Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-08, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 8. juni 2012síða 47

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 65 · 8. juni 2012 15 VIKUSKIFTI tað. Tørvurin á at føra seg sjálvan fram, at gerast sjónligur í einum sosialum konteksti er eins grundleggjandi menn­ iskjanligur, sum tørvurin at hoyra til er. Men royndirnar at føra seg sjálvan fram hava aloftast ikki til endamáls at tekna nakra rættvísandi mynd av sær sjálvum fyri sínum »vinum«. Granskarar vísa á, at tað oftast snýr seg um at siga eina ávísa søgu um seg sjálvan. Eina sonevnda ideella søgu um, hvør ein er, ella fegin vildi verið. Hetta er frágreiðingin uppá, at nógv eru rættu­liga selektiv í mun til, hvat fyri søgur, tíðindir og myndir tey leggja út. Talan er eina støðuga samleikaskapan; sam­leikar sum fólk kanska fegin vildu havt í veruliga lívinum, men sum tey hava torført við at liva upp til uttanfyri sosiala miðilin. T.d. leggja fólk stóran dent á at greiða frá ella vísa hendingar, ið geva ábendingar um at tey hava eitt serliga spennandi ella hendingaríkt lív. Hesar niðurstøður kunnu helst ljóða eitt sindur fordømandi, men tvørturímóti staðfesta tær heldur, at talan er um grundleggjandi menniskjanligar tørvir, ið so ella so eru partar av okkum øllum. Semja er eisini um, at øll ikki eru eins stýrd av sjálvprofilseringsdrívmegini, summi nýta facebook í nógv størri mun í trá við fyrru drívmegina; at hoyra til og varðveita sosial sambond. Nógv verður eisini kjakast um vans­ arnar við facebook ovurnýtslu, og róð verður frammundir, at lívið í cyberspace elvir til at fólk missa førleikarnar varð­ veita tøtt sosial í veruliga lívinum. Face­book gevur fólki møguleika at varðveita sosial bond, men á einum rættu­liga yvirfladiskum støði. Her er talan um gamla spurningin, hvat kom fyrst, hønan ella eggi; brúka fólk sína tíð á face­book tí tey eru sosialt afturhaldin, ella gerast tey afturhaldin orsaka av sosialu miðlunum. Semja er tó um, at hóast tøknin gerast alsamt meiri háfløgd, og skapar bæði avmarkingar og møgu­leikar, so eru tað framvegis ur­gomlu menniskjanligu tørvirnir ið liggjan handan nýtsluna av tøknini. Vitan um brúkaran gevur vald Men sosialir miðlar eru ein snild upp­ finning. Umframt at nøkta nakrar grund­leggjandi tørvir, gevur brúkarin eigar­anum nøkur sterk vápn. Brúkarin leverar ókeypis tilfar, tíðindir og myndir, og miðilin heystar ágóðarnar við ein­um trúgvum brúkaraskara og lýs­arum. Tey flestu hugsa neyvan stór­ vegis um henda partin. Tó hava 59% av brúkarunum á facebook ikki álit á privat­ásetingunum á síðuni, vísir ein kanning hjá amerikanska CNBC. Face­book veit meiri um sínar brúk­ arar, enn flestir statir í heiminum gera um sínar egnu borgarar. Og eingin ivi er um, at brúkarar geva síðuni nógvar per­són­ligar upplýsingar, sum gera síðuna serliga máttmikla. Brúkarar sýna síðuni væl størri álit enn enn flestum offline myndugleikum, uttan at gera sær stórvegis hugsanir um møguliga misnýtslu. Í kritikkinum verður lagt upp til, at nú netverkið er skrásett á børsinum, í størri mun fær tørv á at gera sær dælt teirri stóru vitan, tað hevur um brúkaran fyri at rættvísgera sítt fíggjarliga virði á virðis­bræv­amarknaðinum. Vitanin um brúk­aran er sjálvt livibreyði hjá síð­uni. Fleiri óttast, at tí at sosiala net­verkið nú í størri og størri mun er knýtt til eksternar síður, harvið eisini kann savna sær enn størri vitan um, hvar aðrastaðni brúkarin ferðast og í størri mun málrætta lýsingar enn betri, um­framt áhaldandi vitan um, hvar mobilir brúkarar fysiskt eru staddir til ein­hvørja tíð. Men ikki alt er sum tað sær út. Face­book gevur eisini brúkarunum ein valds­miklan samskiftis platform, ið styrkir samskiftisførleikarnar hjá brúkar­anum. Sosialu miðlarnir hava bjóð­að siðbundnu miðlunum av. Politikarar kunnu samskifta beinleiðis til sín veljara­skara uttanum filtrið hjá sið­bundnu miðlunum og í størri mun seta egnan dám á samskifti. Eygleiðarar halda, at sosialu miðl­ar­ nir, og serstakliga facebook kunnu spæla ein týðandi leiklut fyri, hvør vinnur amerikanska forsetavalið í november fyri fyrstu ferð. Barack Obama og hans­ara fólk hava sett ein heilan hóp av tøkni­frøðiligum serfrøðingum til at savna dáta um møguligar veljarar, eitt nú av face­book. Høvuðsheimasíðan hjá Barack Obama eggjar viðhaldsfólki til at logga á við facebook, harvið fær síðan atgongd til persónligar upplýsingar og vinar­netverkið hjá viðhaldsfólkunum. Í Føroyum síggja vit eisini at politikarar í nógv størri mun dagliga leggja sín boð­skap út á facebook, eisini tá val ikki er. Hetta tykist vera normurin. Og tað er helst bert ein spurningur um tíð, áðrenn teir flestu eru á sosiala netverk­ inum hjá 28 ára Zuckerberg. Løgið at hugsa sær, at ein heimasíða, ið hevur høvuðssæti í Kalifornia í USA, kann fáa beinleiðis ávirkan á føroyskan politikk og valstríð. Face­book spælir uppá grundleggjandi menniskjanliga tørvin á at vera partur av sosiala felagskapinum. Tað kostar at vera uttanfyri. Tí er eisini sera trupult hjá øðrum sosialum netverkum á alnótini at kappast við Mark Zuckerbeg Sjónarhorn Menniskjan er í síni essens eitt floksdjór, hvørs hægsta endamál eru sambondini við onnur menniskju. Hesa grundleggjandi sosialu drívmegina hevur netverkið hjá Mark Zuckerberg frammum alt annað duga at kapitalisera uppá. Facebook hevur longu tryggja sær eitt slag av persónligum sálarfrøðiligum monopoli: Ert tú ikki á sosiala netverkinum, kanst tú ikki vera vísur í, at verða boðin við til spennandi og týðandi sosial tiltøk, umframt at alsamt fleiri nýta netverkið sum grundleggjandi samskiftisplatform frammum smsir og teldupost; skalt tryggja egna luttøku mást tú vera á netverkinum.