Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-11, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. juni 2012síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 11. juni 2012 · Nr. 66 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Egingirnd og seráhugamál syndra landið E itt landsstýri hevur nú í eitt hálvt ár víst, hvat tað vil. Ovurstórir skattalættar eru lætnir teimum ríkastu, men ferð er ikki komin á búskapin. Bara bilasølan veksur, tí tey, sum høvdu mest frammanundan, skifta bilin út. Egingirndin hevur fingið bestu kor í eitt mannaminni at nørast við vælsignilsi frá politisku skipanini. Eisini ótryggleikin hevur breitt seg í samfelagnum. Forskatt­ing­in av pensjónunum varð framd við tæn­astuboðum í Fíggjar­mála­ráð­ num. Inniligar áheitanir um at lýsa málið betri, áðrenn tað varð framt, vórðu kveistraðar til viks, og úr­ slitið er hareftir. Túsundtals fólk vita ikki, hvørja lagnu teirra pen­ sjóns­uppsparing fær. Í makrelmálinum hevði politiska skipanin ein gyltan møguleika at prógva, at hon er før fyri á reiði­ ligan og gjøgnumskygdan hátt at hand­fara eitt mál, sum snýr seg um milliardavirðir. Hon bakkaði í staðin 35 ár aftur í ráfiskatíðina við óreguleraða makrelbólkinum og setti ferð á planbúskaparligu studn­ingsmylluna aftur. Politiski meirilutin hevur eisini víst, at seráhugamál í summum økj­um skulu lívgast, áðrenn onnur økir skulu vænta sær nakran bata. Milliónirnar rulla í stríðum streym­ um til útvald økir, hóast ongar út­ byggingarætlanir fyriliggja. Milli­ ónirnar skulu játtast straks. Ikki fyrr enn aftaná skal finnast útav, hvussu útbyggjast skal. Størsta avbjóðingin Samanumtikið er kósin greið. Heild­ ar­politikkur fyri landið er ongin. Visiónir fyri Føroyar í framtíðini eru heldur ongar. Fatanin av, at vit eru felags um eitt land, sum skal búgva seg til framtíðina, finst ikki í tí politikki, sum verður førdur. Egingirnd, lívgan av stuttskygdum ser­áhugamálum og politisk valds­ nýtsla seta dagsskránna. Hetta er álvarsligasta avbjóð­ ing­in hjá Føroyum í dag. Ein stór av­bjóð­ing er sjálvandi at hava nóg mong arbeiðspláss og eitt rími­ligt livistøði fyri øll, men nógv álvars­ lig­ari er, at ongin verulig leiðsla er fyri øll, og at ongin kós verður sett fyri landið. Av tí sama kann landið syndrast innan­ífrá, og skipanir missa sín legi­timitet. Tá sjálvt politiskir meirilutar missa sín legitimitet, tí teir ferð eftir ferð atkvøða ímóti egnari sann­ føring, er komið at teimum mørk­ um, at fólkaræðið er tipt. Óvirð­ing og sarkasma gera nú um seg. Mis­ stemningur setir dám á ting­við­ gerðir og politisk kjak manga­staðni. Tignin er púra horvin. Eitt lítið, men grovt dømi um polit­iskt respektloysi mót­vegis fjøld­ini er skattafría kostnaðar­ endur­gjaldið til landsstýrisfólk. At ein lands­stýrismaður skal fáa 162.000 kr. um árið fyri at koyra bil mill­um bygdir, er vitloysi. Men vit­ loysið verður góðtikið, tí meirilutin ræður, og hesin meirilutin makkar rætt og mælir onki. Bygdu land við ábyrgd So illa hevur ikki altíð verið statt. Neyðugt er kanska ikki at fara heilt aftur til 1888 fyri at skilja, hvussu mangt kundi verið øðrvísi, men vert er at minna á, at hetta árið søgdu føroyingar, at teir skuldu ganga fram í øllum lutum. Henda útsøgn varð meint mentanarliga, vinnuliga og politiskt. Sett varð eitt felags mál fyri land og fólk. Næstu mongu árini varð hendan kósin í roynd og veru fylgd. Hetta sæst best á teimum fyritøkum og stovnum, ið vórðu sett á stovn í farnu øld. Vit fingu m.a. Føroya Banka, Telefonverk Føroya Løgtings, Lands­verkfrøðingin, Føroya Fiska­ sølu, Føroya Gjaldstovu, Útvarp Før­oya og SEV, sum tendraði ljósið, har fyrr var myrkt. Felags fyri tey tøk, sum vórðu tik­in, var, at tey snúðu seg um at flyta landið framá. Uppgávan hjá teim­um, ið stóðu á odda í politikki, stovn­um og fyritøkum, var at menna Føroyar, og uppgávan varð tikin í álvara. Í nýggjari tíð eru Smyril Line og Atlantsflog dømi um hetta sama. Úr ongum bygdu Før­ oyar egnar farleiðir út í heim. Áðrenn tøkini vórðu tikin, var neyð­ugt, at onkur hevði visiónirnar og skilti tørvin á at taka tøkini. Í summum førum sóu politikarar tørvin, í øðrum førum vóru ein­stak­ lingar íbirtararnir. Hvør gjørdi hvat, er ikki avgerandi. Ábyrgdarkenslan mótvegis landinum var avgerandi, eins og tá vit vildu hava t.d. fiski- markið og undirgrundina. Hvør nørir at sær Hendan ábyrgdarkenslan og tráan­ in eftir at byggja land er sera trupul at fáa eyga á í politikkinum í dag og samfelagnum sum heild. Hvør fugl­ ur syngur við sínum