fríggjadagur 8. juni 2012síða 46
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 65 · 8. juni 2012
14
VIKUSKIFTI
Bakgrund
Janus á Ryggi
post@sosialurin.fo
»Eitt 10 tal! :-) «, »Túsund takk fyri
allar heilsanir, tað fløvar :-) «, »Huff,
hendan samgongan...«, »nýtt jobb!« og
ein ørgrynna av 'mær dámar' og við
merkingum.
Menniskjan er í síni essens eitt
floksdjór, hvørs hægsta endamál eru
sambondini við onnur menniskju. Hesa
grundleggjandi sosialu drívmegina
hevur netverkið hjá Mark Zuckerberg
frammum alt annað duga at kapitalisera
uppá. Og tað er ikki hissini framburður,
sosiala netverkið hevur sæð: Frá at vera
eitt lítið lokalt netverk fyri lesandi
á Harvard í 2004, til 901 milliónir
brúkarar í 2012, slakar tríggjar ferðir
fólkatalið í USA. Atgongdin til at sam
skifta við so nógvar brúkarar gevur
Mark Zuckerberg eina serstøðu, sum
nógvir statsleiðarar bert kunnu droyma
um. Ambitiónin hjá Zuckerberg er
av bonapartskum slagi; einki minni
enn allir alnótsbrúkarar í heiminum.
Og nú facebook eisini er á skrásett á
virðisbrævamarknaðinum, við einum
virði uppá ikki minni enn slakar 104
milliardir dollarar (fyri eina heima
síðu? hugsar onkur), er ambitiónin at
útbyggja og varðveita serstøðuna á
marknaðinum í allar ævir. Næsta málið
er ovurhondsstóri kinesiski markn
aðurin, har Facebook enn er forboðið.
Men Mark Zuckerberg er farin at læra
seg kinesiskt, og tað gevur helst nakrar
ábendingar.
Facebook hevur longu tryggjað sær
eitt slag av persónligum sálarfrøðiligum
monopoli: Ert tú ikki á sosiala netverk
inum, kanst tú ikki vera vísur í at verða
boðin við til spennandi og týðandi
sosial tiltøk, umframt at alsamt fleiri
nýta netverkið sum grundleggjandi
samskiftisplatform frammum sms-
boð og teldupostar; skalt tryggja egna
luttøku mást tú vera á netverkinum.
Facebook spælir uppá grundleggjandi
menniskjanliga tørvin á at vera partur
av sosiala felagskapinum. Tað kostar at
vera uttanfyri. Tí er eisini sera trupult
hjá øðrum sosialum netverkum á
alnótini at kappast við Mark Zuckerbeg.
Alnótsrisin Google gjørdi eina roynd
við sosiala netverkinum Google+, men
lítið spurdist burturúr, og hóast Google+
tøkniliga stendur seg væl í kappingini,
verður trupult at kappast. Orsøkin man
vera, at facebook brúkarar hava brúkt
nógva tíð og orku uppá at netverka, og
at gerast »vinir« við alskyns hugsandi
gamlar vinir og kenningar, tey gera tí
treyðugt hetta arbeiði umaftur. Síðan
tryggjar sína serstøðu á marknaðinum
við, at brúkarin sjálvur hevur lagt ovur
hondsstóra persónliga orku í hana.
Harumframt telist Facebook millum
tær síður, fólk brúka tað mesta av síni
online tíð uppá, til stóra ørkymlan hjá
nógvum arbeiðsgevarum, tí hvat kann
vera meiri týðandi enn at røkja síni
sosialu sambond?
Sálarfrøðin vitjar cyberspace
Stephen G. Hoffman og Ashwini
Nadkarni, frá Boston University í USA,
ið hava granskað í sálarfrøðiligu drív
megini handan facebook nýtslu, komu
í 2011 til tvær høvuðsniðurstøður um,
hví fólk vera so drigin at sosiala net
verkinum: Í fyrstu atløgu er talan um
ein sterkan menniskjanligan tørv á at
hoyra til og í øðrum lagi ein grundleggj
andi tørv á, at føra seg sjálvan fram.
Niðurstøðan hjá teimum tekur útgangs
støði í eini ørgrynnu av kanningum og
litteraturi á økinum. Tørvurin á at hoyra
til er tætt knýttur at grundleggjandi
menniskjanligum aspektum, eitt nú
sjálvsvirðing og sjálvsáliti. Hesir tørvir
vera bert uppfyltir í sambondum við
onnur, og sosialir miðlar á netinum
bjóða seg fram at nøkta hesar tørvir.
Men hetta er ikki øll frágreiðingin.
Facebook nýtsla fer langt útum at røkja
tøtt sosial sambond. Summi hava oman
fyri 1000 vinir og onnur væl meiri enn
Við sínum 900 milliónum brúkarum er 28 ára gamli Facebook stovnarin, Mark
Zuckerberg, vorðin máttmiklari enn nógvir av heimsins statsleiðarum. Høg
sum lág hava í dag tørv á at vera partur av sosiala netverkinum hjá unga
amerikumanninum. Men hvat goymir seg handan sosiala alnóts fyribrigdi?
Tí ert tú
á facebook