Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-08, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. juni 2012síða 40

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 65 · 8. juni 2012 8 VIKUSKIFTI Ferðing Inna Törnroos inn@sosialurin.fo Hýruvognsførarin gevur okkum taskurnar og peikar upp ímóti hvíta húsinum – tað er har, vit skulu búgva. Meðan vit bíða eftir at sleppa inn á kamarið, sita vit uttandura í svørtu sofunum við hvør sínum glasi av cava! Gentan handan diskin kemur og gevur okkum lykilin og greiður frá, at hetta hotellið var fyri 20 árum síðani kent fyri sínar villu grísaveitslir. Hotellið var slitið, og at gestirnir hoppaðu (!) frá balkongini niður í svimjihylin var ikki óvanligt. Nú er broyting komin í. Hotellið er sum nógv onnur á Mallorca ein partur av einari politiskari ætlan at minka um ferðavinnuna og fáa eitt annað slag av ferðafólki til oynna. 2001 var steðgur settur fyri allari bygging av hotellum, og einasti háttur at fáa hendur á einum hotelli var at keypa eitt gamalt 2-3 stjørnað og byggja um til 4-5 stjørnað. Og tað er júst eitt slíkt hotell, vit skulu búgva á. Tað kann tykjast sum eitt luksus­ problem at hava ov nógv ferðafólk, men 12 milliónir um árið á einari oyggj sum er 3640 m2 (umleið tríggjar ferðir so stór sum Føroyar) er alt ov nógv í longdini. So tí klappaðu øll, tá ið ferðafólktalið minkaði til 10 milliónir, har tað nú hevur ligið í nøkur ár. Niðan í fjøllini Vit avgera at fara inn í gamla býar­ partin í Palma at eta fyrsta kvøldið. Mat­stovurnar liggja á rað eftir tí trongu gøt­uni, og vit velja Ribello – eitt frálíkt val skuldi tað vísa seg at vera. Matstovuánarin tipsar okkum um at fara ein túr niðan í mallorkinsku fjøllini dagin eftir. Vit leiga ein lítlan Fiat og seta stavn ímóti kunstnarabýnum Deija. Vegir­nir eru smalir og krókutir, so tað ber ikki til at koyra skjótt – men tað vilja vit ei heldur, eftirsum útsýnið er so fan­tast­ iska vakurt. Deija er ein lítil býur, har mill­um annað Frederic Chopin búði part av sínum lívi, og nú eru tað Hollywood­ stjørnur sum Michael Douglas, Annie Lennox og Claudia Shiffer, sum hava hús í Deija. Vit síggja ongan av teimum, men nógv annað vakurt, tá vit spáka runt. Grísaveitsir, slitin hotell og druk. Soleiðis síggja nógv miðalhavsoynna Mallorca. Men tað er eitt annað Mallorca, sum Vikuskifti vitjaði í mai 2012 Mallorca betri enn umdømið Flúgv til Barcelona og tak ferjuna til Mallorca Nú Atlantsflog er farið at flúgva til Barcelona um summarið liggur væl fyri at vera nakrar dagar í Barcelona og nakrar í Mallorca. Fleiri reiðarí sigla ímillum, og túrurin tekur seks tímar og kostar umleið 400 krónur. Ferjuterminalarnir liggja væl fyri, og tað er bara at spáka frá Las Ramblas til terminalin, um hugurin er til tess. Reiðaríini, sum sigla hesar túrar, eita Baleària og Acciona. Bóka á www.directferries.com. Portixol er eitt av teimum mongu hotellunum sum er umbygt. Nu hevur hotellið svenskar anarir