mikudagur 13. juni 2012síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 13. juni 2012 · Nr. 67
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Snorri Brend
Tingmaðurin spurdi lands
stýrismannin, um ein tunnil
til Gjáar kundi spara íløguna
innaftur
við
lækkaðum
rakstrarútreiðslum.
Nei, svaraði Kári P. Høj
gaard. - Tað er munandi
dýrari at reka ein tunnil, enn
ein veg.
Umframt hetta verður
eisini neyðugt at rudda veg
irnar uttanfyri tunnilin fyri
kava.
Hann metti ein tunnil til
Gjáar fara at kosta millum 115
og 150 milliónir, - alt eftir um
ein velur ein longri ella styttri
tunnil. Hinvegin kostar tað
millum 30 og 35 milliónir at
dagføra verandi veg.
Munurin millum ta stuttu
tunnilsloysnina og at dagføra
vegin er tí umleið 80 milliónir
krónur.
snorri@sosialurin.fo
GILJANES: Fyri góðum mán
aði síðani bjóðaði
Vága kommuna áhugaðum
arbeiðstakarum at søkja um
undangóðkenning at bjóða
uppá
høvuðsarbeiðstøku,
í sambandi við bygging av
tí nýggja skúlanum á Gilja
nesi.
Av umsóknunum sum
komu inn, hevur kommunan
nú góðkent fimm fyritøkur.
Hesar eru: Articon, Búsetur,
J&K Petersen, E. Phil & Søn
Føroyar og TG Verk.
Lisitasjónin verður 11. juli
og arbeiðið byrjar væntandi
miðskeiðis í august mánaði.
Eftir ætlan skal tað verða
liðugt á sumri næsta ár.
snorri@sosialurin.fo
Fimm bjóða uppá skúlan
Hvat kunnu føroyingar læra onnur um okkara seyðahald?
Og hvat kunnu vit læra av royndunum hjá granskarum
innan landbúnað úr grannalondum okkara?
Mynd: Birgir Waag Høgnesen
Nýggjar bøkur
í kristni
Tað er ikki á hvørjum
degi, at út koma tvær
ymiskar bøkur til undir
vísingina í kristni í fólka
skúlanum við rímiliga
stuttum millumbili.
Í farnu viku boðaði
NÁM
frá,
at
bókin
Kristni 5, sum er onnur
bókin í eini røð av íalt
trimum, er ávegis.
Fyrsta bókin - Kristni
4 - kom út í 2010 og nú er
so annað bindið ávegis,
sum argjamaðurin Jón
Magnus Joensen (mynd
in) hevur skrivað til mið
deildina í fólkaskúlan
um.
Síðani boðaði Nám
frá, at bókin til kristni
undirvísingina í 8. flokki
somuleiðis
er
ávegis.
Tað eru Charlotta Thor-
steinsson og Paulina
Andreasen sum hava
staðið fyri hesum arbeið
inum.
Við báðum útgávum
fylgja bæði arbeiðsbólk
og lærarabók, skrivar
heimasíðan nam.fo.
snorri@sosialurin.fo
Sleppa at lýsa
á vøllinum
Sandavágur: 07Vestur
hevur nú fingið loyvi
til at seta lýsingar fram
við fótbóltsvøllinum í
bygdini.
SÍF søkti kommununi
fyrispurning um hetta.
Síðani hevur 07Vestur
yvirtikið fótbóltin frá
teimum fyribils í eitt
ár, og søktu tey um tað
sama.
Mentanarnevndin
mælti til at felagið slepp
ur at lýsa í fimm ár, með
an fíggjarnevndin setti
sum treyt, at kemur fót
bólturin aftur undir SÍF,
skal málið takast upp til
nýggja viðgerð.
Hetta
samtykti
bygdaráðið so eisini á
seinasta fundi sínum.
snorri@sosialurin.fo
Ein teirra, sum fylgir væl
við málinum um Gjáarvegin
er Sofus D. Johannesen.
Hann hevur tí eisini
lisið svarið frá landsstýris
manninum, og sum hann
tekur til: - Hatta svarið er
tað, sum man hevði vænt
að.
– Vit bygdarfólk mega
ofta leggja oyru til, at tað
“loysir seg ikki” at veita
okkum ymsar tænastur.
Men eru vit komin har
til, at alt skal gerast upp í
peningi ella peningsvirði,
so er føroyska samfelagið
blivið fátækt, slær Sofus D.
Johannesen fast.
Hann vísir á, at tosar ein
bert um, hvat kavarudding
kostar, í mun til ein tunnil
og rakstur av einum tunli,
so sigur tað ikki honum og
bygdarfólkinum so nógv.
– Fyri okkum er fyrst og
fremst talan um trygdina,
og ofta vísir tað seg, at tað
skal eitt álvarsligt óhapp
ella mannalív til, fyri at
farleiðir
verða
gjørdar
tryggari, sigur Sofus, og
leggur aftrat – ikki sørt
harmur á málinum:
Fyri okkum hevur tað
framvegis stóran týdning,
at vit fáa ein tunnil til bygd
ina. Men tað letur ikki til, at
tað fer at henda í bræði.
snorri@sosialurin.fo
Kann ikki gerast upp í pengum
150 mió fyri ein
Gjáartunnil
TUNNIL »Ein tunnil kemur ikki at spara allan kostnaðin av at
rudda kava á Gjáarvegnum«. So greiður var boðskapurin frá
Kára P. Højgaard til ein fyrispurning frá Helga Abrahamsen
RINGUR
Tað er mangan buldrasligt at fara eftir Gjáarvegnum, serliga á vetri. – Men tað
letur ikki til at vit fáa ein tunnil í bræði, sigur gjáarmaðurin
Mynd: Sofus D. Johannesen