Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-11, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. juni 2012síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 11. juni 2012 · Nr. 66 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttarblaðið Pætur Albinus Øssur D. Eiriksfoss, sum umboðar Hvirluna, setti um vikuskiftið nýtt føroyskt met í hæddarlopi, tá ið hann luttók í Grand Prix-kapping á Tórsbreyt. Føroyska metið átti hann sjálvur, og setti hann tað á oyggjaleikunum á Isle of Wight í fjør, tá ið hann við 1,95m hoppaði eitt bronsuheiðursmerki í hús. Hann hevði nakað av trupul­ leikum og tørv á nøkrum eyka lopum fyri at koma upp ímóti met­ inum, men tá ið tvørstongin varð flutt ein og ein sentimetur, var hann yvirlegin og hoppaði 1,96m. Hann gavst tó ikki so og royndi at gerast fyrsti føroyingur upp um 2,00m. Hetta eydnaðist í triðju og seinastu royndini, og gjørdi hann harvið eitt veruligt hál og ríkar um vónina hjá frælsa ítróttarheimi okkara til oyggjaleikirnar á Bermuda komandi summar. Tað, sum er sermerkt hjá Øssuri, er, at hann ikki venur serliga nógv hæddarlop. – Eg venji mest fimleik og síðani frælsan ítrótt við síðuna av. Tað mennir meg mest, og eg venji hæddarlop eina ferð um vikuna, sigur Øssur, sum tó metir, at fim­ leikurin gevur hann kropsliga før­leikan at gera seg galdandi í hæddar­lopi. Hæddarlop er ikki júst ein kend ítróttargrein í Føroyum, og vit spyrja tískil um umstøður eru fyri at menna seg teknist í hesi greinini. – Eg havi Hera Ziska sum venjara, og hann er ein kastari. Men hann er ein all-roundari, sum hevur sett seg inn í fleiri ítróttargreinar og veit nógv um alt, sigur Øssur. Øssur D. Eiriksfoss kann eisini sjálvur sigast at vera ein all-round­ ari, tí hann ger seg sanniliga eisini galdandi í fimleiki. Longu fyri trim­um árum síðani á Álandi vann hann heiðursmerki, og við sein­ astu fimleikaoyggjaleikir vann hann heili 7 gull, eina silvur og eina bronsu. – Nú havi eg sett mær eitt mál at leypa upp um tveir metrar á oyggja­ leikunum á Bermuda komandi ár. Tað er ilt at siga, hvussu langt tað ber, tí støðið er ógvuliga ymiskt. Onkuntíð hava verið tríggir íðkar­ ar omanfyri tveir metrar, og onkun­ tíð bara ein. Men nú eru færri lut­ takarar við tilsamans á Bermuda, so vit fáa at síggja. Eg ætli mær í øllum førum heiðursmerki, sigur Øssur. Á komandi oyggjaleikunum eru bæði frælsur ítróttur og fimleikur við, men hann hevur eina vón um at fáa tað at hanga saman og luttaka í teimum báðum. – Eg fari sum bæði fimleikari og íðkari í frælsum ítrótti. Eg havi ikki fingið eyga á skránna enn, men um hon verður sum við seinastu leikirnar, so fái eg gjørt bæði fim­ leik, trístøkk og hæddarlop, sigur Øssur at enda. albinus@sosialurin.fo Pól Sundskarð, sum hevur lut­ tikið í DM í 24 tíma renning á Bornholm, stóð seg væl. Hann var væl fyri nú aftaná og sera væl nøgdur við sítt avrik. Hann megnaði at renna 181 kilometrar og 311 metrar hesar 24 tímarnar. Tað rakk til eitt sjeynda pláss í DM í opna klassanum, men til gullheiðursmerki í aldurs­ klassanum hjá Pól. Málið undan kappingini var at renna180 km, so tað náddi hann. Hetta skrivar Treysti á heimasíðu síni. – Eg hevði tað sera hart í gjár, tí tað var so heitt, so tað bleiv ein kampur at koma ígjøgnum fyrra partin av kappingini. Út á kvøldið bleiv nakað kaldari, so tað bleiv betri, men tann nógvi hitin hevði tikið nógva orku frá mær. Eg eri ómetaliga glaður og stoltur, nú eg havi gjøgnumført hetta málið, sum et setti mær fyri, sigur Pól Sundskarð. Nú aftaná 24 tíma renningina fer Pól til Esbjerg at slappa av í nakrar dagar, og verður hann aftur í Klaksvík hósdagin. randi@sosialurin.fo Ætlar sær langt á Bermuda Øssur flúgvandi í hæddarlopi: Hæddarlop 22 ára gamli Øssur D. Eiriksfoss gjørdist um vikuskiftið fyrsti føroyingur omanfyri tveir metrar í hæddarlopi. Hóast fimleikurin framvegis er fremsta raðfesting hansara, so ætlar hann sær at røkka langt í hæddarlopi við komandi oyggjaleikir, har hann hevur eitt bronskuheiðursmerki at verja Pól vann gull í Danmark Myndir: hvirlan.fo