fríggjadagur 8. juni 2012síða 41
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 65 · 8. juni 2012
9
VIKUSKIFTI
Um ein skal búgva í Deija, er tað
hotellið La Recidencia, sum er mest
»posh« – tað er maðurin handan Virgin
Records og Virgin Atlantic – Richard
Branson, sum eigur.
Triðja dagin vit eru í Mallorca eru
vit rættuliga siðbundin ferðafólk. Vit
liggja á strondini, shoppa og náa eitt
sindur av sightseeing.
Palma er sum ein lítil stórbýur við
øllum tí, ein vil finna í einum rættum
stórbýi. Kendasta bygnaðarverkið er
katedralurin frá 1300-talinum. Fleiri
kendir listamenn hava bygt partar av
katedralinum, millum annað Antoni
Gaudí.
Sponsku keturnar Zara, Mango og
Desigual eru sjálvandi at finna í Palma.
Prísirnir eru eitt sindur lægri enn í
Danmark, men ikki so lágir sum ein
vildi haft teir at verið.
Allastaðni í býnum eru nógvar
kaffistovur, har ein kann hvíla beinini
aftaná ein shoppingtúr.
Vit keypa hvør sín kjóla, ein frá
Desigual og ein frá Mango. Tann triða
keypur eitt vakurt hálsband inni hjá
Zara.
Passaliga heitt
Í maj, tá vit vitja Mallorca, eru tað um
leið 25 hitastig. Rættuliga deiligt, um
ein vil liggja á strondini, men eitt sind
ur ov kalt at svimja, eftirsum havið bert
er eini 18-20 stig.
Besta tíðin at vitja Mallorca er um
summarið, men í juli-august kann tað
gerast rættuliga heitt við upp ímóti 35
hitastigum.
Tað ljóðar kanska sum at Mallorca
er vorðið eitt sindur snobbut – og jú eitt
sindur fleiri snobbar eru nokk at finna
her nú enn fyri 20 árum síðani. Men
vil ein heldur hoyra plask í svimjihylin
enn proppin frá einari sjampagnufløsku
eru økini Palma Nova og Magaluf enn
charterstøð.
Vit takka fyri okkum eftir tríggjar
dagar og flúgva heim sólbrendar og við
nýggjari orku.
Fakta
Mallorca
Innbúgvar: 862.000
Tíðarmunur: Ein tími (sum í Danmark)
Mál: Spanskt og katalanskt
Stødd: 3640 m2
Palma Nova strondin liggur beint uttanfyri
Palma, og er välvitja ein sunnudag i mai
Nogvar matstovur eru at finna i teimum Trongu
götunum i gamla byarpartinum i palma
Katedralurin i Palma er
avbera flottur og söguligur