mánadagur 11. juni 2012síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 11. juni 2012 · Nr. 66
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
eystanstevnuróðurin
Tað gongur við rúkandi ferð í
kappróðrinum hjá klaksvíkingum.
Bæði monnunum og kvinnunum.
Í heimasjógvi á Norðoyastevnu
vunnu bæði Páll Fangi við kvinnum
og Klaksvíkingur, og á Skálafjørði
num í fínum róðrarlíkindunum
varð tað sligið rimmarfast, at tað
skal rættuliga nógv til hjá kapp
ingarneytunum hjá Páll Fanga og
Klaksvíkingi, um tað skal eydnast
at gera nakað við favorittarnar.
Tað optimala hjá teimum, sum
manna 10-mannaførini, er at rógva
2000 metrar. Á Norðoyastevnu
var teinurin 1500 metrar. Leygar
dagin kappaðust flaggskipini á
longsta teininum, og leygardagin,
tá ið Sundalagsstevna verður í
Kollafirði, verður aftur kappast á
2000 metrum.
Eftir dramatikkin í fyrstu FM
kappingini var spurningurin, um
Suðuroyingur og Vestmenningur
fóru at megna at gera nakað við
Klaksvíking, nú teinurin var 500
metrar longri.
Tað megnaðu Vestmenningur og
Suðuroyingur ikki – als ikki!
Klaksvíkingur
sprakk
av
stað, og hann var fremstur allan
tann
langa
teinin.
Fjarstøðan
aftur til fyrst Suðuroying og
seinni Vestmenning longdist. Í
endaspurtinum dróg hvíti báturin
við reyðu stokkunum og bláu
rondini frá kappingarneytunum,
og á málinum var fjarstøðan aftur
til Vestmenning fimm sekund og
aftur til Suðuroying meiri enn seks
sekund ella tvær bátslongdir.
Í fyrsta róðrinum var fjarstøðan
aftur til bæði Suðuroying og
Vestmenning minni enn eitt sekund
ella bara skuturin og kanska minni
enn so.
Metini
Merkisvert var tað, at Klaksvíking
ur á Skálafjørðinum leygardagin
róði 2000 metra teinin á Eystan
stevnu skjótari, enn nakar annar
bátur nakrantíð áður hevur megn
að tað.
Lítla landnyrðingslotið og góða
róðrarveðrið bóru sjálvsagt fínar
fyritreytir við sær. Hetta tekur tó
einki frá tí veruleikanum, at Klaks
vkingur tykist betri útborin og
trimmaður í ár, enn hann var í fjør,
tá ið hann vann allar róðrarnar!
Mettíðin
leygardagin
var
8.53.07. Gamla metið av Langa
nesi og út undir molan í Runavík
átti Skálabáturin. Í 1976 vann
Skálabáturin á Skálafjørðinum í
tíðini 8.53.30. Hetta var annars í
glæsiligu FM røðini hjá Havnar
bátinum, sum var meistari øll árini
1973-1979.
Triði bestu vinnaratíðina á
Eystanstevnu
eigur
Eysturoy
ingur, sum fyri tveimum árum
síðani vann í tíðini 9.02.11, og sum á
Ólavsøku tryggjaði sær FM heitið.
Hóast
Klaksvíkingur
var
meistari í fjør við fullum stigatali,
so eigur 10-mannafarið hjá Klaks
víkar Róðrarfelag ikki so glæsilig
hagtøl at vísa á. Báturin hevur áður
vunnið FM í 2006, 2009 og í fjør.
Tað er ongantíð komið fyri áður, at
klaksvíkingar hava vunnið níggju
róðrar á rað. Tað hava teir nú, og
harvið settu teir leygardagin enn
eitt met!
Hesa ferð tók Vestmenningur
Suðuroyingin, sum annars var
næstfremstur fyrsta partin av
teininum. Á Norðoyastevnu var
munurin frá Havnarbátinum á
fjórða plássi og fram til vinnara
tíðina næstan tólv sekund. Leygar
dagin var hesin munurin meiri enn
fjúrtan sekund.
Næstan met hjá Páll Fanga
Á Norðoyastevnu var tað óvæntað,
at kvinnurnar á Páll Fanga skuldu
vinna so sannførandi sigur. Tá vóru
tær úr Klaksvík knappliga nígg
ju sekund frammanfyri Hvessing.
Leygardagin var Páll Fanga sigurin
aftur sannførandi, um enn hann
ikki var so greiður, sum hann var
á Norðoyastevnu. Hesa ferð var
vinnaratíðin næstan seks sekund
betri enn tíðin hjá Hvessingi.
Bara eina ferð áður hevur
vinnaratíðin hjá 6-mannafari við
kvinnum verið betri, enn vinnara
tíðin hjá Páll Fanga kvinnunum var
leygardagin.
Hesa ferð var tíðin hjá Páll
Fanga 5.04.18. Fyri seks árum
síðani var vinnaratíðin væl betri
enn so. Í 2006 var vinnaratíðin hjá
Riddaranum úr Miðvági 4.54.20 ella
9.23 sekund betri enn tíðin hjá Páll
Fanga leygardagin!
Hesa
ferð
vann
Hvessing
ur enn eina ferð kappingina um
næstfremsta plássið við Rádna.
Úrslitini í tveimum teimum fyrstu
róðrunum benda á, at tað er størri
sannlíki fyri kapping um næst
fremsta plássið, enn tað er um,
at Páll Fangi skal missa fremsta
plássið, men nú fæst at síggja, tá ið
tað leygardagin aftur verður lagt til
brots.
Kappróður komin
á kortið í Klaksvík
Bæði í kappingini millum 10-mannaførini og kvinnurnar í 6-mannaførum vunnu klaksvíkingar
sannførandi sigrar við mettíð hjá monnunum og næstan mettíð hjá kvinnunum