Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-11, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. juni 2012síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 11. juni 2012 · Nr. 66 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Tað er byggivirkið Norð­set­ ur í Hvalvík, sum hevur bygt samkomuhúsið hjá Jehovas Vitn­um í Trongisvági. Hús­ ini eru bygd eftir somu tekn­ing, sum húsini, ið Norð­setur áður hevur bygt til somu samkomu í Saltangar­á.

 Helgi Olsen, stjóri og eig­ ari av Norðsetur, sigur, at húsini í Trongisvági eru 270 fer­metr­ar í einum plani.

 - Vit hava bygt húsini og gjørt alt liðugt uttan. Síðan inn­rættar samkoman húsini sjálv, og vit hava eisini lever­ að tilfar til innrætting, sigur Helgi Olsen.

 Fyrimyndarligt Stjórin í Norðsetur sigur, at sam­starvið við samkomuna um bygging, bæði í Saltangará ­og í Trongisvági, hev­ur verið fyrimyndarligt. - Vit eru 21 fólk í byggi­ fyri­tøkuni, og vit hava fleiri sethús í gerð kring um landið, tey flestu í høvuðs­ staðnum, sigur Helgi Olsen. Samkomuhús í Trongisvági Vilmund Jacobsen Manningarfeløgini, Før­oya Skip­ara-og Navigatør­felag, Maski­n­meistara­felag­ið og Før­oya Fiski­man­na­felag, vísa nú á, at lógin um makrel­ fiski­skap fyri 2012, ið nevnir hýru­sátt­mála, broyt­ir ikki rætt­ar­støðu­na mill­um mann­ing­a­r­feløgini og rei­ð­ ar­ar. - Tí kunnu fiskimenn einans mynstra eftir sátt­ mála­num, sum er gald­andi á føroyska ar­beiðs­mark­naði­ num nú. Um reiðari kemur við ólógligum sáttmála, eig­ur manningin at vísa til mann­ ing­ar­feløgini. Lagt verður aftrat, at um reiðari, sum hevur sáttmála við manningarfeløgini, ikki held­ur sáttmálan, verður hann stevndur fyri Fasta Gerðar­rættin. Faklig tiltøk - Um reiðari sigur seg ikki vera fevndan av nøkrum sátt­mála og harvið roynir at slep­pa undan sáttmálanum, verða faklig tiltøk sett í verk. Feløgini leggja aftrat, at tey fáa stuðul frá fakfeløgum á landi, so alt virksemi hjá við­kom­andi reiðara, sum ikki heldur sáttmálan, verður rakt, bæði á landi og sjógvi. Eyðstein Djurhuus, Páll Hansen og Jan Højgaard, sum vegna manningarfeløgini nú hótta við tiltøkum, um sáttmálabrot verða framd Myndir: Vilmund Jacobsen Fara at revsa sáttmálabrot - Vit fáa stuðul frá fakfeløgum á landi, um sáttmálabrot verða framd. Tað merkir, at alt virksemi hjá reiðara, sum ikki heldur sáttmálan, verður rakt, bæði á landi og sjógvi, siga feløgini Jehovas Vitni nýtt samkomuhús Í Trongisvági stendur nýggjur bygningur reistur, sum er nýtt samkomuhús til Jehovas Vitni Vilmund Jacobsen Kappingarneytar eru ikki altíð bara kappingarneytar, men í fleiri førum eisini sam­ starvs­partar. Í einum lítlum samfelag er umráðandi, at samstarvað verð­ur tvørtur um fyritøkur, tá stór og krevjandi arbeiði skulu gerast. Um einki sam­ starv er, er skjótt, at allir part­ ar gerast fátækari, tí kapp­ ingin úr útheiminum er stór. Hetta er ikki minst galdandi innan skipavinnuna og so­ leiðis umbyggingar av skip­ um. Fleiri dømir eru um, at smiðjur, elveitarar, hydrau­ lik­veit­arar – ja heilar skipa­ smiðj­ur ella bedingar – sam­ starva um slík arbeiði. Klaksvík og Vágur Eitt fekst dømi um slíkt sam­ starv sæst, nú ís­fiska­trolar­ ar­nir, Vesturleiki og Brest­ir, verða umbygdir til frystiskip. Fleiri partar eru við í hesum arbeiði, har Klaks­víkar Sleipistøð eigur arbeiðs­tøku­ na. Um dagarnar, tá Sosial­ urin vitjaði í Vági, stóð Vestur­leiki uppi á Vágs Skipa­smiðju, har skipið eitt nú verður botnreinsað og mál­að. Á bryggjuni stóðu ikki færri enn tveir bilar hjá Klaks­víkar Sleipistøð, og í práti við menn hjá Vágs Skipa­smiðju og Klaksvíkar Sleip­i­støð skiltu vit, at sam­ starv­ið millum partarnar er fyri­mynda­rligt. Nógvir veitarar Vesturleiki og Brestir eru ov stór skip at taka upp á Klaksvíkar Sleipistøð, og tí verður tann partur av arbeiðnum gjørdur í Vági. Men tað eru nógv fleiri veit­ ar­ar til hesar um­bygg­ing­ar, sum Sosialurin fer at venda aftur til. Her eru bæði veitarar til verk­smiðju, frysting, el og aðrar ábøtur og nýgerðir, sum Vesturleiki og Brestir nú fáa, áðrenn skipini eru klár at loysa sum frystiskip. Vesturleiki og Brestir fara at frysta umborð Ísfiskatrolararnir, Vesturleiki og Brestir, verða nú umbygdir soleiðis, at teir kunnu frysta veiðina umborð. Arbeiðstøkan er eitt samstarv millum fleiri partar, sum Klaksvíkar Sleipistøð stendur fyri Umbyggingin av Vesturleika og Bresti til frystiskip er eitt gott dømi um fyrimyndarligt samstarv millum fleiri partar Mynd: Vilmund Jacobsen