mánadagur 11. juni 2012síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 11. juni 2012 · Nr. 66
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
eystanstevnuróðurin
Allir teir somu bátarnir og tær
somu manningarnar, sum vunnu
í fyrstu FM kappingini, sum var á
Norðoyastevnu í Klaksvík næst
síðsta leygardag, vunnu aftur, tá
ið tað leygardagin varð kappast á
Eystanstevnu á Skálafjørðinum.
Í flestu førum var røðin, sum
bátarnir komu á mál, tann sama,
sum hon var í fyrstu FM kappingini.
Miðvágur vann enn eina ferð kapp
ingina millum 8-mannaførini, Vet
manna vann aftur kappingina
millum 5-mannafør við kvinnum,
og Fuglafjørður vann enn eina ferð
kappingina millum 5-mannafør við
gentum.
Miðvingur
Á Norðoyastevnu vann Miðvingur
sera sannførandi sigur í kappingini
millum 8-mannaførini. Ta ferðina
var Miðvingur seks sekund fram
manfyri Argjabátin.
Aftur leygardagin var Miðvingur
fyrstur á mál, og aftur hesa ferð var
Argjabáturin nummar tvey. Aftur
hesa ferð var sigurin hjá miðving
um sera sannførandi, men tað var
tættari millum tveir teir fremstu
hesa ferð, enn tað var í fyrsta FM
róðrinum. Argjabáturin var hesa
ferð fýra sekund aftanfyri Miðving.
Miðvingur var fremstur allan
teinin, og tað var einki, sum bendi
á, at miðvingar ikki høvdu fult og
heilt tak á kappingini. Í Klaksvík
var Gullbrandur trý sekund aftan
fyri Argjabátin. Í Runavík var Gull
brandur tvey sekund aftanfyri
Argjabátin.
Vinnaratíðin hjá Miðvingi var
tann triði besta nakrantíð. Mið
vingur eigur bestu vinnaratíðina
á Eystanstevnu. Hon er tredivu
ára gomul. Í 1982 vann Miðvingur
í tíðini 6.40.49. Næstbestu vinnara
tíðina á Skálafjørðinum eigur Kví
víkingur, sum fyi tveimum árum
síðani vann á Eystanstevnu í tíðini
6.53.00.
Havfrúgvin setti met
Kvinnurnar á Havfrúnni stevna
beint fram ímóti FM heitinum, sum
er tað fyrsta síðani 1999, tá ið Hav
frúgvin við kvinnum vann FM fyri
fyrstu ferð.
Hesa ferð var sigurin meiri sann
førandi, enn hann var tað í Klaksvík.
Ta ferðina var fjarstøðan aftur til
Blik 0.03 sekund. Argjakvinnur
vóru aftur hesa ferð næstfremstar,
men nú var tíðargloppið fram til
sigurspallin knappliga fýra sekund.
Bæði í Klaksvík og á Skálafjørði
num var Firvaldur nummar trý. Á
Skálafjørðinum var Firvaldur væl
nærri næstfremsta plðassinum, enn
hann varf tað á Norðoyastevnu. Tá
vóru tað sjey sekund fram til Blik.
Nú vóru tað trý sekund millum Blik
og Firvald.
Vinnaratíðin hjá Havfrúnni var
tann besta nakrantíð á Eystan
stevnu. Havfrðugvin gjørdi leyg
ardagin av við 30 ára gamla metið,
sum Royndin Frðiða setti í 1982. Ta
ferðina var vinnaratíðin hjá Roynd
ini Fríðu 5.18.80. Leygardagin var
vinnaratíðin hjá Havfrúnni 5.18.20!
Erla Kongsdóttir setti met
Genturnar í Fuglafirði hava kós
ímóti fyrsta FM heitinum nakran
tíð.
FM
kappingin
millum
5-mannafør við gentum er tann
yngsta av øllum. Tað var í 2006, at
kappingin í 5-mannaførum varð
býtt sundur í kvinnukapping og
gentukapping. Hagtølini framman
undan verða roknað til kvinnu
kappingina.
Leygardagin var fjórða ferðin,
at gentukappingin var á Eystan
stevnu, og vinnaratíðin hjá Erlu
Kongsdóittir var betri, enn vinnara
tíðirnar hava veið tær trúiggjar
undanfarnu ferðirnar. Tíðin hjá
Erlu Kongsdóttir var 5.20.11. Besta
tíðin frammanundan var meiri
enn fimtan sekund lakari. Fyri fýra
árum síðani var vinnaratíðin hjá
Hvassa 5.35.13.
Á Noirðoyastevnu var Hvassi
eitt sindur minni enn eitt sekund
aftanfyri Erlu Kongsdóttir. Leygar
dagin var munurin millum hesar
báðar bátarnar eitt sindur meiri
enn eitt sekund.
Søgan endurtók seg
Fyri aðru ferð tryggjaðu Miðvágur, Vestmanna og Fuglafjørður sær
sannførandi sigrar, tá ið tað varð kappast á Skálafjørðinum