Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-13, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. juni 2012síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 13. juni 2012 · Nr. 67 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Landið bjargar OyL-luttøku OYGGJALEIKIR Um landið ikki hjálpti til við stuðli til Oyggjaleikaferð til Bermuda, er neyvan sannlíkt, at Føroyar høvdu luttikið. Í hvussu er hevði hópurin verið munandi skerdur, sigur ÍSF-forsetin, Petur Elias Petersen Leo Poulsen ÍFS-forsetin er bjart­skygdur, tá talan er um tal av lut­tak­ arum til Oyggja­leikirnar á Bermuda komandi summar. – Eg rokni við, at talið á lut­takarum fer at liggja á sama støði sum seinast, og kanska heldur fleiri, sigur Petur Elias Petersen. Til Oyggjaleikirnar á Isle of Wight í fjør lá talið á íðk­arum beint oman fyri hundrað, og til samans var ferðalagið um 150. – Tá vóru leiðarar, venj­ ar­ar og fjølmiðlafólk eisini tald við, sigur Petur Elias Petersen. Men ÍSF-forsetin ivast ikki í, at stuðlaði landið ikki lut­tøkuni, hevði tað verið eitt ógvuliga skert føroyskt ítróttalið, ið fór avstað. – Eg vil fara so langt sum at siga, at hjálpti landið ikki til við hesari milliónini, hevði tað neyvan verið gjør­ligt hjá okkum at farið til Oyggja­leik­ irnar hesaferð. Í øll­um førum hevði tað verið eitt sera skert luttakaratal, kanska eini 30- 40 fólk, sigur Petur Elias Petersen. Onkrar ítróttargreinar vóru tíðliga úti og boðaðu frá, at tey fóru ikki at verða við á Oyggjaleikunum kom­ andi ár, heilt einfalt av teirri orsøk, at ferðin gjørdist ov dýr. Talan var um bæði Flog­ bólts­sambandið og Svimji­ sam­bandið. – Nú Oyggjaleikanevndin hevur fingið almennan stuðul, hevur Flogbóltssambandið broytt støðu, og verða nú við á leik­unum. Svimjisambandið hev­ur ikki tikið støðu til, hvat teir gera komandi ár, sigur Petur Elias Petersen. Greinar ikki við Svimjisambandið hevur tann trupulleika, at aðrar kapp­ ingar liggja nøkur­lunda sam­ stundis sum Oyggja­leikirnir verða á Bermuda, 13. til 19. juli 2013. – Vit mugu so síggja til ta tíð, og eg vænti undir øll­um umstøðum ikki, at full­fíggj­ aði hópurin er klárur fyrr enn einar tveir mánaðir und­ an fráferð úr Føroyum, sigur Petur Elias Petersen. Tað er longu nú greitt, at hvørki Borðtennissambandið ella Skjótisambandið verða við umborð á flogfarinum til Ber­muda komandi ár. – Hvørki borðtennis ella boga­skjóting standa á skránni fyri leikirnar á Bermuda. Men so vítt eg havi skilt, ætla borð­tennis­ sam­bondini at skipa fyri alterna­tiv­um leikum á Jersey kom­andi ár, sigur Petur Elias Petersen. Hinvegin merkir tað, at fim­leikur aftur verður við, og tað verður triatlon eisini. ÍSF-forsetin leggur stóran dent á, at hevði landið ikki hjálpt til, hevði tað verið næst­an ógjørligt at skipa fyri oyggja­leikaluttøku. – Ein millión krónur svarar til ein triðing av samlaða kost­nað­inum, so tað sigur seg sjálvt, at tað kemur væl við. Ser­liga í hesum døgum, tá trupult er at fáa fatur á spon­sorum, sigur Petur Elias Petersen. Leiga Airbussin Tað hevur ljóðað, at ÍSF og oyggjaleikanevndin ætla at leiga nýggja Airbus 319 hjá Atlants­flog at flúgva bein­ leið­is til Bermuda. – Tað er rætt. Vit hava havt ein fyrispurning hjá Atlants­flog um at fáa Air­ bussin at flúgva beinleiðis til Bermuda, men enn eru tær samráðingarnar á fyri­ reikingar­stigi, sigur Petur Elias Petersen. Tað hevur ljóðað, at ætlan­ in er, at nýggja flogfarið skal standa á Bermuda og bíða, meðan leikirnir eru, men hes­ um vísir ÍSF-forsetin aftur. – Nei, verður talan um eina avtalu við Atlantsflog, so flýg­ur Airbus 319 heim aftur beinan­vegin, og avheitnar okkum so, tá leikirnir eru lidnir, sigur Petur Elias Petersen. Hann sigur, at avmark­ing­ ar­nar í Airbus 319 við plássi ikki avmarka luttakaratalið til oyggjaleikirnar. – Verður tað soleiðis, at lut­takaratalið verður størri enn tey hundrað og nøkur og fjør­uti plássini umborð á Air­ bus flogfarinum, so merkir tað bara, at ein lítil partur av luttakarunum má fara tann longra vegin til Bermuda, sigur Petur Elias Petersen. Hann sigur, at hann fegin hevði vilja havt okk­urt meira ítøkiligt við­víkj­andi sam­ráð­ ingunum við Atlantsflog við sær, tá hann fer á aðalfund hjá Oyggjaleikanevndini. – Aðalfundurin verður á Bermuda 13. og 14. juli, og tá hevði verið gott at havt okk­urt meiri ítøkiligt við á fundin, sigur Petur Elias Petersen. ÍSF-forsetin heitir sam­ stundis á møguligar sponsor­ ar um at koma á banan. – Vit vóna og vænta fram­ vegis, at sponsorar melda seg til, so tað verður gjørligt at fáa oyggjaleika luttøkuna at hanga fíggjarliga saman, sigur Petur Elias Petersen, ÍSF-forseti. leo@sosialurin.fo Ein millión krónur svarar til ein triðing av samlaða kostnaðinum, so tað sigur seg sjálvt, at tað kemur væl við BERMUDA BEINLEIÐIS Gongst sum væntað, fer nýggja Airbus 319 flogfarið hjá Atlantsflog at flyta meginpartin av føroysku luttakarunum til Oyggjaleikirnar á Bermuda, sigur Petur Elias Petersen. Tilgjørd mynd