Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-08, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. juni 2012síða 21

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Fríggjadagur 8. juni 2012 · Nr. 65 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur effo-deildin 11. umfar upptakt Rólant Waag Dam Fyri fjórðu ferð í ár bresta HB og EB/Streymur saman. Higartil hevur talan verið um sera málríkar dystir. Fyrsti landskappingardysturin end­ aði 2-2, síðani komu eina­standandi undir­haldandi semi­final­ur­nar í steypakappingini, har EB/Streymur fyrst vann 4-1 og síðani tapti 5-2. Og við einum heimaliðið, sum buldraði seg aftur á beint við 5-0 stórsigri á KÍ seinasta umfar, er tað lagt upp til eitt brak av einum oddadysti, nú EB/Streymur, ið hevur vunnið seinastu fýra dystir­ nar, vitjar. Fróði Benjaminsen varð send­ ur av vøllinum í dystinum móti KÍ seinasta umfar. Sostatt er mið­ vøllurin hjá HB munandi viknaður. Harumframt skal hava in mente, at ein annar miðvallarleikari, Hallur Hansson, leikti tveir ógvuliga møti­ miklar dystir við U21-lands­lið­num. Tað sama gjørdi verju­leik­arin Rógvi Holm. Øðrvísi er vorðið hjá EB/ Streymi. Teir hava ongan á U21- lands­liðnum, burtursæð frá venj­ aran Heðin Askham, og einki leik­ bann. Liðformaðurin Egil á Bø er skaddur eftir nærdyst við júst Fróða Benjaminsen í seinna steypa­ kapp­ingardystinum móti HB. Hann verður ikki við næstu vikurnar. Við einum sigri kann HB koma ájavnt í stigum við EB/Streym, sum hinvegin kann tvífalda um stiga­ munin niður til HB við einum sigri. HB - EB/Streymur Lars Müller Sunnudagin klokkan 15.00 Brak av oddadysti Fótbóltur Liðformenninir á báðum liðunum sita uttanfyri undan oddabrakinum, har HB, sum er komið aftur á beint, tekur í móti vælsmurdu maskinuni úr Sundalagnum Tað er NSÍ sum hevur undan­ vind, nú klaksvíkingar vitja við Løkin leygarkvøldið. Runa­ víkingar hava vunnið tveir dystir á rað, fyrst sann­før­andi á B36 og síðani í truplu upp­ gerð­ini móti botn­propp­inum FC Suðuroy. Heimaliðið er eisini væl fyri. Helgi L. Petersen er aftur partur av hópinum, eftir at hava sitið uttanfyri vegna skaða. Tað kemur væl við, tí Jens Joensen hevur savnað sær fýra gul kort og er tískil á markinum til at verða leikbannaður. Eisini Jann Martin Mortensen er við aftur, eftir at hava verið burtur í tvær vikur. Sostatt er kapping um plássini og spennandi verður at vita, hvat Kári Reynheim ger við hesar sterku kreft­irnar, sum eru tøkar, men ikki hava verið við teir báðar undan­farnu dystirnar, sum NSÍ hevur vunnið. Hjá KÍ umræður at koma aftur á beint, eftir lúsingin í móti HB seinast. Teir hava allar mans tøkar til hesa upp­ gáv­una. Henry Heinesen var leik­bannaður seinast, men er við aftur nú. Teirra lutur verður at koma aftur á beint í móti heimaliðnum, sum fer eftir triðja sigrinum á rað. NSÍ - KÍ Ransin Djurhuus Leygarkvøldið 18.30 Tað verður á ongan hátt lætt hjá TB, sum hevur allar mans tøkar, nú teir vitja í Fuglafirði. Eftir tapi fyri sundalagsmonnum farna vikuskifti er greitt, at teir hóast góðu gongdina undan­farnu dystirnar, bara eru tvey stig omanfyri niður­ flytingarmarkið. Nú skulu tvøramenn vitja á útivølli fyri