fríggjadagur 8. juni 2012síða 39
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 65 · 8. juni 2012
7
VIKUSKIFTI
Lá lærarayrkið
altíð í kortunum?
Nei, ætlaði mær at
verða gullsmiður.
Hvussu nógv pliktar eftirnavnið mentanarliga?
Ikki so nógv í mínum huga, men kanska onnur
meta, at eg skuldi mett tað hægri.
Hvørjar eru størstu avbjóðingarnar
hjá einum lítlum bygdarskúla?
At fáa Mentamálaráð og Sernám at skilja,
at avbjóðingarnar í lítlum skúla í ávísum
føri eru størri enn á stórum skúla.
Hví valdi tú Nólsoyar skúla fram
um ein størri skúla í Havn?
Eg havi starvast á Argja skúla og í Eysturskúlanum,
men kom aftur til Nólsoyar at starvast - helst
var tað ein liður í at gerast fyrstilærari.
Hvat er gott við at búgva í Nólsoy?
Friðurin, hugnin og sjálvsagt manskórið.
Hvussu heldur tú teg í form?
Haldi meg frá bommum og royni so at íðkað
tað, ið tíð er til. Vónandi ferð ábyrgdin
sum røktingarmaður at betra formin.
Hvat ger tú í frítíðini?
»Frí?« ...skrivi onkur orð um ferjuna til Nólsoyar.
Dugi alt ov væl at finna mær okkurt at takast við.
Ferðast tú nógv í egnum landi?
Alt ov lítið. Men í summar verður onkur túrur.
Tá tú ferðast uttanlands, er tú til sól
á strondini ella til aktiva feriu?
Hvørki. Sólin er góð, men eg tími ikki at liggja á strond
í fleiri dagar. »Aktiv« og »feria« sampakka ikki í mínum
huga. Best er at slappa av og njóta løtur við familju :-)
Hvat er tín lívrættur?
Mær dámar mestsum allan mat, serliga føroyskan,
men er lívrættur tað eg kundi etið hvønn dag
í árinum, so er svarið: Heimagjørd pizza.
Hvørjum hyggur tú
at í sjónvarpinum?
»Degi og viku«
og »3-2«, og so
slappi eg av um ein
action-filmur er.
Hvør bók liggur á náttborðinum?
»Vitjan...«, ið Anfinnur í Skála hevur skrivað.
Nú skal miðbýurin í Havn
oyðileggjast. Klaksvík veit eg
einki um.
Í Havn skal stórbæra grót
laðingin hjá hegnismonnum
uttan um tignarliga lands
høvdingaborgina brótast niður.
Kortanei. Hann verjir ríkið móti
føroyska frælsisherinum, skuldi
hann eina ferð í framtíðini (tað
er tó neyvan sannlíkt) fingið
fingurin út og farið í hernað í
staðin fyri bara at rópa.
Garðurin skal ikki bara vera
standandi. Píkatráður við streymi
í skal setast oman á hann.
Og hann eigur at fáa navnið
Størstigarður. Havnin uttan
fyri Størstagarð og innan fyri
Stóragarð, sum bara er ein
heilt vanligur bøgarður, sum
havnarfólk fóru afturum at gera
burtur av sær fyrr í tíðini.
Og torir nakar at krevja, at
Múrurin í Kirkjubø skal brótast
niður og brúkast til vegargerð?
Hann ímyndar eisini kúgandi
vald og skuggar fyri sól.
Bilarnir í Havn, sum líka
síðani tann fyrsti kom hava havt
fyrsta rætt til vegirnar, hava
vunnið sær hevd og kunnu tí ikki
bara soleiðis kroystast út úr mið
býnum til frama fyri eina deyða á
og breiðar trappur til nógv fólk at
detta í í senn.
Nei, kortanei, latið miðbýin
sova í friði á sínum vagli, um
girdur av demokratii, bønum og
sálmasangi og øðrum hallelýja.
So heldur ein golfvøll afturat,
minst 18 hol, og ordiligt gras
aftur á Tórsvøll. Og ein 500 metra
hyl.
Eitt torg í Steinatúni. Álvara
tos, Steinatorg í steinrunnum býi
fer at krevja sjey ella átta bilpláss,
tími ikki oman at telja beint nú.
Hvar skulu teir bilarnir so
standa? Á Skálatrøð. Har verður
heldur ikki pláss fyri teimum. Í
Gundadali. So noyðast fólk at
ganga longri enn 10 metrar. Hví
skulu tey so keypa sær bil?
Sterkasta ábendingin um, at
nú gongur betur í Havn, er, at
færri fólk ganga, tí fleiri bilar
verða keyptir. Og bussarnir
eru tómir millum klokkan átta
og fimtan. Vit hava bast enn
einari kreppu við flatskatti og
skattaðum inngjaldi. Ikki banna.
Skilji væl, at landsstýrið vil
hava sín part av eftirlønini alt
fyri eitt. Eftirlønir hjá føroy
ingum eru líka so ótryggir
pengar sum allir aðrir pengar.
Teir kunnu vera horvnir í morgin
sum ein annan leygardag. Og
so fær landskassin einki, tí so er
einki útgjald at skatta. Og tá fær
landsstýrið so sanniliga av at vita,
fakfeløgini sjálvandi á odda sum
vant: hví tryggjaði landsstýrið
ikki okkum skattgjaldarum og
landskassanum okkara og sínar
pengar?
Hví var inngjaldið ikki
skattað? Hví svav landsstýrið í
roknitímanum?
Ikki tí, dugnalig fólk við skili
fyri pengum eru í nevndunum
hjá eftirlønarfeløgunum eins og
í bankunum. Tey duga sítt, men
fáa ikki vart seg fyri pengaetandi
skrímslum uttaneftir. Eingin
kreppa byrjar í Føroyum.
Næstu ferð, virðisløn skal
latast fyri gott føroyskt mál, eigur
fyrsta kvinnan, sum tosar um seg
sjálva og alla aðrar í kvenkyni, at
fáa hana fyri góðan málburð. Fyri
at virða, at føroyskt ikki er eitt
einkynt mál.
Tað ræður um altíð at byrja
við sær sjálvari, ikki sær sjálvum.
Tá Kitty May stillaði upp fyri
Sambandsflokkin til eitt løgtings
val var hon bara á tí listanum
og vendi og endaði dagin eftir á
listanum hjá Fólkaflokkinum.
Tíðindi, stórtíðini, konflikt,
konflikt, so eg gjørdi eina sam
røðu við Kitty May um hetta
overnight skiftið frá einum
liberalum flokki til ein liberalan
flokk.
Tá samrøðan var liðug og
mikrofonin, tíverri, sløkt, segði
hon, at hon fór, tí tað var ikki
pláss fyri tveimum sterkum
kvinnum á sama lista. Soleiðis!
Við slíkum sjálvsáliti hava
vit ikki brúk fyri javnstøðulóg,
javnstøðunevnd, javnstøðugrenj
og demokratia.
Umafturafturum
høgni djurhuus
Móðurmálsviðursløn 2012
Jákup av skarði
lagt til rættis: Leo Poulsen
Vóni ábyrgdin sum
røktingarmaður
betrar formin
Jákup av Skarði er fyrstilærari við Nólsoyar
skúla, men tað var ikki fyrstavalið frá barnsbeini
av. Hann hugsar ikki so nógv um eftirnavnið,
men slappar væl av aftur við einum action-
filmi. Og so er nýstovnaða manskórið ein
partur av hugnanum við at búgva í Nólsoy
Millum garðar