Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-13, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. juni 2012síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 13. juni 2012 · Nr. 67 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Lagt til rættis: Árni Joensen Brúktu ikki kvotuna Í fjør kundu grønlendsk skip fiska 6.700 tons av rækjum undir Eyst­u­r­ grøn­landi, men í sam­ bandi við ein fyri­spurn­ ing í Lands­tingi­num nú um dagarnar kom fram, at grønlendingar fisk­ aðu bara fýra prosent av kvotuni. Tað vil siga, at um­leið 6.500 tons lupu av kvotuni. Undir viðgerðini í Lands­tinginum segði Ane Hansen, lands­ stýris­kvinna í fiski­vin­ nu­mál­um, at kun­nu grøn­lendsk skip ikki fáa meiri burtur úr ræk­ju­kvot­u­ni undir Eyst­ur­grøn­lan­di, mugu myndug­leik­ar­nir um­ hug­sa at lata skip úr øðr­um londum sleppa at fiska kvotuna. Hon vísti á, at talan er um eitt veiði­virði upp á einar 50 millión­ir krónur, og at ber ikki til at lata tað ligg­ja. Her skal broyting koma í, segði hon. Nógv bendir á, at Ólafur Rag­nar Grimsson verð­u­r afturvaldur til íslendsk­ an forseta á valinum í summar. Ein nýggj mein­ inga­kann­ing, sum út­ varps­støðin Bylgjan hev­ur gjørt, gevur for­ seta­num 50,2 prosent av atkvøðunum. Tann einasti veruligi av­bjóð­ ar­in, Þóra Arnórsdóttir, fær í kanningini 33,2 pro­ sent. Tey bæði fáa nógv ta størstu undirtøkuna av valevnunum, og Ari Trausti Guðmundsson, er á triðja plássi við 8,7 pro­sentum. Kanningar hjá danska fak­felag­num 3F hava av­ dúk­að, at tríggir italskir ar­beiðs­gevarar, sum ar­ beiða í Danmark, hava rind­að sínum útlendsku a­r­beiðs­monnum eina tíma­løn, sum er á leið helvt­in av tí, sum teirra dons­ku felagar fáa. Jesper Weihe hjá 3F sig­ur við kringvarpið DR, at summir av út­ lend­ing­unum hava fing­ið 74 krónur um tím­an fyri jørð- og betong­arbeiði, og at tað svar­ar til umleið hálva løn. Teir italsku ar­beiðs­ gev­ar­arnir arbeiða við at út­byggja metro-kervið í Keyp­mannahavn, og teir hava nú fingið boð um at fáa lønarviðurskiftini hjá teimum útlendsku arbeiðs­monnunum í rætt­lag. Ólafur meiriluta Arbeiða fyri hálva løn Mynd: Ekstrablaðið Heimsins størsti kjarn­orku­ rikni ísbrótari, tann russ­iski "50 Let Pobedy", ligg­ur nú við bryggju í Mur­mansk og riggar til at fara á ta fyrstu ferðina til Norð­pólin við ferðafólki. Eftir ferða­ætlan­ ini fer hann fyrsta túrin tann 26. juni, og 14 dagar sein­ni leggur hann aftur at í Mur­ mansk. Ísbrótarin, sum tann russ- iski staturin eigur, hevur 75.000 hestakreftir og tveir kjarn­orkureaktorar, og tað er nóg mikið, til at hann kann bróta sær leið ígjøgnum ísin í Arktis. Sambært ferða­ skriv­stovuni, sum selir ferða­ seðlarnar, hevur "50 Let Pobedy" 64 kahúttir, har­av nakrar eru av tí fínara slag­ num. Skipið hevur eisini bóka­savn, flogbóltsvøll, venj­ingar­rúm, svimjihyl og sauna. Á ferðini fáa ferðafólkini høv­ið til at eygleiða bæði roysn­ingar og ísbjarnir, og tá skipið kemur á sjálvan Norð- pólin, fáa ferðafólkini tilboð um eina ferð við luftballón yv­ir pólinum. Men tað kostar at sleppa eina tílíka ferð. Prísurin er 800.000 russiskir rublar, sum svar­ar til knappar 150.000 krón­ur. Teir grønlendsku politik­ar­ ar­nir vísa á sjálv­stýris­lógina, sum greitt sig­ur, at heima­ stýr­ið hev­ur ræði­s­rætt­in yvir øllum rá­evn­um í land­ sins undir­grund, og myndug­ leik­ar­nir í Nuuk hava gjørt greitt, at teir fara ikki at lata onnur gera av, hvør skal sleppa at útvinna møgulig evni í undirgrundini. Sum kunnugt liggur Kina framvið at sleppa at út­vinna sjáldsom evni í Grøn­landi. Kinesarar hava boð­ið sær til at gera íløgur fyri fleiri milliardir og at senda túsundtals kinesarar til Grønlands at arbeiða í námun­um. Tann stóri kinesiski áhug­ in fyri Grønlandi kemst av egnum áhugamálum. Kina hevur ræðið á umleið 95 pro­ sent­um av marknaðinum við sjáldsomum evnum og hev­ur sjálvandi ikki áhuga í, at nakar annar kemur inn á mark­naðin. Kinesiska støðan sum eina­ráðandi á marknaðinum við sjáldsomum evnum gev­ ur landinum eina ser­støðu, sum røkkur langt út um vanlig handilslig áhuga­ mál. Fleiri av hesum evn­um verða brúkt í eitt nú teld­um og framkomnari hernað­ar­ út­gerð, og tað er alment kent, at Kina hevur brúkt serstøðu sína til at leggja trýst á eitt nú Japan og á USA í sam­ bandi við amerikanska stuðul­in til Taiwan. Hesa støðu kann Kina missa, um onk­ur annar fær fatur á evnun­um í undirgrundini í Grønlandi, og tí liggur landið fram­við at sleppa til Grøn­ lands, sama um tað kostar fleiri milliardir. Samanstoytur Í Danmark hevur Forsvarets Efte­retningstjeneste gjørt stjórn­ini í Keypmannahavn greitt, at tey sjáldsomu evni­ni í Grønlandi hava so stóran strategiskan týdn­ing, at tað má metast sum eitt uttanríkis- og trygd­ar­polit­ iskt mál, hvussu evnini verða um­sitin. Sambært grundlógini eru uttanríkis- og trygd­ar­ politisk mál ikki grøn­lendsk, men donsk og tí­skil mál, sum stjórnin í Keyp­manna­ havn hevur um hendi og ikki landsstýrið ella Lands­ ting­ið í Nuuk. Stjórnin í Keyp­manna­havn er samd við tulkingini hjá Forsvarets Efter­retningstjeneste. Stjórin á For­svars­aka­ dem­iet, admiralurin Niels Chris­tian Wang, segði við DR fyrrakvøldið, at her er talan um ein samanstoyt mill­um grøn­lendsku sjálv­stýris­lóg­ ina og ríkisfelagsskapin. Hann helt ikki, at partarnir skulu endurskoða sjálv­ stýris­slóg­ina, men heldur seta seg við borðið at finna eina loysn. Sjálvsstýrislógin í samanstoyti við ríkisfelagsskapin Grønlendingar halda fast um, at tað eru teir og bara teir, sum gera av, um kinesarar sleppa at útvinna sjáldsom evni í grønlendsku undirgrundini. Men tað kann elva til trupulleikar Ein túr til Norðpólin fyri 150.000 krónur Tey, sum vilja hava eina ørvísið summarferð í ár, og sum hava ráð, fáa nú møguleikan at sleppa ein túr til Norðpólin