Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-11, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. juni 2012síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 11. juni 2012 · Nr. 66 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Randi Jacobsen Tað verður javnan sagt, at mannligir pedagogar skulu ansa sær serliga væl fyri at verða lagdir undir kynsliga mis­nýtslu av børnum. Abbar hoyrast ofta siga, at teir tora næstan ikki at taka eitt abba­ barn upp í fangið av ótta fyri tí sama. Um ein 33 ára gamal mað­ ur, sum var í Føroya rætti fríggjadagin, fær viðhald, hava menn veruliga allar grund­ir til at vera á varðhaldi, ar­beiða teir við børnum. Tann nú 33 ára gamli mað­ urin arbeiddi fyri meira enn 10 árum síðan í einum frí­ tíðarskúla í Havn. Ein starvsfelagi fekk ta fatan, at maðurin sýndi løgn­ an atburð yvir fyri børn-un­ um, vendi sær til leiðaran, sum segði tann nú 33 ára gamla mannin upp. Eingin grundgeving varð givin honum. Hann ánaði ikki óráð og spurdi, um hann ikki kundi halda fram í arbeiðinum ólønt, men tað var nei. Á svartalista Maðurin hevði stóran áhuga í at arbeiða við børn­um, søkti størv á barna­ans­ingar­stovn­ um og einum skúla, men fekk einki starv. Aftan á tað bjóðaði hann seg fram privat at ansa børn­ um privat, fara i frí­skúla eftir teimum, fara á rennibreytina, í svimjihøllina og annað. Hetta gjørdi hann leingi. Hann hevði frætt frá eitt nú foreldrum, at slatur gekk um, at hann gjørdi seg inn á børn, og í mai í fjør hendi nak­að, sum tók beinini und­ an honum. Ein lærari í frískúlanum, tann sami sum fór til leiðaran fleiri ár frammanundan og fekk tann nú 33 ára gamla mannin uppsagdan, fór í ein skúla eftir børnunum, sum skuldu í frískúla tann dagin. Hann á frítíðarskúlanum og ein lærari komu at práta um ein drong, sum hendan dagin græt illa, og hann á frí­tíðarskúlanum nevndi tá, at hann hevði ikki álit á mann­inum, sum plagdi at koma í frítíðarskúlan eftir hes­um sama dronginum. Hann fortaldi, at tann mað­ ur­in hevði arbeitt í frítíð­ar­ skúlanum, men var upp­sagd­ ur, tí tey hildu hann gera seg inn á børn. Boðaði frá Lærarin helt seg ikki kunna hava hesa vitan fyri seg sjálv­an, boðaði skúla­stjór­an­ um og heilsusystrini frá, og boð­ini fóru víðari til barna­ verndartænastuna. Særdur Barnaverndartænastan kom til ta niðurstøðu, at har var einki at fara eftir. Hetta var í fjør. Tann nú 33 ára gamli mað­ urin var so særdur av øll­um hesum, at hann fór til sak­før­ ara, og hann stevndi hon­um í fríðarskúlanum fyri æru­ meiðing. Sakførarin hjá manninum hevur leitað og grópað alla­ staðni eftir onkrum tilfari, sum kundi prógva, at okkurt var í pástandunum um, at hann hevur gjørt seg inn á børn. Men einki tilfar var at finna. Í rættinum greiddi sak­ før­arin hjá manninum frá, hvussu ilt tað hevur gjørt mann­inum at verða lagdur undir at gera seg inn á børn. Sjálvt um orðið pedofili ikki var nevnt, hevur hugtakið at gera seg inn á børn bæði yvir- og undirtónar av pedofili. Hann hevur livað við hes­ um slatrinum í meira enn 10 ár, segði hon. Maðurin hevur verið noydd­ur at leita sær hjálp hjá