Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-13, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. juni 2012síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mikudagur 13. juni 2012 · Nr. 67 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Símun prædikar á ólavsøku Gudstænastan á ólav­ søku hevur ein serligan dám, vísir Jógvan Fríð­ riksson, bispur á. Í tí dagliga gera tæn­ arar og kirkjuráð sær ómak, men á ólav­søku er sannur hátíðar­dámur. Ikki minst sálma­sang­ urin er hugtakandi sam­ an við ljómandi tónlist í kirkjuni. Hetta er jú eisini løt­ an, tá prestar, embæt­ is­fólk, løgtings- og lands­stýrisfólk ganga í skrúð­gongu úr Løg­ tings­hús­unum oman í Havnar kirkju.Og hetta er eisini dagurin, tá Løg­ tingið kemur saman, og ting­setan byrjar við guds­tænastu.  Í 2007 prædikaði Magn­us B. Jørgensen, ið tá var yngsti presturin í kall­inum. Í 2008 Jógvan Fríð­riksson. Í 2009 frá­ farni dómprósturin, Bjarni Bæk. Í 2010 Uni Næs, dómpróstur og í fjør David Johannesen. Í ár verður tað sókn­ ar­presturin á Gjaranesi, Símun Persson Jacobsen, sum prædikar. – Vit hava tó altíð ein varamann tøkan at traðka til, um prestur fær forfall á ólavsøku. Tað er kvívíksprestur, Theo­dor Olsen, ið er vara­maður hjá Símuni, upp­lýsir bispur. Teir báðir eru at kalla javngamlir í tæn­ast­uni. Theodor varð prest­ vígdur í januar 2008 og Símun í august 2007.  snorri@sosialurin.fo Skal ikki tálma tónleikinum Sørvágur: “Tálmar” kall­ ast nýtt felag, sum skal skipa fyri tónleika- og mentanartiltøkum og øðr­um virksemi í hesum sambandi. Felagið varð stovnað í farna mánaði við Poul Arna Jacobsen í Sørvági sum stjóra og Mariu Sam­son Christensen sum nevndarformanni. Stovnarar eru Flog­fe­ lag Føroya, West Tech og Handilsvirkið Niclasen, og er partapeningurin 80.000 krónur. Sambært Business- line sita hesi í nevndini: Maria Samson Christen­ 0sen, Jákup á Stongum, Thordis Skaalum, Ed­ ward Niclasen og Poul Arne Jacobsen. snorri@sosialurin.fo Nú er greitt, at Símun Pers­ son Jacobsen, prestur á Gjara­ nesi er hann ið skal halda ólavsøku­prædikuna í ár ÁHUGI Bæði gentur og dreingir sita so hugagóð og telva Mynd: Hvalvíkar skúli Hvalvík: Í donskum miðlum verður í hesum døgum gjørt burtur úr teim mongu fyri­ munum, sum næmingar hava av at læra seg talv í skúla­tíðini. Her var farið undir eina verkætlan í einum donskum skúla – Virupskúlanum við Århus – við telving. Her var víst til kanningar úr útheimi, at telvandi børn duga betri at lesa, betri at rokna og eru betri før at konsentrera seg, enn onnur børn. Hetta er ein innsatsur, sum vísir seg at hava gagn­liga ávirkan á evnini at kon­sen­ trera seg hjá teimum ungu, sig­ur Thomas Trønning, barna- og ungdómsráðgevi í År­hus kommunu. Hesa somu gagnligu ávirk­anina av talvi hava næm­ingar í Hvalvíkar skúli eisini havt. Sæst aftur Við Hvalvíkar skúla hev­ur skipanin verið hon, at talv og telving er ein natúr­ligur partur av sjálvari undir­vís­ ingini. Seinastu níggju árini hava næmingarnir soleiðis telvað og lært at telva ein part av vetrarhálvuni. Longu í 1. flokki læra all­ ir næm­ingarnir seg manna­ gongdina í talvi, og hvørt frí­ korter, tá inniveður er, verður telvað á skúla­loft­in­um. Tey enda talvtíðina við eini kapping millum allar næmingarnar á skúlanum. Og tað stuttliga er, at nærum allir næmingarnir eru við í hesi kappingini. Fyri at gera kappingina meiri rættvísa vera næm­ ing­arnir býttir upp í tríggjar bólk­ar, har vinnarin í hvørj­ um bólki fær ein vinning. Umframt alt hetta hava skúlarnir her í Sundalagnum í fleiri ár skipað fyri eini talvkapping sínámillum, har ferðasteyp verða latin, upp­ lýsir Aslaug Olsen. Hetta skapar sjálvandi bæði áhuga og spenning mill­um næmingarnar, men hevur somuleiðis onnur posi­ tiv árin. Um okkara miðvísa ar­ beiði veruliga hevur borið ávøkst, er ikki vist. Men vit hava í øllum førum fingið sera góð úrslit í hesum kapp­ ing­um. ­– Og haraftrat vilja lær­ ar­ar vera við, at teir eisini síggja positiva ávirkan aftur í undirvísingini, sigur Aslaug Olsen. snorri@sosialurin.fo Talv hevur positiva ávirkan á næmingarnar ÁRIN Tað hevur gagnligt árin á næmingarnar at læra seg tíðliga at telva. Tað halda lærararnir eisini Mynd: Hvalvíkar skúli SKÚLI Tað er ikki bert í útlondum, at ein hevur góðar royndir við telving í skúlunum. Eisini í Hvalvík og Streymnesi merkja tey ágóðan av hesum. – Vit hava í øllum førum góð úrslit at vísa á, sigur Aslaug Olsen, fyrstilærari við Hvalvíkar skúla. Lærarar vilja vera við, at teir eisini síggja positiva ávirkan aftur í undirvísingini