65 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur Jóannes Hansen Tað er merkisvert, hvussu lítlan leiklut Kappróðrarfelagið NSÍ eigur í FM kappróðrinum, sum í morgin verður á Eystanstevnu. Eystur­ oyingur, Heiðabáturin, Sølmundur, Spógvin, eitt spildurnýtt Tjaldur, sum Sámal Hansen í hesi vikuni hevur lagt síðstu hondina á, og eitt 5-mannafar aftrat, sum hevur itið Tjaldrið, men sum í løtuni er navnaleyst, standa í stóra og væl útgjørda neystinum á Glyvrum. Á Norðoyastevnu var felagið bara umboðað við Tjaldrinum í gentu­róðrinum. Í morgin verður Heiðabáturin eisini við, men einki verður at síggja til Eysturoying, Heiða­bátin, Sølmund og Spógvan. Tað harmast tey í annars róðrarhugaða økinum um, og tey hava ætlanir um, at broyting skal koma í: – Flestu ítróttarfeløg hava skift­ andi ítróttarligan byr. Soleiðis hevur tað eisini verið hjá Kappróðrar­ felagnum NSÍ. Hesi seinastu árini hevur tað verið í lakara lagi, og táið felagið bara var umboðað við einari bátsmanning á Norðoyarstevnu í ár, so er tað á ongan hátt nøktandi í mun til tað ambitiónsstøðið, sum felagið annars hevur, hevur nevnd­ in, sum varð vald á aðalfundi 23. mai staðfest og so verður lagt aftrat: – Nýggja nevndin hevur sett sær fyri at menna ítróttina aftur. Ivasamt er, hvussu langt tað røkk­ ur í ár, men undir øllum um­støðum fer gentumanningin við 5-manna­ farinum og helst Heiða­báturin at rógva tað, sum eftir er av róðrar­ár­ inum, og síðan verður miðað eftir at luttaka við bátsmanningum í øllum bólkum í kappróðrarárinum 2013. Tey á Skálafjørðinum eru longu farin undir fyrireikingarnar at manna Eysturoying næsta ár. Í hesi vikuni eru tey áskoð­arar meðan Klaksvíkingur, Suðuroy­ ingur, Páll Fangi og aðrir bátar venja á Skálafjørðinum. – Vit bjóða teimum góðu um­ støð­urnar í neystinum, meðan tey eru her, og vit ætla næsta ár at geva teimum ein skarpan gang, sigur Tórbjørn Jacobsen, sum er skrivaði í nevndini. Góðar umstøður Í 1998 varð avgerð tikin um, at ítróttar­greinarnar, sum áður høvdu ligið í einum felagsskapi, Nes Sóknar Ítróttarfelag, skuldu taka sundur. Kappróðurin, sum saman við hond­bóltinum var frumítróttin í felagnum, varð skipaður í nýggja felags­skapinum Kappróðrarfelagið NSÍ. Tað hevði verið smáttfallandi við rógving og úrslitum í nøkur ár, men eftir at kappróðurin var komin aftur í eina fasta legu, í egnum felag, fór veruliga at grógva aftur um gang­andi fót. Felagið fór alt fyri eitt undir fyri­reikingina, at byggja nýtt neyst Niðri á Støð á Glyvrum. Longu tíðliga í 2002 var neystið liðugt smíðað og tikið alment í nýtslu. Síðani hevur nógv lív og virki verið kring felagið og felagshølini. Teir eyðkendu gulu bátarnir hava roynst drúgvir hesi árini, og fleiri FM heiti eru komin felagnum til høldar í flestu bátastøddum. Niðara hæddin í neystinum hev­ ur eyðvitað verið brúkt sum neyst, og klárar at hýsa øllum flotanum hjá felagnum. Ovara hæddin varð ta fyrstu tíðina brúkt sum felagshøli, men so hvørt sum kappróðurin í Føroyum varð alt meira inten­siver­ aður, og bátsmanningar høvdu tørv á meiri venjing enn tað sum fekst á kjøli, tók felagið stig til at keypa venj­ingaramboð til manningarnar. Sum fráleið mentist hesin aktivi parturin hjá felagnum soleiðis, at onnur enn róðrarfólk fingu høvi at mýkja sær vøddarnar. Endin varð, at alt felagshølið í erva hesi seinastu árini er brúkt til hetta endamál. Í nýggju nevndini, sum eftir aldu­dal í nøkur ár nú ætlar at fáa futt aftur í felagið, eru Eyðun Petersen, Søldarfirði, formaður. næst­formaður er Bjarki Danielsen, Søldar­firði, skrivari er Tórbjørn Jacobsen, Glyvrum, peningarøkil er Annika Tórbjarnardóttir, Søldar­ firði, og nevndarlimur er Magni Lamhauge, Saltangará. Eykalimir eru Rodmundur Nielsen, Glyvrum og Eiler Lamhauge, Lambareiði. Kappróðurin skal á føtur aftur Kappróður Hesa ferð snýr tað hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ seg um at sleppa væl frá leiklutinum sum vertur, men málið er, at allir bátarnir skulu mannast næsta kappingarár Eystanstevnuróður upptakt Jóannes Hansen Á Norðoyastevnu bar til hjá áskoð­arunum at fylgja róðrinum á stórskíggja og við signalinum frá út­varpinum hjá Kringvarpinum. Teir í Kappróðrarfelagnum NSÍ hava fingið klaksvíkingarnar, sum stóðu fyri hesum átakinum, at koma á Eystanstevnu í morgin, og harvið fer at bera til at fylgja róðrinum á stórskíggja. Skíggin verður settur upp á málinum, sum er innanfyri molan. Higartil hevur tað verið so­ leiðis, at bátarnir hava staðið við bátahylin. Tí hevur verið neyð­ ugt at rógva runt Lynfrost, og har­við hevur sambandið millum róðrar­manningarnar, bátarnar og áskoðar­arnar ikki verið gott. Nú verður hetta broytt. Drátturin er lagdur dygst uttan­ fyri molan, og bátarnir fara í morgin at standa innanfyri havnar­skrivstovuna. Harvið vera bátar, rógvarar og áskoðarar í sama umhvørvi. Tað verður kappast á fýra tein­ um. Barnaróðurin er frá 500 metra málinum, sum er á norðara enda á oljukaini. 6-mannaførini við monn­um og 8-mannaførini rógva frá 1500 metra málinum, sum er á norðara enda á Bakkabrúnni, 10-manna­førini rógva frá 2000 metra málinum, sum er á Langa­ nesi, og hinir bátarnir rógva frá 1000 metra málinum, sum er undir Glyvra bio. Róðrarsambandið og lokala felagið eru liðug við fyri­reik­ingar­ nar. – Tey, sum fáast við kappróður, vita, at talan er um nógvar fyri­reik­ ingar. Fyri okkum hevur tað verið sera kærkomið, at álitismenninir, sum plaga at taka sær av hesum, aftur í ár hava átikið sær hetta uttan nakað sum helst. Her hugsi eg ikki minst um eldsálirnar Eiler Lamhauge, Sunvard Vang og Hans Petur Hansen, sigur skriv­ arin í Kappróðrarfelagnum NSÍ Tórbjørn Jacobsen. Fylgja við á stórskíggja Kappróður Umstøðurnar á róðrarøkinum í Runavík eru betraðar við nýggjum drátti og plássi til bátarnar og við stórskíggja á málinum, so tað ber til at fylgja øllum róðrinum