Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-08, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. juni 2012síða 38

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 65 · 8. juni 2012 6 VIKUSKIFTI TIPS FRÁ innu inna@sosialurin.fo Nógvir føroyingar seta kósina ímóti Danmark, tá ið ferðast skal um summarið. Tí hava vit hugt eftir tí nýggja, sum er at finna á flatlondum Deiliga Danmark Pingvinir flyta inn í Legoland Í mai lat nýggjasti parturin av Legoland upp – Polar Land! Har búleikast 17 pingvinir og ein rúgva av risastórum rutsjibanum - ein tann størsti í øllum Evropa skal verða har. So lat teg í húgvu og handskar og far ein túr á polarferð. www.legoland.dk Ævigur kærleiki við heingilási Á súkklu- og gongubreytini frá Islands Brygge til Fisketorvet hanga túsundtals heingilás. Brúgvin varð bygd í 2006, og síðani hava romantisk pør í hópatali hongt sítt heingilás har sum eitt tekin um ævigan kærleika. Líknandi er eisini at finna í París. Flótandi hotell Hotell CPHLIVING hevur kastað akker inni í sentrala Keypannahavn. Hotellið er ein sokallaður húsbátur við 12 kømrum og liggur bara 10 minuttir frá Tivoli og Ráðhúsplássinum. www.cphliving.com Súkklu-smoothie Ein nýggj lóg í Danmark ger tað gjørligt hjá smáum fyritøkum at selja frá einari súkklu. Tí ber nú til at keypa til dømis suppu, kaffi ella ein smoothie úti á gøtuni. Den lille havfrue hevur fingið sjeik Síðani 1913 hevur Den Lille Havfrue sitið einsamøll á sínum steini í Keypmannahavn. Nú hevur hon fingið mannligt selskap – í Helsingør. »Han« eitur hann og er eitt listaverk, sum er gjørt í rustfríum stáli og ikki í kopari, sum hon er. »Han« blinkar eina ferð um tíman. Helsingørbúgvar eru stoltir av listaverkinum og vóna at fáa enn fleri ferðafólk til býin.