Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-08, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. juni 2012síða 22

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 8. juni 2012 · Nr. 65 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tórshavnar kommuna Tórshavnar kommuna er høvuðsstaðarkommuna. Í kommununi starvast tilsamans 1400 fólk, harav 130 fólk í sjálvari umsitingini. Vit leggja stóran dent á fakliga menning og trivnað. Arbeiðsumhvørvið er fjølbroytt, og vit hava ein nútímans leiðsluhátt, har starvsfólkamenning er avgerandi. Vit hava ein virknan starvsfólkapolitikk og raðfesta innanhýsis samskifti og samskifti við borgaran høgt. Hetta fyri at tú og borgarin altíð skulu kenna tykkum væl í Tórshavnar kommunu. Les meira um starvsfólkapolitikkin á www.torshavn.fo www.torshavn.fo Tórshavnar kommuna søkir leiðara til Dagstovnin í Løkjatúni á Argjum 40 tímar um vikuna, at byrja 1. august 2012. Stovnurin liggur í vøkrum umhvørvi og stutt er burtur í haga og oman í Sandá og Sandagerði. Góðir møguleikar eru fyri spæli og virksemi annars bæði úti og inni. Stovnurin er skipaður við trimum vøggustovum við 30 børnum og trimum barnagarðsstovum við 18 børnum. Vit bjóða • eitt áhugavert starv í einum nærumhvørvi, har náttúran hevur stóran leiklut í gerandisdegnum og har spælið fyllir nógv • møguleika at seta dám á stovnin • møguleika fyri ráðgeving og eftirútbúgving • tú verður partur av einum netbólki, sum kommunan skipar fyri millum dagstovnaleiðarar Vit vænta at tú • er útbúgvin pedagogur og hevur leiðsluroyndir • kanst arbeiða sjálvstøðugt og taka avgerðir • hevur hugsjónir um virksemi á einum stovni, ið rúmar bæði vøggustovu- og barnagarðsbørnum • hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag, við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrunum og starvsfeløgunum • hevur góð evni at umstilla teg í einum broytiligum umhvørvi • sær møguleikar framum vansar • hevur evni og áræði at ganga nýggjar leiðir • kanst virka í góðum samstarvi við starvsfelagar og foreldur • dugir væl at samskifta, bæði innan- og uttanhýsis • dugir væl at lurta og reflektera • er kveikjandi • hevur teldukunnleika á brúkarastøði • hevur lætt við at orða teg munnliga og skrivliga á føroyskum Setanarviðurskifti Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala arbeiðsgevarafelagið. Umsókn saman við viðmælum, royndum og upplýsingum um útbúgving skal vera Tórshavnar kommunu, Vaglið, postboks 32, 110 Tórshavn í hendi innan mánadagin 25. juni 2012. Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóra, telefon 302010, ella Katrina Peter- sen, deildarleiðara, telefon 302010 ella 214032. Onnur leys størv í Tórshavnar Kommuna – Lesið meira á www.torshavn.fo Pedagogar – Stella Maris vøggustova Umsóknarfreist 18.06.2012 Pedagogur – Frítíðarskúlin hjá Sankta Frans skúla Umsóknarfreist 18.06.2012 Pedagogur – Býlingshúsið Inni á Gøtu Umsóknarfreist 21.05.2012 Leiðari til Dagstovnin í Løkjatúni