sálarfrøðingi, tí skuld­ set­ingarnar fóru so illa við hon­um. Bæði hann í frítíðar­skúl­ an­um og lærarin, sum fór víð­ari við upplýsingunum, vórðu avhoyrdir í rættinum. Hvørgin fekst at siga ná­ greiniliga, hvat sagt var um atburðin hjá tí 33 ára gamla manninum. Tosað var bara um løgnan atburð. Maðurin sjálvur segði í rættinum, at hann ongantíð hevði verið nærgangandi móti børnum. Hann var bara góður við børn og vildi gera væl. Hansara egnu ringu roynd­ir gjørdu, at hann fegin vildi hjálpa øðrum, segði hann. Tað er ein álvarslig ákæra, og tað er meira, enn eitt menn­iskja kann liva við. Líka síð­an eg varð uppsagdur á frítíðarskúlanum, havi eg upp­livað tað sum at hava eitt skelti á rygginum við áskrift­ini: Ansa eftir mær, eg eri pedo­filur, segði maðurin. Bæði sakførarin hjá tí 33 ára gamla manninum og tann hjá honum á frí­tíð­ar­ skúlanum vóru samd­ir í, at hann á frí­tíðar­skúl­an­um áttu at havt meldað mál­ið bein­anvegin til barna­vernd­ ar­tænustuna, tí øll, sum ar­beiða við børnum, hava herda frá­boðanar­skyldu. Varð tað gjørt beinanvegin, var maðurin sloppin undan at skula liva við slatrinum. Barnaverndarlógin er til bæði fyri at verja børn og fyri at verja tey, sum skuld­ sett verða fyri ágang móti børnum. Tann 33 ára gamli maðurin krevur 50.000 krónur í end­ urgjaldi fyri ærumeiðing, og at skuldsetingarnar móti hon­um verða dømdar deyðar at vera. Dómur fellur í juli. Bukkaður undir av skuld­ setingum um pedofili Ein maður í Havn krevur ein annan mann dømdan fyri ærumeiðing, tí hesin tó stig til, at hin varð uppsagdur fyri fleiri árum síðan. Hann fekk onga grundgeving fyri uppsøgnini, men í meira enn 10 ár hevur hann livað við slatri um, at hann gjørdi seg inn á børn. Prógvini eru eingi Randi Jacobsen Í gomlu politistøðini í Havn var so galið við blámusoppi, at starvsfólk gjørdust rætti­ liga sjúk. Har var ikki at gera enn at flyta út. Politiið flutti inn í leigað høli Yviri við Strond. Hølini vóru nýliga sett í stand, og onkur høli vóru umbygd beint áðrenn. Men nú er aftur galið. Tað er so. Onkur starvs­ fólk fingu trupulleikar, og við teim­um roynd­um vit høvdu frá poli­ti­støð­ini, varð ein kanning gjørd. Henda kanning gev­ur eina ábend­ ing um, at blámu­soppa­ spor­ar eru her, sigur Hall­dis Poul­sen, skriv-stovu­leið­ari. Hon sigur, at tey taka tað í stórum álvara, at umhvørvið hjá starvsfólkunum skal vera gott. Nú verða víðari kanning­ ar gjørdar. Trupulleikarnir eru ikki so stórir, at talan verður um at steingja høli av ella at flyta eina ferð enn, sigur Halldis Poulsen. Undir ongum um­støð­ um flytur politiið aft­ ur í politistøðina í Jón­as Broncks­gøtu. Tað húsið eigur Slots- og Ejen­doms­ styrel­sen, sum enn ikki hevur tikið støðu til, hvør lagnan skal vera hjá húsin­ um. Politistøðin aftur fongd við blámusoppi Politiið í Havn noyddist at flyta í leigað høli orsakað av blámusoppi, og nú er blámusoppur eisini staðfestur í teimum hølunum Maðurin varð sagdur úr starvi, tí tey hildu, at hann gjørdi seg inn á børn. Har vóru eingi prógv, og eingin fráboðan fór til barnaverndartænastuna. Seinni hevur Barnaverndartænastan reinsað mannin