Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-11, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. juni 2012síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 11. juni 2012 · Nr. 66 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið eystanstevnuróðurin Tað gongur betri í kappróðrinum íár, enn tað hevur gjørt nakrantíð áður. Miksið og avbjóðingin og trupulleikarnir, sum altíð hava verið av at halda tíðirnar, eru ikki longur. Tað kennist næstan sum, tá ið fótbóltsdystur er á skránni. Startskotið fyri 5-mannaførum við dreingjum gellir á slagnum klokkan 15.00, og í tveimum teimum fyrstu kappingunum hevur tað so gingið sum eftir ánni. Á Skálafjørðinum var tað um at verða met. Fasti starturin slitnaði, tá ið teir gjørdu klárt á 2000 metra málinum, men kortini var alt liðugt eitt korter, áðrenn klokkan varð seks. Tað er eisini vorðið hugaligari at vera áskoðari. Tey seinastu árini hevur Kringvarpið syrgt fyri, at møguleiki hevur verið at fylgja við á netinum, og soleiðis er tað eisini í ár. Nú hava stevnufyrireikararnir – bæði í Klaksvík og í Runavík – skipað soleiðis fyri, at tað hjá áskoðarunum á róðrarøkinum ber til at fylgja við á stórskíggja. Hetta er væl fagnað, og tað tykist sum um, at tekniska útgerðin at sjónvarpa við er vorðin betri, enn hon hevur verið. Tað er hugaligt! Hóast tað á so mangan hátt tykist vera hugaligari bæði at rógva og at fylgja við, so siga tølini, at áhugin fyri at taka lut í kappróðri er minkaður. Talið á manningum, sum hava verið við í tveimum teimum fyrstu kappingunum í ár, er minni, enn talið hevur verið undanfarnu árini. Tað er merkisvert! Tað plagar at verða tikið til, at luttøkan í kappróðri er minni, tá ið Oyggjaleikirnir eru á skránni, enn hon er, tá ið tað ikki eru Oyggjaleikir. Í ár eru eingir Oyggjaleikir, men kortini er luttøkan minkað. Vinnaratíðirnar á Eystanstevnu boða frá, at rógvararnir eru framúr væl fyri í ár. Tað vil siga, at tey, sum taka lut og vinna, ivaleyst venja uppaftur meiri, enn tey nakrantíð áður hava gjørt. Tí kann tað vera, at tað eru fleiri, sum bakka út og ikki vilja taka lut. Tað er tankakveikjandi! 10 mannafør 1 Klaksvíkingur 08:53.07 2 Vestmenningur 08:58.07 3 Suðuroyingur 08:59.15 4 Havnarbáturin 09:07.19 Støðan 1 Klaksvíkingur 14 2 Suðuroyingur 11 3 Vestmenningur 11 4 Havnarbáturin 8 ____________________________________ 8 mannafør 1 Miðvingur 06:58.06 2 Argjabáturin 07:02.15 3 Gullbrandur 07:04.03 4 Heiðabáturin 07:16.11 Støðan 1 Miðvingur 14 2 Argjabáturin 12 3 Gullbrandur 10 4 Heiðabáturin 4 ____________________________________ 6 mannafør menn 1 Lómur 07:18.05 2 Riddarin 07:20.14 3 Skúgvur 07:26.04 Støðan 1 Lómur 14 2 Riddarin 12 3 Skúgvur 10 4 Sundabáturin 4 ____________________________________ 5 mannafør kvinnur 1 Havfrúgvin 05:18.20 2 Blikur 05:22.17 3 Firvaldur 05:25.07 4 Strípan 05:30.00 5 Falkur 05:31.21 Støðan 1 Havfrúgvin 14 2 Blikur 12 3 Firvaldur 10 4 Strípan 8 5 Falkur 6 ____________________________________ 5 mannafør gentur 1 Erla Kongsdóttir 05:20.11 2 Hvassi 05:21.24 3 Blikur 05:25.02 4 Sílið 05:25.05 5 Fípan Fagra 05:27.12 6 Ørnin 05:28.00 7 Royndin Fríða 05:28.13 8 Tjaldrið 05:28.22 9 Pílur 05:46.04 Støðan 1 Erla Kongsdóttir 14 2 Hvassi 12 3 Blikur 9 4 Sílið 9 5 Royndin Fríða 4 6 Ørnin 3 7 Fípan Fagra 3 8 Tjaldrið 2 9 Pílur 0 6 mannafør kvinnur 1 Páll Fangi 05:04.18 2 Hvessingur 05:10.14 3 Rádni 05:12.10 Støðan 1 Páll Fangi 14 2 Hvessingur 12 3 Rádni 10 ____________________________________ 5 mannafør dreingir 1 Jallurin 04:58.05 2 Drekin 04:58.19 3 Teistin 05:02.00 4 Erla Kongsdóttir 05:05.14 5 Royndin Fríða 05:05.15 6 Havfrúgvin 05:05.24 7 Firvaldur 05:07.22 Støðan 1 Jallurin 14 2 Teistin 11 3 Drekin 11 4 Havfrúgvin 6 5 Royndin Fríða 6 6 Erla Kongsdóttir 5 7 Firvaldur 3 ____________________________________ Barnaróður gentur 1 Jallurin 02:42.01 2 Hulda 02:45.21 3 Royndin Fríða 02:48.06 4 Teistin 02:48.12 5 Jomfrúgvin 02:49.11 6 Pílur 02:55.08 7 Tambar 02:56.08 8 Svanur 02:57.06 Støðan 1 Jallurin 14 2 Hulda 12 3 Royndin Fríða 10 4 Teistin 8 5 Jomfrúgvin 6 6 Pílur 4 7 Tambar 2 8 Svanur 0 ____________________________________ Barnaróður dreingir 1 Junkarin 02:38.01 2 Fípan Fagra 02:41.08 3 Pílur 02:45.02 4 Jomfrúgvin 02:45.10 5 Kollur 02:48.06 6 Frúgvin 02:50.22 7 Sílið 02:52.11 Støðan 1 Junkarin 14 2 Fípan Fagra 12 3 Pílur 10 4 Jomfrúgvin 7 5 Frúgvin 6 6 Kollur 5 7 Sílið 1 Úrslit á Norðoyastevnu: Karmarnir eru betri og áhugin minni Færri bátar taka lut í kappróðrinum, sum á allan hátt kennist vera betri skipaður enn áður