mikudagur 13. juni 2012síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 13. juni 2012 · Nr. 67
mikudagsblaðið
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Tað er løgið, sum fólkatings
menn okkara altíð skulu vera
ósamdir.
Vit sóu tað í makrelmál
inum, tá ráðharrin skuldi
hava heimild til at atkvøða í
revsimálinum móti føroying
um í umhvørvisnevndini hjá
ES.
Tá segði Edmund Joensen
seg hava alla andstøðuna
aftan fyri seg – tey fóru øll at
mæla til, at ráðharrin skuldi
atkøvða ímóti. Men tá til
stykkis kom, var tað vara
maðurin hjá Sjúrði Skaale,
sum atkvøddi ímóti, meðan
andstøðan als ikki gjørdi,
sum Edmund Joensen hevði
boðað frá: Annaðhvørt segði
Edmund ósatt, ella lumpaði
andstøðan Edmund.
Hesaferð snýr ósemjan seg
um friðing av øki í Suðuratl
antshavi fyri hvalaveiðu. Á
næsta fundi í Altjóða Hvalav
eiðinevndini, IWC, ætlar Dan
mark at atkvøða fyri. Hetta
heldur
Edmund
Joensen
vera í fínasta ordan, meðan
Sjúrður Skaale heldur sum
landsstýrið, at stjórnin skal
atkvøða ímóti.
Og í botn og grund
er tað sera naivt at hava
ta støðu, at stjórnin skal
atkvøða við umhvørvisfel
agsskapum í Altjóða Hvala
veiðinevndini,
har
Dan
mark bara er fyri at umboða
Føroyar og Grønland. Tað gav
at bíta fyri nøkrum árum
síðani, tá rættilig orrusta var
millum Atla Dam, løgmann,
og Poul Nilsson, ráðharra
danska
Javnaðarfloksins,
júst um eitt líknandi mál,
har danska stjórnin ætlaði
at ganga ímóti Grønlandi og
Føroyum.
– Eftir okkara tykki hava
landsstýrið og Sjúrður rætt,
meðan støðan hjá Edmund
tykist óbúgvin og illa um
hugsað.
Tað vóru ræðandi hagtøl, sum sosio
logurin Hans Pauli Strøm bar fram í
tíðindasendingini á Rás2 á middegi
í gjár. Hann segði, at fráflytingin í
dag kann berast saman við fráflyt
ingina í kreppunum í fimmti- og
sekstiárunum.
Munurin er bara tann, at tey árini
var burðaravlopið so mikið stórt
– tað lá uppi á 600, so hóast stóra
fráflyting ár undan ári, so var fram
vegis yvirskot av fólki.
Í dag er støðan øðrvísi. Fráflyt
ingin líkist í tølum henni fyri fimm
ti árum síðani, men burðaravlopið
er so lítið – heilt niður móti 200, at
fólkatalið minkar, tí at talið av teim
um sum flyta av landinum er størri,
enn talið av føddum minus deyð
um. Og tað er ein skeiv og ræðandi
gongd.
Hans Pauli Strøm segði eisini, at
tá vit tosa um søguliga lágt burð
aravlop, so hevur hann leitað heilt
aftur til 1885 fyri at finna eitt burð
aravlop, sum var eins lágt – og tá
búðu einans 13.000 fólk í Føroyum.
Løgmaður er sum vera man ikki
álvuligur við støðuna. Hann segði
við Rás2 í gjár, at hetta er ikki eitt
mál, sum ein landsstýrissamgonga
eina megnar at loysa, men at her
mugu takast saman hendur millum
andstøðu, samgongu og vinnuna, tí
hesin trupulleikin er so stórur, at
hann má loysast í felag.
Tað er sjálvandi gott, at løgmaður
hevur ta støðuna, og soleiðis rættir
út hond. So er bert at vóna, at hann
megnar at fáa andstøðuna og vinnu
na við – og at allir partar kenna sín
ognarlut í eini virðiligari loysn.
Sjálvur nevnir løgmaður neyðugar
vakstrarætlanir mugu stingast út
í kortið, og at vit skulu ansa eftir
óndu ringrásini við bara at spara og
spara, tí vit kunnu ikki spara okkum
úr øllum. Hann nevndi, at vit skulu
raðfesta Fróðskaparsetrið hægri,
at vit leggja Vinnuháskaúlan undir
Fróðskaparsetrið, eins og Havstov
una við sínum granskarum – og
so samstarv við vinnulívið. Hann
heldur, at tey ungu skulu kunna
hava møguleikan til einar fimtan
hægri útbúgvingar á bachelorstigi
– útbúgvingar, sum vit veruliga
hava brúk fyri til at skapa búskap
arvøkstur. Hann vísir á, at vit skulu
virða vitan, skapa vitanartung
arbeiðspláss – og tola eina ávísa
integratión, soleiðis at vit fáa út
lendingar inn í landið, sum kunnu
tilføra landinum nakað.
Hetta eru føgur orð frá løgmanni,
sum vit helst øll kunnu taka und
ir við. Kanska tað ikki sampakkar
heilt við førda politikki seinnu ár
ini. Allir flokkar hava tosað um at
stuðla gransking og menna Fróð
skaparsetrið, men tá gerðirnar
skulu vísast í verki, so fær pípan
annað ljóð.
Roysnið hjá løgmanni kundi júst
verið at funnið breiðu semjuna.
Burðaravlopið í dag er á
sama støði sum í 1885...
– Vit skulu hyggja eftir
støðinum í Danmark, sum
er verðins besta vælferðar
samfelag.
Tað segði Kaj Leo Jo
hannesen, løgmaður við
Rás2 í gjár. Hann vísti á,
at skipanir sum dupultan
lestrarstuðul til stakar upp
ihaldarar og eitt nú barns
burðarfarloyvi í eitt ár er
eitt
kappingarparamet
ur, sum vit eisini mugu
hugsa um, fyri at fáa
tað meira áhugavert
at fáa fleiri børn í Før
oyum.
Hann staðfesti, at
vit hava ikki ráð at
bíða við at bøta um við
urskiftini hjá støkum uppi
haldarum, og at tað millum
annað er tí, at landsstýrið
arbeiðir við at Húsaláns
grunninum, sum skal fíggja
alternativar bústaðarmøgu
leikar.
– Nú hava vit tosað nóg
leingi, tí vóni eg, at vit skjótt
fáa nakrar øðrvísi bústaðar
eindir.
Skulu vera sum
Danmark
Ræðandi hagtøl um fólkatal
Ósamdir fólkatingsmenn
Nýggjur
musikk-
skúli í Havn
Andrea heindriksdóttir
kjak á síðu 17
Miðbý
arætlan
skal
fremjast
Levi Mørk
kjak á síðu 17
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000