mánadagur 11. juni 2012síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 11. juni 2012 · Nr. 66
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
- Hetta verður eitt stórt fram
stig fyri føroyskar sjúklingar,
sum noyðast til Keypmanna
havnar at fáa viðgerð.
Tað staðfestir Karsten
Hansen, landsstýrismaður í
heilsumálum.
Í eina tíð hevur verið
arbeitt við at útvega føroysk
um sjúklingum, sum noyð
ast til Danmarkar, eitt betri
hotell fyri Hotell Tórshavn í
Tåsingegade, har umstøður
nar ikki eru nakað serligar.
Í hesum sambandi varð
avgjørt í fjør at leiga ein
nýggjan bygning í Venøgade
og at gera hann til sjkúk
lingahotell.
Og
nú
er
komið
so
langt við teirri ætlanini, at
Landsstýrið yvirtók bygn
ingin tann 1. juni og í hesum
døgum verður arbeitt við
at flyta virksemið av gamla
hotellinum yvir í tað nýggja
hotellið.
Og í næstu viku verða
sjúklingarnir
fluttir
yvir
í nýggja hotellið, siga tey
av Hotell Tórshavn í Keyp
mannahavn.
Stórt framstig
Av tí, at talan er um eitt nýtt
hús, hava føroyskir myndug
leikar verið við til at innrætta
tað og talan er tískil um eitt
hús, sum er serliga innrætta
til sjúklingahotelli.
- Ein stórur fyrimunur
er, at í nýggja hotellinum
eru vit einsamøll um allan
bygningin. Í sjúklingahotelli
num, vit nú hava, leiga vit
bara ein part av einum húsi,
tí tað eru fleiri onnur, sum
húsast har eisini, siga tey av
hotellinum.
Ein vansi við tí er, at lyft
irnar eru mangan upptikin
av øðrum virksemi, tá ið
sjúklingarnir skulu brúka
tað.
Tað er komið fyri, at lyft
irnar eru upptiknar í tímavís
og tað hevur eisini verið
trupulleikar av ófriði um
næturnar.
Í nýggja hotellinum eru
eisini rúm til at halda andakt
í og rúm til ymiskt ítriv, sum
alt verður tikið í nýtslu so
hvørt.
- Í nýggja hotellinum eru
eisini
frálíkar
umstøður
uttandura, tí sjúklingarnir
hava bæði altanar og útigólv
og stórur urtagarður, sum
er felags við grønlendska
sjúklingahotellið, sum liggur
beint yvirav.
60
kømur
Í
nýggja
føroyska
sjúklingahotellinum í
Keypmannahavn, sum
letur upp í næstu viku,
eru 60 kømur.
Í nýggja hotellinum
eru 16 einmanskømur
og fimm lítlar íbúðir,
har heil húski kunnu
búleikast, tá ið um
støðurnar tala fyri tí.
Hini 39 kømrini eru
so tveymanskømur.
Sostatt
er
pláss
94 fólkum á nýggja
hotellinum, umframt
teimum húskjum, sum
gista í teimum fimm
íbúðunum.
Hervið
er
hetta
nýggja hotellið væl
størri enn hotell Tórs
havn, sum nú er, tí har
er bara pláss fyri 70
fólkum.
Nýggja hotellið ligg
ur áleið líka langt frá
Ríkissjúkrahúsinum,
sum hotellið, vit nú
hava.
Í beinari linju er
nýggja
hotellið
eitt
sindur longri burtur,
men ferðasambandið
við bussi er betri.
Stórt framstig fyri
føroyskar sjúklingar
SJÚKLINGAHOTELL Nú er klárt at flyta føroyskir sjúklingar í Keypmannahavn í nýggja
sjúklingahotellið, har umstøðurnar eru nógv betri enn í Hotell Tórshavn, sum nú er
Nýggja Hotell Tórshavn
Soleiðis sær nýggja Hotell Tórshavn út. Hotellið er bygningurin ovast vinstrumegin. Í bygninginum á horninum eru íbúður og handil. Bygningurin
høgrumegin, sum gongur í vinkul, er nýggja grønlendska sjúklingahotellið. Ímillum bygningarnar er stórt útigólv og grasvøllur
Í hesum døgum verð
ur arbeitt við at flyta
virksemið av gamla
hotellinum yvir í tað
nýggja
15 ár
Nýggja Hotell Tórshavn
er leigað í 15 ár, men
landsstýrið hevur rætt til
at leingja leigumálið.
Í hesum sambandi hev
ur landsstýrið vigað fyri og
ímóti at leiga ella at keypa.
Landsstýrið sigur, at
fyrimunurin við at keypa
húsið hevði verið, at sum
frálíður fara útreiðslur av
at hýsa sjúklingahotelli
num at lækka, samstundis
um at ognin mest sannlíkt
hevði vaksið í virði.
Bygningurin
verður
bygdur sum ein íbúð
arbygningur og kann tí
innrættast til hetta enda
málið í framtíðini, uttan at
alt skal takast niður.
Tað átti tí at verið
rímiliga góðir møguleik
ar fyri at selt bygningin,
tá tørvur ikki er á honum
longur.
Vansarnir eru, at ein
størri upphædd skal setast
av á fíggjarlógini nú, helst
einar 100 milliónir krónur.
Aftan á hevur landið
ábyrgdina av at reka bygn
ingin við øllum tí, sum har
við fylgir.
Grønlendingar
hava
havt teirra sjúklingaheim
í Brøndshøj, men teir hava
selt hendan bygningin og
vilja heldur leiga ístaðin
tí tað gevur teimum størri
rásarrúm.
Hetta sama er helst
galdandi fyri okkum, sigur
landsstýrið.
Verður
tørvurin
ein
annar um 10 - 15 ár, ber til
at flyta og finna ein annan
betur hóskandi bygning.