mánadagur 11. juni 2012síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 11. juni 2012 · Nr. 66
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Fríggjadagin fór tann fyrsti
Country og Blues Festi-
valurin av bakkastokki í
Sørvági. Hesar tveir dagar
nar festivalurin var, høvdu
umleið 2000 fólk leita sær
á festivaløkið, sum var á
Dungasandi. Longu miku
kvøldið komu teir fyrstu
húsvognarnir,
og
fríggja
dagin vóru øll tey 25 plássini
til húsvognarnar upptikin.
- At brúka Dungasand
sum festivaløkið vísti seg
at rigga væl. Gestirnir vóru
glaðir fyri, at alt var á ein
um stað, og at teinurin til
tey ymsu tiltøkini tískil var
stuttur, sigur ein av fyri
reikarunum, Maria Samson.
Festivalurin hevði ikki færri
enn átta tiltøk, sum vóru ætl
að børnum.
- Barnatiltøkini vóru ein
stór succes. Vit høvdu gjørt
tað soleiðis, at tiltøkini til
børnini vóru ókeypis, og
harafturat høvdu vit eitt slag
av barnaansing, soleiðis at
børnini ikki vóru púra einsa
møll til tey ymisku barnatil
tøkini, sigur Maria Samson.
Bæði føroysk og útlendsk
nøvn framførdu fríggjadagin
og leygardagin í Sørvági. Ser
liga vóru tað tey bæði Henn
ing Stærk og Wenche Hart
man, sum savnaðu nógv fólk
saman framman fyri stóra
pallin
á
festivaløkinum.
Eisini Hallur Joensen og
Tinganest fingu veruligt lív
í áskoðararnar.
- Tá Tinganest vóru á
pallinum, var tað júst sum
tá Dynamit syngur í Klaks
vík, sigur Maria Samson
og leggur afturat, at øll
áskoðarafjøldin sang við til
tey kendu hittini hjá Tinga
nest, sum eru kendir
fyri teirra serliga
vágasound.
Tann fyrsti Country og
Blues Festivalurin hilnaðist
so mikið væl, at country
fjepparar kunnu longu nú
glaða seg til enn ein festival
í Sørvági komandi ár.
- Sjálvandi hava onkrar
barnasjúkur verið, men sum
heild kunnu vit ikki siga ann-
að, enn at festivalurin var ein
verulig succes, sigur Maria
Samson. Onkrar smávegis
broytingar verða gjørdar
næstu ferð, og til dømis
verður countrygøtan nakað
størri.
- Fólk hava verið ófør at
hjálpt til, og uttan teirra hjálp
hevði eingin festivalur verið,
sigur væl nøgdi fyrireikarin.
Sørvágs Country
og Blues Festivalur
Um vikuskiftið var tann fyrsti Country og Blues Festivalurin hildin á Dungasandi í Sørvági. Undirtøkan
fyri festivalinum hevur verið so mikið góð, at skipað verður fyri enn einum tílíkum festivali næsta ár