nevi, og hvør roynir sum frægast at nøra at sær, sama hvat annar fær. Hvat kann eg fáa, spyrja tey flestu, áðrenn tey spyrja, hvat tey kunnu geva. Og politikarar duga hetta best. Tú merkir í dag ongan kærleika til landið í landsins leiðslu og als ikki tað format, sum eitt nú Atli Dam og Erlendur Patursson høvdu. Fyrrverandi vinnulívsmenn spæla sær ovast uppi, sum onga heildar­ hugsan hava um Føroyar, og sum lítið innlit tykjast hava í sam­felags­ menning og søgu. Erpni og egin­ áhugamál stýra teimum fyrst og fremst. Tá tílíkt stýrir tær, fatar tú ikki, at tú ert settur at tæna tjóðini, og at tú ert partur av eini menningargongd, sum byrjaði fyri 130 árum síðan. Eyðmýkt hevur tú heldur onga. Valdið verður bara ein rúsur, sum skal brúkast til at gjøgnumtrumfa primitiv kvett, ið skulu fremja egin­ girndina, seráhugamálini og løtu­ vinningin. Hevur tú ikki intellektuella styrki, ert tú eisini lætt offur hjá lobby­istunum, sum støðugt slota kring politikararnar. Lobbyistar kunnu hótta andsfátøk, so tey við minsta nos detta av stólinum og gera, sum lobbyistarnir siga, tí tey hava onki mótspæl. Hetta ber til í dag, tí idealistarnir og intellektuella kraftin sita uttan fyri ávirkan. Kanska korruptión Neyvan nakar meiriluti hevur verið so kontroversiellur sum hesin. Flat­ skatturin og pensjónskattingin byggja á lyftisbrot frá trimum sam­gongu­flokkum. Umbønin um meira pengar úr Danmark byggir somu­leiðis á lyftisbrot frá trimum flokkum. Politikkurin snýr seg ikki um tign og at skapa álit. Hann snýr seg um at brúka vald. Trupulleikin er bara, at um polit­ ik­ararnir leggja líka í lyftini, tign­ina og egið umdømi, kunnu vit í Før­ oyum fáa somu politisku tilstandir sum í Spania, Grikkalandi og Italia. Demokratar hava roynt sum fræg­ ast har at føra heiðurligan politikk, men klientilisma og korruptión hava oyðilagt politikkin og bú­skap­ in. Vit eru ikki langt frá hesi støðu. Tá eitt landsstýri ikki vil, at eitt makrelvirði upp á 1,4 milliard krónur verður býtt á gjøgnumskygdan hátt, og ein meiriluti á tingi letur ein politiskan bólk býta virðini eftir egnum høvdi, má spurningurin vera: Eru tingfólk keypt? Fáa tey okk­urt serligt undir borðið fyri at ganga ímóti egnari sannføring? Sjálvandi er álvarsligt at spyrja so, men tá politiska skipanin ikki vil skapa gjøgnumskygni í tí, hon ger við landsins gullnám, vekist ill­grunin um korruptión natúrliga. Marknaðarkreftirnar eru jú settar til viks, og klientilisman ræður. Sam­felagsskipanin syndrast, og vinar­løg eru fortreytin fyri at yvir­ liva. Endurreisið vónina! Vit mugu í Føroyum gera av, hvat samfelag vit vilja byggja, ella um vit yvirhøvur eru samd um at byggja nakað land. Viðhvørt tykist at passa summum væl, at vit ikki so frægt sum hava egið dómsvald, og at teir eftirlits- og vitanarstovnar, vit hava, skríða í skræðuni. Á tann hátt er frítt at hóreiggja sær í sonevnda demo­kratinum. Men ein rotnandi skipan sleppur ikki at spillast í allar ævir. Mótrák eru altíð væntandi, tá viðurskiftini fara av lagi, og mótrákið vísir seg í dag sum misstemningur og mis­ trúgv. Fólk úr meirilutanum vena seg um, at ongin rósar teimum í fjøl­ miðlunum, men sjálvgjørt er væl gjørt, tí atferð teirra skapar mis­álit. Tó kunnu tey øll leggja á annan bógv. Tey kunnu fyri tað fyrsta fara at atkvøða eftir egnari sannføring. Tey kunnu fyri tað annað halda tey lyftir, tey góvu. Tey kunnu fyri tað triðja arbeiða fyri gjøgnumskygdum mannagongdum, tá milliardavirðir verða býtt. Og tey kunnu fyri tað fjórða vísa á, hvussu Føroyar skulu mennast. Alt ov nógv deyðvekt er á tingi. Fólk eru atkvøðuneyt og tora ikki at hugsa hart. Sera fá seta fram ný­ skapandi tankar, og fá hava nakað boð uppá, hvussu tjóðin kann menn­ast, so liviligt gerst hjá øllum – og ikki bara nøkrum fáum. Hetta er syndarligt at eygleiða. Vantandi sub­stans­urin elvir til fordummandi kjak og vandamiklan politikk. Tí er stundin komin, at sarkasman, øðin og misstemningurin, sum hava valdað síðan í heyst, verða skift út við nýhugsan, uppfinnsemi og fram­fýsni. Vit mugu lyfta okkum úr móruni, seta kósina fyri Føroyar og endurreisa viljan at virka fyri tjóðini. Hvat sigur andstøðan? Finst ein onnur kós? Latið okkum frætta um hana! Meirilutin av politisku skipanini tykist ikki at hava sum mál at byggja land. Á tingi og í landsstýri renna fólk ørindir fyri seráhugamál og egináhugamál. Tann stóri taparin er landið, tí tað verður givið upp til skutils fyri løtuvinning. Skulu Føroyar mennast, má leggjast á annan bógv, tí upploysnin er í durunum Tíðargrein Uni Arge