fríggjadagur 8. juni 2012síða 42
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 65 · 8. juni 2012
10
VIKUSKIFTI
Søga
Árni Joensen
arni@sosialurin.fo
Vietnam, tann 8. juni 1972. Óttin,
ræðslan og pínan eru týðilig á andlit
inum á børnunum á myndini. Men eitt
andlit er meiri hjartanemandi enn hini.
Tann unga gentan rennur oman eftir
høvuðsvegnum frá bygdini Trang Bang
í Suðurvietnam. Hon er nakin, og húðin
er við at bráðna uttan av kroppinum
orsakað av napalm-bumbum, sum eru
sleptar oman yvir bygdina, sum hon og
familjan hava fjalt seg í teir seinastu
dagarnar.
Napalm er ein brandbumba. Inni
haldið er sum gelé. Tað brennur í nógv
um hita, ræðuliga leingi og er torført
at sløkkja.
Tann 9 ára gamla Kim Phuc hevur
so ilt, at hon varnast ikki teir útlendsku
myndamenninar, sum standa longri
niðri á vegnum. Hon leggur ikki merki
til tann unga AP-myndamannin Nick
Ut, sum tekur eina mynd av henni í
hesari ræðuligu løtuni, sum skelkaði
allan heimin dagarnar aftaná.
Beint aftaná at Ut hevði tikið
myndina, svímaði gentan, meðan hon
skríggjaði »so heitt, so heitt«.
– Eg græt, tá eg sá hana koma renn
andi, segði AP-myndamaðurin í einari
samrøðu seinni. Sjálvur hevði hann mist
beiggja sín, sum arbeiddi fyri ta somu
tíðindastovuna í Vietnamkrígnum.
– Hevði eg ikki hjálpt henni, og hon
hevði doyð, hevði eg tikið lívið av mær,
segði Nick Ut í samrøðuni.
Tann 21 ára gamli myndamaðurin tók
gentuna við sær til eitt sjúkrahús nær
hendis Trang Bang, men starvsfólkini
har vildu ikki hjálpa henni. Men tá Ut
tók sítt amerikanska pressukort fram
og kravdi, at tey skuldu hjálpa gentuni,
játtaðu tey. Hetta var eitt lítið sjúkra
hús, og gentan varð seinni flutt á ein
størri sjúkrahús, ið var tað einasta har
á leiðini, sum hevði útgerð til at hjálpa
henni.
Trupul ár
Tað næsta árið mátti Kim Phuc ígjøgn
um eina sera pínufulla viðgerð fyri øll
brunasárini av napalminum. Men tey
sálarligu arrini vóru nógv djúpri enn
tey likamligu. Í einari samrøðu seinni
greiddi hon frá, at hon hevði havt sera
ilt við at góðtaka øll arrini, sum fjaldu
næstan triðingin av kroppinum.
– Eg eri ljót og ikki normal longur,
hugsaði hon.
Eftir óteljandi húðflytingar og
skurðviðgerðir slapp Kim Phuc endiliga
av sjúkrahúsinum. Tá hevði Nick Ut
longu vunnið Pulitzer-heiðurslønina
fyri myndina av henni. Sjálv vildi hon
bara sleppa til hús, so hon aftur kundi
liva sum eitt barn.
Men tann gleðin bleiv stokkut. Tær
norðurvietnamisku herdeildirnar og
Vietcong løgdu alt Suðurvietnam undir
seg, og í apríl í 1975 endaði kríggið.
Viðgerðin bleiv dýr, og harafturat bleiv
tað torført hjá Kim Phuc at fáa fatur á
tablettunum, sum hon mátti fáa hvønn
dag ímóti høvuðpínu og pínu í kropp
inum.
Tey næstu árini stríddist hon við at
røkka dreyminum um at gerast lækni.
Til endans eydnaðist tað henni at sleppa
at lesa læknavísindi, men dreymurin
gjørdist stuttur, tí teir kommunistisku
leiðararnir komu eftir, at teir kundu fáa
ágóða av myndini av napalm-gentuni.
Hon mátti gevast við lestrinum og bleiv
Í dag eru 40 ár, síðani myndamaðurin Nick Ut stóð á vegnum uttan fyri
vietnamesisku bygdina Trang Bang og eygleiddi nøkur ræðslusligin
børn, sum komu rennandi ímóti honum, meðan tey skríggjaðu av
pínu. Hann tók eina mynd av tí, sum hann sá, og teir næstu dagarnar
fór myndin um allan heimin sum ímyndin av teirri líðingini, sum
Vietnamkríggið kostaði fólkinum har. Myndin var viðvirkandi til, at
fólk vendu sær ímóti krígnum og kravdu, at tað fekk ein enda
40 ár síðani
napalmgentan
skelkaði heimin
Myndin, sum Nick Ut tók á vegnum við Trang Bang, skelkaði heimin
og fekk fólk at krevja, at kríggið í Vietnam skuldi enda
Amerikanararnir brúktu nógvar napalmbumbur í
Vietnamkrígnum. Her brestur ein nærhendis Da Nang
mynd: Nick Ut AP/Polfoto
mynd: Polfoto