Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-11, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. juni 2012síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 11. juni 2012 · Nr. 66 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið eystanstevnuróðurin Tað er ikki tann undanvindurin hjá Havnar Róðrarfelag, sum tað so mangan hevur verið. Hagtølini siga, at stóra og gamla felagið í høvuðs­ staðnum oftast hevur vunnið flest sigrar og FM heitii. Soleiðis hevur tað ikki verið seinastu árini, og so­ leiðis er tað ikki í ár. Havnar Róðrarfelag luttók leygar­dagin bara við fýra mann­ ingum, og higartil hava úrslitini ikki verið nakað at reypa av. Gamla róðrarfelagið í Havn stendur í skugganum av hinum báð­um róðrarfeløgunum í høvuðs­ sta­ð­num – Argja Róðrar­felag og Róðr­ar­felagnum Knørri. Lómur góða tíð Argja Róðrarfelag eigur fleiri mann­ingar í ár. Tey bæði seinastu árini hevur Argjabáturin vunnið teim­um á Argjum tvey FM heiti við sera sannførandi avrikum. Argja­báturin luttekur eisini í ár í kappingini, men nú er tað 6-mannafarið við monnum, sum dreg­ur gull og skreyt út á Argir. Lómur vann á Norðoyasevnu fyri fyrstu ferð nakrantíð, og aftur leygardagin var Lómur fyrstur á mál. Als eingin ivi var um sigurin, sum var trivaligur, hóast hann ikki var so ógvusligur, sum hann var á Norðoya­stevnu. Í Klaksvík vóru næstan fimm sekund frá Lómi og aftur til Ridd­ aran úr Miðvági. Leygardagin hekk Ridd­arin væl betri uppi í Lómi. Hesa ferð var fjarstøðan stívliga tvey sekund. Hagtølini siga, at tað gekk lutfalsliga skjótt hjá 6-manna­ førunum við monnum. Vinnara­tíð­ in hjá Lómi var 7.18.05, og tíðin hjá Riddaranum var 7.20.14. Tað er bara komið fyri eina ferð áður, at eitt 6-mannafar við monnum hevur havt betri vinnara­ tíð á Eystanstevnu, enn tíðin hjá Lómi var hesa ferð. Síðst, at tað var kappróður á Eystanstevnu, var fyri tveimum árum síðani. Í 2010 var vinnaratíðin hjá Páll Fanga 7.17.24 ella 0.06 sekund skjótari enn tíðin hjá argjamonnum leygardagin! Jallur Róðrarfelagið Knørrur eigur fleiri mann­ingar við í kappingini í ár. Jall­urin við dreingjum vann í Klaks­vík, og aftur leygardagin vóru dreingirnir á Jallinum fyrstir á mál. Á Norðoyastevnu var talan um sera tætta kapping, og aftur leyg­ar­ dagin var tað so tætt og spennandi, sum tað ikki var í nakrari aðrari kapp­ing. Í fyrsta FM róðrinum var Teist­ in av Argjum næstfremstur – 0.18 sekund aftanfyri Jallin. Leygar­ dagin var Drekin hjá Havnar Róðr­ ar­felag næstfremstur, og hesa ferð var tað uppaftur tættari millum teir bðaðar fremstu, enn tað var í fyrsta FM róðrinum. Vinnaratíðin hjá Jalli var 4.58.05, og tíðin hjá Dreka­num var 4.58.19 ella bara 0.14 sekund lakari enn vinnaratíðin. Jallur og Lómur verja høvuðsstaðin Sigursvandasta róðrarfelagið í landinum var leygardagin bara umboðað við fýra manningum, og higartil hevur tað ikki eydnast Havnar Róðrarfelag at vinna nakran sigur