mikudagur 13. juni 2012síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 13. juni 2012 · Nr. 67
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Succes fæst
við treiskni
og tolni
– Hevði eg vitað, at vegurin til succes fór at verða so strævin, var eg ongantíð byrjað,
sigur sniðgevin, Beinta Poulsen. Treiskni og tolni hevur gjørt, at hennara egna
klædnamerki er í dag at finna í eksklusivum handlum í eitt nú Moskva og Milano
Rannvá G. Fossaberg
Tað var meira tilvildin enn ætlan
in, ið gjørdi, at 35 ára gamla Beinta
Poulsen úr Havn bleiv sniðgevi.
– Eg havi ongantíð gingið
við einum dreymi um at gerast
sniðgevi, men tá eg fyrstu ferð
sum 23 ára gomul royndi meg
við at sniðgeva og seyma, visti
eg, at hetta var tað, sigur Beinta
Poulsen.
Merkið
hjá
Beintu
Poulsen kallast Soul Made, og
pløggini eru so mikið væl um
tókt, at tey liggja í fleiri av teim
um kendu handilshúsunum í
Danmark, Svøríki, Niðurlondum,
Russlandi, Italia og fleiri øðrum.
Men at koma so mikið langt inn
an altjóða mótaheimin hevur ver
ið strævið.
Vildi undir hægri lesnað
Tað byrjaði alt fyri tólv árum
síðan, tá Beinta skuldi fara til
Danmarkar í lestraørindum. Sum
so mong onnur, helt hon tað vera
torført at velja, júst hvør útbúgv
ingin skuldi verða, og tískil valdi
hon at fara á ein skúla, har hon
lærdi ymiskt innan seyming, til
skering og mynstur.
– Teir tveir mánaðirnir vístu
mær, hvat eg dugdi, og hvat tað
var, eg veruliga hevði áhuga
fyri, sigur Beinta Poulsen. Hetta
hevði við sær, at hon valdi at fara
at útbúgva seg sum sniðgevi á
Columbine skúlanum, sum liggur á
Frederiksberg í Keypmannahavn.
Tað gekst Beintu Poulsen væl,
meðan hon var í útbúgving, og tá
ið tvey ár vóru liðin, og prógvið
sum sniðgevi var komið í hús,
vildi Beinta Poulsen royna seg
sum sjálvstøðug vinnurekandi.
– Tankin at hava sítt egna,
arbeiða miðvíst og við smidligum
arbeiðstíðum, var nakað, sum
mær
dámdi
væl.
Harafturat
hevði eg eisini tað neyðuga
árræðið, sum skal til, um tú
ynskir at byrja tín egna handil,
greiðir Beinta Poulsen frá. Hon
lat upp egnan handil á Vesterbro
í Keypmannahavn, har hon ein
ans seldi klæðir eftir egnari snið
geving.
Soul Made á
altjóða marknaðin
Beinta Poulsen dugdi skjótt at
síggja, at áhugin fyri hennara
klædnapløggum var stórur í Dan
mark, og hon valdi tí at taka stóra
fetið at gera stórar produktiónir
og síðani selja klæðini í egnari
heilsølu.
– Innan mótaheimin snýr tað
seg í stóran mun um at kenna
tey røttu fólkini, tí tað er ein stór
hjálp, um mann vil koma fram,
sigur Beinta Poulsen, sum minn
ist aftur á ta fyrstu tíðina sum
ógvuliga strævna.
– Eg legði skjótt merki til, at
eingin ger nakað fyri teg, og tí
mást tú veruliga trúgva upp á
tað, tú gert, og so sanniliga eis
ini kempa fyri tí, sigur Beinta
Poulsen. Hon vísir á, hvussu
nógva orku hon sum sjálvstøðug
vinnurekandi verður noydd at
brúka.
– Arbeiðið verður onkursvegna
ongantíð liðugt, tí tú mást áhald
andi gera vart við teg og eisini
endurnýggja teg, greiðir Beinta
Poulsen frá. Hon hevur nýtt nógva
tíð og orku upp á at framleiða
og reklamera fyri sínum egna
klædnamerki, og tað kostar ikki
einki.
– Líka síðan eg byrjaði, havi eg
verið undir einum fíggjarligum
trýsti júst eins og flest onnur, sum
stovna sítt egna virki ella handil.
Eg skal gjalda fyri allar pro
duktiónir, pressutilfar, allar ferðir
til messur ymsastaðni í heiminum
og so framvegis, fortelur Beinta
Poulsen. Sum sniðgevi á altjóða
marknaðinum hevur hon eisini
merkt ávirkanina av fíggjar
kreppuni, men tað fær hana ikki
at slaka við at framleiða klæðir
frá Soul Made.
– Tá fíggjarkreppin kom, legði
eg alt mítt virksemi um og byrjaði
so at siga av nýggjum. Ístaðin fyri
at síggja tað sum eina forðing, síggi
eg fíggjarkreppuna sum enn eina
avbjóðing, ið eg skal klára, sigur
Beinta Poulsen. Og ein positiv
avleiðing av fíggjarkreppuni er
tann, at Beinta Poulsen saman
við einum útlendskum veitara
eisini hevur gjørt eina bíligari
undirkollektión, sum ber heitið
G-Line.
– Tá tíðirnar eru, sum tær eru
nú, hava fólk minni pengar um
hendi. Tí havi eg í samstarvi við
ein annan útlendskan handil
gjørt eina produktión við bíligari
klæðum, har kvalitetur framvegis
er í hásæti, greiðir Beinta Poulsen
frá.
Hevur lært av mistøkum
Nú Beinta Poulsen hevur arbeitt
innan mótaheimin í fleiri ár, dugir
hon væl at síggja, at vegurin til
succesina, sum hon hevur í dag,
hevur verið tungur.
– Um eg hevði havt ta vitan
ina, tá eg byrjaði, sum eg havi
í dag, var eg ongantíð farin
undir at framleiða mítt egna
klædnamerkið,
sigur
Beinta
Poulsen,
smílist
og
leggur
afturat:
– Sum nýútbúgvin ert tú blá
oygd og forvitin, og tú kemur at
brenna teg nakrar ferðir. Eg vil
tó siga, at eg havi lært av mínum
mistøkum, sigur Beinta Poulsen,
sum fegnast um at hava fingið
merkið Soul Made út í handlar
ymsa staðni í heiminum.
– Tað er púra óveruligt hjá
mær at vita, at eitt plagg, sum
eg havi sitið og sniðgivið, kann
keypast í einum handli í til dømis
Moskva. Samstundis er tað eisini
ótrúliga stuttligt, sigur Beinta
Poulsen, sum eftir at hava búð í
11 ár í Danmark og Svøríki, nú er
flutt heim til Føroya. Hóast hon
trívist væl í Føroyum, saknar hon
til tíðir tann íblásturin, sum hon
fekk, tá hon búði uttanlands.
– Føroyingar eru tilvitaðir um
móta, men eg sakni at síggja fleiri
ymiskar týpur, tá eg spáki úti í bý
num, sigur Beinta Poulsen. Hon er
als ikki í iva um, hví hon er komin
so langt við sínum egna klædna
merki.
– Hepni hevur lítið at siga.
Fyrst og fremst mást tú duga tað,
tú gert, og tú skalt duga tað væl.
Harnæst krevst at tú ert treisk,
tolin og sjálvandi eisini tímir at
arbeiða nógv. Gert tú tað, kanst
tú koma langt.
rannva@sosialurin.fo
í meldrinum
– Eg hevði eisini tað neyðuga árræðið, sum skal
til, um tú ynskir at byrja tín egna handil