mikudagur 13. juni 2012síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 13. juni 2012 · Nr. 67
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Leo Poulsen
Menningin hevur verið stór
seinastu 30 árini innan olju
nýtslu og ventilatión. Og
ein útskiftan í Svimjihøllini
í Gundadali skal væntandi
skapa munandi sparingar
innan el- og oljunýtsluna.
– Oljufýrið hevur 30 ár á
baki, og hevur gingið uttan
steðg í øll árini.Tað er nú skift
út, og hóast tað er ilt at siga,
hvussu stór sparingin er, tí so
lítið er fráliðið enn, so vænta
vit heilt klárt, at talan fer at
verða um sparingar, sigur
leiðarin av Svimjihøllini í
Gundadali, Gunnar Streym
oy.
Ein trupulleiki við at
ávísa ítøkiliga sparing er,
at oljuprísurin hevur verið
so nógv hækkandi, og tí er
rættiliga høgur í løtuni.
– Somuleiðis hava vit skift
alla ventilatión í høllini út,
og har fara vit heilt greitt at
merkja tað aftur í minni el
nýtslu, sigur Gunnar Streym
oy.
Tað hevur verið neyðugt
at skift ventilatiónina út í
tveimum umførum.
– Fyrri parturin umfatari
skiftirúm og onnur rúm enn
sjálva høllina, meðan seinna
umfar
tók
svimjihøllina,
sigur Gunnar Streymoy.
Neyðugt var at steingja
høllina, meðan ventilatiónin
varð skift har.
– Vit máttu tøma sjálvar
hyljarnar, meðan ventila
tiónin í sjálvari høllini varð
skift. Hetta var neyðugt, tí so
nógvur klordampur annars
hevði verið í høllini, sigur
Gunnar Streymoy.
Framkomin tøkni
Svimjihøllin
var
sostatt
slongd allan desember mán
að, meðan ventilatiónin í
høllini varð skift.
– Vit meta hetta avgjørt
sum eina góða íløgu, og vit
vænta heilt víst, at vit fara
at síggja sparingar aftur í
bíligari rakstri. Vit skulu
minnast til, at høllin fyllir
30 ár í ár, og tá er tað altíð
okkurt, sum hevur tænt fyri
seg, sigur Gunnar Streymoy.
Viðvíkjandi ventilatiónini
er tað heilt aðrar dimentiónir,
ið nú liggja í svimjihøllini.
– Vit vænta tí at fara at
spara munandi í elnýtsluni.
Men, sum nevnt er stutt tíð
fráliðin enn, men vit rokna
við, at fara at síggja ein mun
tá árið er farið, sigur Gunnar
Streymoy.
Nýggja ventilatiónsskip
anin er munandi meiri fram
komin enn tann gamla, sum
varð tikin niður.
– Gamla skipanin koyrdi
við fullum umsnaringum
døgnið runt. Við nýggju skip
anini ber til at skrúva niður
fyri blussinum um náttina,
og so skrúva upp aftur um
morgunin, og tað eigur at
fara at merkjast aftur í
minni elnýtslu, sigur Gunnar
Streym-oy.
At arbeiðið at skifta olju
fýr og ventilatión fer fram
nú, skal síggjast sum ein
náttúrlig útskifting.
– Sum nevnt er høllin 30
ára gomul í dag, so hesar
útskiftingar vóru neyðugar.
Og vit meta tað avgjørt sum
eina góða íløgu at fáa nýggja
og framkomna tøkni at loysa
gomlu skipanina av, sigur
Gunnar Streymoy, leiðari í
Svimjihøllini í Gundadali.
Íløgur skulu betra
um raksturin
SPARINGAR Oljufýr og ventilatiónsskipan í Svimjihøllini í Gundadali hava eftirhondini
30 ár á baki, og ein útskiftan skal spara munandi í rakstrinum
Leo Poulsen
Bogi Andreasen er eyka
maður á Løgtingi hjá Fólka
flokkinum, og sat á tingi, tá
málið um at játta 36 mill.iónir
krónur til Tekniska skúla í
Klaksvík var fyri.
– Eg fekk heilt greitt ta
fatan, at málið um Tekniska
skúla í Klaksvík als ikki var
klárt at koma fyri Tingið.
Tað er als ikki greitt, um
talan skal verða um ein ella
tveir deplar har norðuri, ein
í Klaksvík og ein á Kabsdali,
sigur Bogi Andreasen.
Hann spurdi tí landsstýris
mannin í Mentamálum, Bjørn
Kalsø,
hvørjar
langtíðar
ætlanir vóru fyri øki, men
tað visti landsstýrismaðurin
ikki at siga.
