mánadagur 11. juni 2012síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 11. juni 2012 · Nr. 66
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Leo Poulsen
Tað er Horsens Folkeblad,
sum ber tíðindini um, at Jan
Allan Müller, fyrrverandi
stjóri í Injector Trawldoors,
keypti konkursbúgvið fyri
6 milliónir krónur, og seldi
ein triðing víðari til eitt
norskt felag fyri 35 milliónir
krónur.
– Tað var nú ikki bara eg,
ið skoraði kassan, men eisini
teir, sum vóru saman við
mær. Vit mæltu jú staðiliga
ímóti at koyra felagið á heys
in, tí virðið í felagnum var
jú heilt greitt har, sigur Jan
Allan Müller.
Felagið hevði nógv størri
virði, enn tað varð sagt at
hava, og serliga meira, enn
bústjórin segði.
– Og tað er prógvað nú
aftan á, at vit hava selt ein
triðing av virðinum fyri tær
upplýstu
35
milliónirnar,
sigur Jan Allan Müller.
Rættarmálið, sum í hes
um døgum koyrir móti vág
binginum, hevur tó eihnki
beinleiðis við søluna at gera.
– Nei, ikki beinleiðis. Sjálv
andi ganga nøkur nøvn aftur
sum vitnir, og tað eru somu
nøvn, sum vóru minniluta
eigarar í Injector Trawldoors.
Umframt tað er eisini eitt
føroyskt virki inni í myndini,
sigur Jan Allan Müller.
Vánaligt arbeiði
Verjin hjá Jan Allan Müller,
Peter Secher Schmidt, segði í
rættinum, at løgreglan hevði
eftirkannað málið ómetaliga
lítið, og hevur latið kurator í
búnum, Johan Ladegaard, um
at útvega prógv í málinum.
– Arbeiðið, sum løgreglan
hevur gjørt, er at vera blivin
fóðrað av bústjóranum. Og
áðrenn felagið fór av knór
anum vóru ætlanir um, at
onkur skuldi havaq fatur á
felagnum. Tað eydnaðist so
tíbetur ikki, sigur Jan Allan
Müller.
Hann heldur tað tó vera
ilt at siga, um sakarmálið er
ein hevnisøka ella ikki.
– Tað er trupult at siga
nakað um tað, men okkurt
býr aftan fyri, rokni eg við,
sigur Jan Allan Müller.
Málið hevur alla tíðina
verið lýst sum ein stjóri og
ein bókhaldari, sum eru
ákærdir, men tað er ikki heilt
rætt.
– Eg skal so upplýsa, at
talan ikki er um ein bók
haldara, men um ein logi
stikkmann. Eg veit ikki hví
tað framhaldandi er referer
að til ein bókhaldara, men
tað sigur nógv um arbeiðið
hjá løgregluni, at teir ikki
vita, hvør ið hvør er, sigur Jan
Allan Müller.
Hann sigur, at hann sjálv
andi hevur noktað seg sekan
í ákærunum.
Hálvt ár eyka
Málið var ætlað at vara til
22. juni, men dómarin hevur
útsett málið.
– Við tað, at vit hava lagt
dokumentatión fram hesar
fyrstu dagarnar í rættinum,
sum í veruleikanum vísir,
at eg eri ósekur í fleiri av
ákærunum. Tí hevur dóm
arin gjørt av, at málið koyrir
hesar dagarnar í juni, men
síðani verður málið útsett
í umleið eitt hálvt ár. Hetta
fyri at geva okkum tíð at
finna fram nýggj prógv og
nýggj vitnir, men helst eisini
fyri at geva løgregluni tíð at
kanna málið nærri, sigur Jan
Allan Müller.
Peter Secher Schmidt hev
ur ein lista við 20 nøvnum,
sum kunnu gerast potientiell
vitnir.
– Tað verða sjálvandi ikki
øll 20 vitnini kallað inn, men
tey, sum eru relevant fyri
sakina verða so innkallað,
sigur Jan Allan Müller.
Hann kennir seg rættiliga
vísan í, at tá dómur fellur,
verður hann fríkendur.
– Ja, tað rokni eg við. Eg
rokni heldur ikki við, at eg
hevði fingið møguleika at
keypt konkursbúgvið saman
við øðrum, um eg ikki hevði
eitt skilagott samband við
bankan, ið stóð aftan fyri
Injector Trawldoors, sigur
Jan Allan Müller.
Hann vísir á, at eingin
skilti, hví bústjórin bleiv við
at pástanda, at eingi virðir
vóru í felagnum, tá tað var
prógvað, at virðini vóru har.
Stór virðir
– Einasta orsøkin til, at eg fekk
keypt búgvið var, at eg fekk
eina avtalu í lag við Sydbank,
sum frysti bústjóran niður í
eitt tíðarskeið upp á tveir
mánaðar, soleiðis at eg og
Sydbank kundu fáa frið at
arbeiða. Soleiðis kundu vit
fáa frið at selja tey aktivir,
sum vóru í felagnum, sigur
Jan Allan Müller.
Bústjórin upplýsti ongan
tíð fyri nøkrum, heldur ikki
kreditorunum, at tað lá ein
sáttmáli við eitt amerikanskt/
franskt oljufelag í felagnum
til eitt virði av 80-90 milliónir
krónur.
– Hinvegin arbeiddi bú
stjórin við einum tali heilt
niður á 1,7 milliónir krónur,
sum bert er ein triðingur av
tí, sum eg keypti búgvið fyri,
sigur Jan Allan Müller.
Skoraði 29 milliónir
eftir fáum døgum
TROTABÚGV Jan Allan Müller
stendur í hesum døgum í rættinum
í Horsens, ákærdur fyri at hava
svikað fyri smáar 8 milliónir
krónur. Hann keypti búgvið eftir
Injector Trawldoors fyri seks
milliónir og seldi ein triðing
víðari fyri 35 milliónir krónur
Jan Allan Müller roknar heilt
víst við, at verða fríkendur, tá
málið verður tikið upp til dóm
Bygningur okkara á Dvørgastígi 7
verður hervið lýstur til leigu ella sølu.
Bygningurin er í tveimum hæddum
hvør upp á 300 m2. Sera vælegnaður
til skrivstovu og lættari framleiðslu.
Fleiri myndir á www.hestoy.fo
Nærri upplýsingar á
hestoy@hestoy.fo
ella telefon 59 45 55.