Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-08, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. juni 2012síða 43

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 65 · 8. juni 2012 11 VIKUSKIFTI mynd: polfoto nú ístaðin brúkt sum propagandadukka hjá myndugleikunum. Teir skipaðu fyri, at útlendsk tíðindafólk sluppu at tosa við Kim Phuc, men hon slapp bara at siga tað, sum teir vildu hava hana at siga. – Eg vildi sleppa at flýggja frá hasari myndini. Sum barn bleiv eg brend av napalm og gjørdist krígsoffur, men í upp­vøkstrinum bleiv eg eitt annað offur, hevur Kim Phuc sagt. Nýtt lív Ein dagin hoyrdi vietnamesiski for­ sætis­ráðharrin søguna um lagnuna hjá Kim Phuc, og hann gjørdi av at lata ta ungu kvinnuna sleppa til Kuba at halda fram við at lesa til lækna. Men hon kendi seg framvegis ikki frælsa. Hon vildi ikki aftur til heimlandið, og hon vildi sleppa burtur frá myndini, sum fylgdi henni, sama hvar hon var, og hvagar hon fór. Meðan hon var í Kuba, hitti hon mann­in, sum gjørdi hana heimskenda, og sum bjargaði lívi hennara. Nick Ut kom at vitja, men eisini her hildu myndug­leikarnir eygað við henni, so hon tordi ikki at biðja hann hjálpa sær at flýggja Men stutt eftir fekk hon møgu­ leikan. Í 1992 møtti Phuc einum vietna­ mesiskum manni, sum eisini var komin til Kuba. Tey gjørdu av at giftast, og á brúdleypsferðini fóru tey til Moskva. Á vegnum heimaftur millumlendi flog­ farið í Toronto í Kanada at taka brenni­ evni. Men Phuc og maðurin vóru ikki í flogfarinum, tá tað fór til Kuba. Ístaðin fyri søktu tey um politiskt friðskjól í Kanada. Endiliga var hon leys. Kim Phuc setti seg í samband við Nick Ut og greiddi honum frá tí, sum var hent. Hann eggjaði henni til at siga øll­um heiminum frá tí, sum henni hevði verið fyri. Men hon vildi ikki hava meiri við myndamenn ella tíðindafólk at gera. Hon vildi bara hava frið og liva eitt vanligt lív. Men tað vísti seg ikki at vera so lætt. Fjølmiðlarnir komu skjótt eftir, at tann eina ferð so kenda gentan hevði búsett seg á Toronto-leiðini, men hon valdi at taka málið í egnar hendur, og í 1999 kom bókin um søgu hennara. Í dag er Kim Phuc 49 ára gomul. Hon er ST-sendiharri fyri krígsoffur og kann tí hyggja at myndini av sær sjálvari og skilja, hví hon skelkaði so mong. – Tey flestu hava hoyrt um myndina av mær, men tað eru tey fáu, sum vita um lív mítt, sigur hon við norska kring­ varpið. Kelda: NRK Amerikanskir tíðindamenn og suðurvietnamesiskir hermenn práta við Kim Phuc. Legg merki til brunasárini á rygginum á gentuni Kim Phuc og Nick Ut Kim Phuc hevði arr um næstan triðingin av kroppinum av napalminum. Her vísir hon arrini á vinstra armi mynd: Nick Ut AP/Polfoto mynd: Polfoto