– Eg helt tað ikki vera rætt,
at geva landsstýrismanninum
ein blanco-kekk á 36 millliónir,
uttan at nøkur ætlan var við
hesum pengunum. Eg haldi
tað vera beinleiðis óseriøst
at játta so nógvar pengar í
hesum tíðum til nakað, sum
man ikki veit hvat er, sigur
Bogi Andreasen.
Hann dugir als ikki at
síggja, at vit skulu hava
tríggjar deplar av sama slagi
í Føroyum.
– Eg haldi, at tað bert
máar støði undan einari væl
virkandi skipan, um vit fáa
tríggjar deplar av sama slagi,
sigur Bogi Andreasen.
Ikki fordeila
Hann heldur, at tað sjálvandi
er positivt, at útjaðarin verð
ur stuðlaður.
– Men talan er ikki um
eina útjavningarskipan, tí
hetta er okkara ungdómur
og okkara framtíð, talan er
um. Ein stórur trupulleiki í
Føroyuum í dag er, at vit hava
ilt við at varðveita ungdómin
í landinum, og skipa vit okk
um ikki væl innan útbúgv
ingarøkið, kemur ungdóm
urin ikki heim, sigur Bogi
Andreasen.
Hann sigur, at skipa vit
ikki útbúgvingarnar á skyn
saman hátt, so missa vit ung
dómin uttanlands.
– Soleiðis, sum eg síggi
gongdina, fara vit at hava
fleiri og smærri eindir, sum
ikki megna at veita ta út
búgving, sum skal til. Í løtuni
hava vit eindir, sum virka
rættiliga væl, men fara vit
at fordeila útbúgvingarnar
kring landið, fáa vit eindir,
sum eingin dugur er í, sigur
Bogi Andreasen.
Tað verður tí neyðugt at
seta seg niður og finna út av,
hvat vit vilja.
– Vit eiga at gera okkum
greitt, at vit ynskja eina eind
norðan fyri og ikki tvær. Og
síðani skulu vit fokusera upp
á miðstaðarøkið og gera tað
framúr gott eisini, so vit skapa
nakrar útbúgvingar, sum
ungdómurin veruliga ynskir,
sigur Bogi Andreasen.
Men tað eru ikki bara
sjálvar útbúgvingarnar, sum
hava týdning.
–
Ungdómurin
í
dag
ynskir so nógv meira og
annað enn bert sjálva út
búgvingina.
Ungdómurin
vil vera í miðstaðarøkinum,
tí her er alt. Her er eitt ríkt
mentanarlív, eitt umfatandi
náttarlív, her er ítróttur, her
er alt, og tað er hetta, sum
ungdómurin ynskir, sigur
Bogi Andreasen.
Ikki lokalpolitikari
Varalimurin hjá Fólkaflokk
inum heldur, at tað ikki ber
til at skapa slíkt umhvørvi í
sama mun aðrastaðni.
– Eg eri bangin fyri, at
vit ikki megna at skapa eitt
slíkt lestrarumhvørvi har
norðuri, sum vit hava í Havn,
har ungdómurin trívist. Eg
eri bangin fyri, at vit ikki
fáa teir næmingar og teir
lærarar, sum kunnu lofta
hesi útbúgvingini, sigur Bogi
Andreasen.
Hann vil tó ikki fara so
langt sum at siga, at peng
arnir eru tveittir burtur.
– Nei, tað skal eg ikki siga.
Eg lesi bara í Norðlýsinum, at
eg eri lokalpolitikari, men tað
eri eg ikki. Tvørturímóti. Eg
eri valdur í Løgtingið fyri at
skapa nakað gott í Føroyum.
Eg sigi heldur ikki, at alt skal
vera í Havn. Eg vil bara, at
vit skulu fáa nakrar góðar
útbúgvingar, og at hetta øki
skal verða væl skipað, sigur
Bogi Andreasen.
Óseriøst við blanco-kekki til Bjørn
ÚTBÚGVING Eg haldi, at tað er beinleiðis óseriøst av løgtinginum at samtykkja 36
milliónir krónur til útbygging av Tekniska skújla í Klaksvík, uttan at landsstýrismaðurin
hevur nakra ítøkiliga ætlan um, hvat skal gerast, sigur Bogi Andreasen
Gunnar Streymoy væntar heilt víst, at útskiftingin
av oljufýri og ventilatiónsskipan fer at merkjast
aftur í rakstrinum av Svimjihøllini í Gundadali
Bogi Andreasen heldur tað vera óseriøst, at geva
landsstýrismanninum ein blanco-kekk, uttan at nøkur ætlan
fyriliggur sum sigur, hvat peningurin skal brúkast til