fríggjadagur 8. juni 2012síða 48
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
baksíðan...
Spæla hazard við pengunum
Hazard skrivað undir við Chelsea
Portal.fo
Ikki partur av rokningini?
Hevur tú ørindi á apotekinum uttan fyri
vanliga avgreiðslutíð, skalt tú rinda eitt
eykagjald, sum verður lagt oman á rokningina
Kringvarpið
Hvussu við restina av skúlatíðini?
Soleiðis koma børnini trygt
ígjøgnum síðsta skúladag
Sosialurin
Tað kann bara ganga væl!
Johan Dahl vil knýta Føroyar í íslendingar
Sosialurin
Hvør vil hava hinar?
Dugnaligur timburmaður søkist
Starvslýsing
Í ranga
strúpan
lagt til rættis: Eyðun Klakstein
Harðligur róður
Norðlýsið leggur nógv fyri í yvirskrift nú um dagarnar. Miðilin viðger kappróðurin á
norðoyastevnu, har eini klaksvíksbáturin ikki fekk luttikið, eftir at báturin fekk skaða, og
dómararnir ikki bíðaðu við at seta róðurin í gongd. Yvirskriftin leggur upp til, at Fípan
Fagra var í knúsi, men tað sæst so ikki aftur á myndini.
Grønur skíggi
Í dag byrjar EM í fótbólti, sum hesaferð verður spælt í
Pólandi og Ukraina. Fyrsti dysturin er millum vertirnar
Póland og Grikkaland, og seinni í kvøld spæla Russland og
Kekkia. Kappingin heldur fram til 1.j, tá ið finalan verður
spæld í Kiev.
Country
í Sørvági
Hetta vikuskiftið er Country- og
Bluesfestivalur í Sørvági. Henning
Stærk, Hallur Joensen, Evi, Tinganest og
fleiri fara at syngja og spæla í Sørvági
fríggjadagin og leygardagin.
Gospel
í Runavík
Sunnukvøldið kl. 20.00 verður
gospelkonsert í Løkshøll í Runavík. Magni
Christiasen, Kristina Bærendsen og
Zamar luttaka á konsertini.Eystanstevna
er hetta vikuskiftið, og konsertin er
partur av stevnuni.
Men hví vit í 2012
skulu halda ein serstakan
dag, har vit heiðra okkara
egna ófrælsi sum tjóð,
má nærkast heimsmeti
í undirbrotligheit.
Høgni Hoydal, løgtingsmaður,
um grundlógardagin
Nei álvara!
Fór eg? Fór eg?
Fór eg?
Songkvinnan Rihanna í øðini,
tá ið journalistur á Esquire spyr,
hví hon fór aftur til sjeikin Chris Brown,
sum bukaði hana. Løtu seinni rýmdi
hon frá samrøðuni