fimtu ferð í ár, er tað greitt, at teir enn ikki eru farnir heim aftur við einum sigri í skjáttuni. Hinvegin hava teir bara tapt ein dyst og spælt tríggjar javnleikir. Til dystin leygardagin eru allir leikararnir hjá TB tøkir, so kappingin um plássini er hørð. Øðrvísi er hjá heima­monn­ unum í Fuglafirði. Har er lið­ for­maðurin Bartal Eliasen leik­bann­aður, eftir at hann varð vístur av vøllinum í móti B36. Bartal er ógvuliga um­ ráðandi hjá ÍF, serliga í verju­ partinum, men tá er tað ein uggi, at Clayton Soares tykist vera komin í form og veit hvar málið stendur. Nenad Saric er somuleiðis við at koma fyri seg, eftir at hava verið skaddur. Hann fekk eina góða løtu á vøllinum í móti B36, umframt at kviki Dánjal á Lakjuni fekk 90 minuttir í móti Serbia, tá U21-landsliðið dystaðist miku­ kvøldið. Hesir fara við liðfeløgum sínum at stríðast fyri at halda ÍF í oddinum, meðan TB kýtir seg fyri at leggja sjógv millum seg og liðini skeivu megin markið. ÍF - TB Rúni Gaardbo Sunnudagin klokkan 15.00 Tey bæði einastu árstalsfeløgini í bestu deildini bresta saman sunnudagin. Hjá báðum er tað galdandi, at tað ikki hevur hepnast eins væl og ætlað higartil í ár. Tá tú stríðist í tyngru helvtini av stigatalvuni eru javnleikir lítið verdir. Seinasta leikumfar tveittu bæði leiðslumálið burtur, og lótu mótstøðuliðið javna skamt fyri leiklok. Undan javnleikunum seinastu umfar taptu bæði liðini. Tískil fara bæði liðini eftir sigrinum sunnudagin, so einfalt er tað. Jákup á Borg, Meinhard Joensen og Heini í Skorini vóru allir ivasamir undan seinasta leikumfari, men spældu allir. Sostatt eru allir mans tøkir hjá meistarunum, nú teir aftur vitja í Eysturoynni. Hjá heimaliðnum stendur illa til. Ikki hvat fólki viðvíkur, tí har eru allir mans tøkir, men á stigatalvuni. Fyrst trý tap á rað og síðani ein javnleikur. Á Svangaskarði eru tey av sonnum svang eftir einum sigri, men í móti meistarunum, sum eisini ynskja at reisa seg, verður tað ein trupul uppgáva. B68 - B36 Dagfinn Forná Sunnudagin 15.00 Tíggju dystir og eingin sigur. Tað er avgjørt einki at reypa av, men tað er beiski veruleikin, tey í FC Suðuroy stríðast við í ársins landskapping. Steypakappingardysturin, sum FC Suðuroy vann 2-1 á Víkingi, var tíverri ikki nóg mikið til at bera liðið víðari í steypakappingini – og tíansheldur megnaðu liðið at byggja víðari á góðu taktirnar í lands­ kappingini. Men nú vitjar Víkingur aftur, og um sama uppskrift verður nýtt eins og seinast, so er ársins fyrsti sigur ikki ómøguligur, hóast uppgávan tykist so at siga ógjørlig. Poul N. Poulsen er leikbannaður hjá FC Suðuroy, men annars stendur væl til manningarliga. Øðrvísi er í Víkingi. Teir hava einki leikbann, men fleiri skaðar merkja hópin. Lasse Qvist hevur ikki vant við fullari ferð í vikuni og tað sama er galdandi fyri Bárð Hansen, men tað verður roknað við báðum sunnudagin. Hinvegin er verri við Hanus Jacobsen, sum ikki hevur spælt landskappingarfótbólt í meiri enn ein mánað. Hóast hetta er setningurin hjá Víkingi greiður. Ein sigur er eitt krav. FC Suðuroy - Víkingur Alex Troleis Sunnudagin 14.45 NSÍ hevur undanvind Næstan ógjørlig uppgáva Bæði skulu reisa seg Trupult hjá tvøra­monnum