Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-11, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. juni 2012síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 11. juni 2012 · Nr. 66 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið euro 2012 Bólkur C Dystirnir verða spældir: Gdans og Poznan, Pólland Bólkur D Dystirnir verða spældir: Donetsk og Kiev, Ukraina Spania og itala spældu ein áhugaverdan javnleik í fyrsta dystinum í bólki C. Italia spæla eina 3-5-2 skipan við tí fyri eyga at steðga flótandi spanska spælinum á miðvøllinum hjá teimum. Spania hevði hinvegin ongan framherja á vøllinum. Tað ljóðar eitt sindur løgið fyri eitt so framrættað lið sum Spania, men ætlanin var at teir framrættaðu miðvallarnir skuldu upp á skift traðka til sum framherjar. Italia kom á odda aftaná ein tíma, tá nýliga innskifti Antonio Di Natale legði bóltin í handara síðunet. Fram til tá hevði gingið illa við framrættaða spælinum hjá Spania, men við eitt bar til. David Silva og Cesc Fabregas spældu væl saman og so kundi Cesc Fabregas javna fyri spaniólar. Javnleikurin kemur ikki sum nakar skelkur og bæði liðini munnu verða áleið nøgt fyri annað stigið. Favorittarnir úr Spania taptu millum annað fyrsta dystin í HM endaspælinum í 2010, so hetta er eitt av teimum økinum har tað enn ber til hjá evropa- og heimsmeistaraunum at betra seg. Kroatar søktu írar Kroatia var omaná allan dystin og vann 3-1 á einum írskum liðið, ið ikki megn­aði at bíta frá sær. Longu aftaná tríggjar minuttir koma Kroatia á odda. Írland javnaði eitt korter seinni, men rundan um hálvleikin skoraðu kroatar tvær ferðir og dysturin var avgjørdur. Kroatia vísti gott spæl og teir eru enn við í stríðnum um at koma víðari. Teir liggja nummar eitt, men hava nú tveir dystir móti ávíkavist Italia og Spania. Írland hevur ongan møguleika at koma víðari um dysturin í gjár er nakað at ganga eftir. Dysturin í tølum: Spælbýti: 57% - 43% Skot á mál 9 -6 Skot viðsíðuna av 9 - 4 Hornaspørk 7 - 2 Gjørd fríspørk 12 - 19 Gul kort 3 -4 Reyðkort 0 - 0 Dómari: Viktor Kassai (Ungarn) Spania: 4-3-3 Casillas – Arbeloa, Pique, Ramos, Alba Alonso, Busquets, Xavi – Iniesta, Fabregas (74. Torres) Silva (64. Navas) Italia: 3-5-2 Buffon – Chiellini, De Rossi, Bonucci – Giaccherini, Marchisio, Pirlo, Motta (90. Nocerino) Maggio – Balotelli (56. Di Natale) Cassano (65. Giovinco) Dómari: Bjorn Kuipers (Holland) Írland: Given – O'Shea, St. Ledger, Dunne, Ward, McGeady, Whelan, Andrews, Duff, Doyle, Keane. Á bonkinum: Westwood, Kelly, McShane, Walters, Gibson, Hunt, O'Dea, Long, Cox, Green, McClean, Forde. Kroatia: Pletikosa – Srna, Corluka, Schildenfeld, Strinic, Vukojevic, Rakitic, Modric, Perisic, Mandzukic, Jelavic. Á bonkinum: Kelava, Simunic, Buljat, Pranjic, Badelj, Vrsaljko, Dujmovic, Kalinic, Kranjcar, Vida, Eduardo, Subasic. Spania - Italia 1-1 (0-0) 0-1: Antonio Di Natale, 61. 1-1: Cesc Fàbregas, 64. Írland - Kroatia 1-3(1-2) 0-1 Mario Mandzukic, 3 1-1 Sean St. Ledger, 19 1-2 Nikica Jelavic, 43 1-3 Mario Mandzukic, 48 »Írska landsliðið er tað einasta í EM endaspælinum, sum ongan leikara hevur í heimligu kappingini.« Infostrada Sports 1 Kroatien 1 3-1 3 2 Italien 1 1-1 1 3 Spanien 1 1-1 1 4 Irland 1 1-3 0 Støðan: Í dag verða so fyrstu dystirnir í bólki D. Fyrstir á vøllin eru Ongland og Frakland, sum eru størstu fótbóltstjóðirnar í bólkinum. Men hvørki av teimum hava staðið seg væl í teimum seinnu endaspølinum. Ongland verður mett at hava tað veikasta landsliðið í nógv ár. Og ta Ongland hevur ikki hevur staðið seg væl seinnu árini, so er ikki gott at vita hvussu teir fara at klára seg hesa ferð. Frakland hevur ikki tapti í yvir 20 dystir og tykist verða í einum góðum stima og kenslurnar sundan um franska landsliðið eru positivar. Seinni dysturin verður millum Ukraina og Svøríki. Ukraina er onnur av vertstjóðinum og hevur tí heimavøll. Hetta hevur fyrr hava avgerandi týdning og spurningurin er nú um tað er nokk til at koppa uppgerðina til teirra fyrimun. Svøríki hevur eitt gott lið í ár og hevur avgjørt ein møguleika fyri at koma víðari. Tað er tó treyta av, at teir koma væl frá byrjan. Tapur Svøríki í kvøld, so verður ringt, men eitt stig, ella ein endurtøka av danska úrslitinum, so sær ikki so gali út hjá Zlatan Ibrahimovic og hansara monnum. 1 England 0 0-0 0 2 Frankrig 0 0-0 0 3 Sverige 0 0-0 0 4 Ukraine 0 0-0 0 Støðan: