Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-13, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. juni 2012síða 3

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Mikudagur 13. juni 2012 · Nr. 67 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Randi Jacobsen Barnatalið minkar, og nú er líkt til, at skúlarnir ikki kunnu taka ímóti øllum lærarunum, sum antin hava hug at søkja nýtt lærararstarv ella á fyrsta sinni skulu taka við lær­ara­starvi. Hoyvíkar skúli hevur fing­ið oman fyri 50 umsóknir til trý føst størv og nøkur tíðaravmarkað størv. Ólavur á Skipagøtu, virk­ andi skúlastjóri sigur, at bæði nýklaktir lærarar og lærarar, sum hava verið á øðrum skúl­ um, hava søkt. Líkt er til, at limirnir í lær- arafelagnum hava lurtað eftir formanninum, sum mælti lærarum til at søkja øll størv. Ólavur á Skipagøøtu sigur, at i nøkrum førum, tá ið hann hevur ringt til umsøkjarar og biðið teir koma til samtalu, hava teir longu tikið av øðr­ um starvi. Ta má merkja, at teir eru til­vitandi um at taka tað starvið, sum fyrst verður teim­um boðið, sigur Ólavur á Skipa­gøtu. Skúlin á Løgmannabreyt hevur fingið 40 umsóknir. Men tað er ikki bara í Havn, at kapping er um størv­ini. Skúlin við Ósánna í Klaks­ vík fekk 23 umsóknir til fýra størv. Allir umsøkjararnir hava ikki tilknýti til Norðoyggjar. Hinir eru flestir úr Eystur­ oynni. Hetta kann ikki tulkast øðrvísi enn, at arbeiðsloysi er við at vísa seg millum lærarar, sigur Piddi Hjelm, skúlastjóri í skúlanum við Ósánna. Líkist arbeiðs­loysi millum lærarar Stóru skúlarnir hava fingið óvanliga nógvar umsóknir frá lærarum til komandi ár Randi Jacobsen Fyribils hevur Menta­mála­ ráðið sett seks nýggjar skúla­ leiðarar. Óli Jákup Joensen er sett­ ur sum skúlastjóri í Skúl­ anum á Ziskatrøð. Hann er í løtuni varaskúlastjóri í Skúlanum við Løkin. Johan Joensen er settur sum skúlastjóri í Tvøroyar skúla. Hann hevur verið virkandi stjóri har í eina tíð. Jóanes N. Johannesen er settur sum skúlastjóri í Sandoyar Meginskúla. Hann hevur verið virkandi stjóri har eina tíð. Í Miðvágs/Sandavágs skúla er Regin Marnersson sett­ur sum stjóri; hann hevur verið vara­skúla­stjóri har síð­ an 1. februar í ár. Don Eyðbjarnarson Joen­ sen er settur sum fyrstilærari í Skála skúla. Eisini hann hevur verið fyrstilærari har eina tíð. Í Skálavíkar skúla er Ragna Leifsdóttir sett sum eina­lærari. Hon hevur somu­ leiðis verið har eina tíð. Mentamálaráðið skal seta einalærara í Haraldssundi, tí Magna Thomassen er farin frá fyri aldur. Skúlaleiðari skal eisini set­ ast í Kvívík. Bjarni Heinesen varð loystur úr starvi. Ric­ hard Johansen hevur virkað sum leiðari seinastu tíðina, men hann er farin frá fyri aldur. Haraftrat koma størvini í Fugloy, í Mykinesi og í Dímun. Í Fugloy og í Mykinesi er ein næmingur, tveir verða í Dímun næsta skúlaár. Allir tríggir skúlarnir hava havt seravtalu við skúlar á meginøkinum. Fleiri nýggir skúlaleiðarar Mentamálaráðið hevur úr at gera við at seta nýggjar skúlaleiðarar Ófiskaðar rækj­ur í Eystur­grønlandi Randi Jacobsen Rækjukvotan í Eystur­ grønlandi er 6.700 tons, men seinasta ár vórðu bara umleið 200 tons. Tað skrivar grøn­ lendska blaðið Ser­mitsi- aq. Roknað er fram til, at tað kundi verið fiskað fyri 50 mió. krónur aftrat í Eysturgrønlandi. Landsstýriskvinnan Ane Hansen sigur, at hetta ber ikki til, og um grønlendingar sjálvir ikki fiska kvotuna upp, má kvotan bjóðast øðr­ um londum. Kattugla á vitjan Randi Jacobsen Av og á villast uglur til Føroya, og vanligasta ugl­an, sum kemur henda vegin, er uglubóndin. Hann hevur gul eygu. Men uglan, sum varð sædd á Glyvrum mána­ dagin, var ein katt­ugla (Asio otus). Tað stað­ festir fuglakennarin Jens-Kjeld Jensen út frá mynd­ini. Kattuglan hevur tvey longri horn enn uglu­ bóndin, og kattuglan hev­ur appelsinlitt eygu. Hendan uglan er meira sjáldsom í Før­ oy­um enn uglu­bóndin, men katt­uglan er tó at síggja av og á ymsa staðni í land­inum. Jens-Kjeld-Jensen veit ikki, hvussu tað ber til, at uglur koma til Før­ oya. Eg veit tað ikki. Alt er løgið í ár. Hitin í Før­ oyum er niður móti frost­markinum. Í Grøn­ landi og í Íslandi er heitt. Her er eingin gróður, minni enn vanligt av heiða­fugli, minni av stara, einki plankton, eing­in hýsa. Tað er ikki rætt, sigur Jens-Kjeld Jen­sen. Bara fýra prosent av rækju­ kvotuni í Eystu­rgrøn­ landi verða fiskað Mánadagin varð ein kattugla at síggja á Glyvrum Barnatalið minkar, og harvið minkar talið av lærarastørvum (Savnsmynd)w