mikudagur 13. juni 2012síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mikudagur 13. juni 2012 · Nr. 67
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Nøvn
Ásu Fjallstein til minnis
Sat við eitt hugnaligt føðing
ardagsborð, tá eg legði merki
til, at elsti bróðir hevði ringt
fleiri ferðir á fartelefonina.
Boðini frá bróðurinum vóru
ikki góð, og stutt eftir komu
endaligu boðini. Ása systir
var farin. Hóast hon hevur
havt vánaliga heilsu í nógv
ár, so kendust boðini um, at
ein av okkum systkjunum
var farin sera tung. Sum
um ein limur av tær ikki er
har longur. Ongantíð aftur.
Ongantíð aftur kunnu vit
øll sita saman, kenna hvønn
annan og minnast á farnar
dagar.
Ása var fødd 19. februar
1944. Hon var næsta barnið
hjá 25 ára gomlu Mary og
32 ára gamla Esmari. Trý og
eitt hálvt ára gamli bróðurin,
Arnhold, spældi helst við
okkurt leika á gólvinum, sum
pápin hevði keypt honum á
sínum ferðum til Onglands í
krígssigling.
Tit búleikaðust í einum
gomlum húsum úti á Áargarði
í Leirvík. Mamma og pápi og
tit bæði børnini, Martin abbi
og avlamni mammubeiggin,
Frithjof. Í húsunum var
einki ravmagn til ljós og tól,
men kolkomfýrur, primus,
petroliumslampur,
storm
king og kanska ein kaldur
vatnkrani í køkinum. Kúgv,
hønur og nátthús í kjallar
anum og hoyggjhús í norður
endanum. Hetta vóru ikki
góðar umstøður hjá mammu,
sum leið av astma.
Men lívið skuldi livast og
treiskast. Pápi og pápabeigg
in, Ingvard, keyptu útróð-
rarbátin Varvastein í januar
1946. Næsti bróðirin, Martin,
kom á heysti í 1946 og næsti
yngsti bróðirin, Henry, varð
føddur í januar 1948. Fyri
framman vóru spennandi
tíðir hjá ungum monnum,
men eisini truplar tíðir við
missi og sorg, fíggjarligum
bakkøstum og torførum tví
dráttum. Hetta hevur uttan
iva merkt tykkum bæði eldru
systkini meira enn teir yngru
brøðurnar. Eftir tykkum fýra
systkini kom fyrst ein deyð
føddur drongur í februar 1951
og síðani eg í januar 1955,
fáar dagar eftir at útróðrar
báturin var gloppin pápa av
hondum.
Soleiðis vóru barnaárini
hjá tær. Tú hevði títt at drag
ast við. Mamma var nógv
sjúk. Pápi sigldi til sein
ast í fimmtiárunum, með
an Martin abbi mest var
heimamaður tá. Arbeiðskon
ur, bæði úr Leirvík og av bygd,
komu og fóru. Tá ið mamma
var sjúk, búðu tit javnan
hjá skyldfólkum í Leirvík,
Lamba, Klaksvík og Vági í
stytri og longri tíðarskeið.
Hetta setti sum frá leið helst
stór krøv til tín.
Sum smádrongur minnist
eg teg sum tannáring. Tú
tókst sjálvandi lut í tí vanliga
húsarbeiðinum, men tú tókst
tær eisini nógv av mær.
Vaskaði, klæddi og legði meg
at sova. Tær somu søgurnar,
tann sama sangin og signing
kvøld eftir kvøld.
Men so flutti tú til Havnar.
Fórt í læru hjá Einar Storr í
Dr. Jacobsens gøtu, handil og
kontór. Har lærdi tú saman
við Jákupi á Kamarinum og
Kjartani Dalsgaard. Tá ið vit
so onkra hendinga ferð vóru
og vitjaðu í Havn, búðu vit
hjá mostur, sum tá var flutt
til Havnar og búði til leigu í
tvíhúsunum úti við Rættará.
Svóvu í stovuni, eg í fína stól
inum, sum kundi hálast út
til at verða ein song. Tað var
óført. Og so slapp eg heim til
Einar Storr at vitja teg, har tú
stóðst við diskin og seldi toy
í meturmáli. Heilsaði eisini
upp á Jákup og Kjartan, sum
eg havi heilsað upp á síðani.
Tú búði til leigu í karmari
uppi við Viðarlundina, og
har var eisini sera hugnaligt
at vera og vitja teg.
Men so eitt vikuskifti, tú
vart komin norður at vitja,
fortaldi tú, at ein maður,
sum tú kendi, fór at koma
inn á gólvið. Pedvin kom inn
í myndina við sínum litum og
tónum. Stórur, snøggur, still
førur og barngóður maður
úr Rituvík, sum arbeiddi
sum elektrikkari í Havn. Tá
broyttist alt. Tit giftust, tað
minnist eg tó lítið og einki
til, og tit fluttu í kjallaraíbúð
yviri í Djóna í Geilsgøtu í
Havn. Fyrst kom Anleyg, lítil
sum ein dukka, dagin eftir at
Martin hjá Doru fastir var
farin til gravar. Síðani komu
Esmar og Niclas. Tað var
hugnaligt at vitja tykkum í
Djóna í Geilsgøtu, ikki minst
at sleppa ein túr við Pedvin
á tveytakts motorsúkklu,
sitandi frammanfyri tvørtur
um tangan.
Tað fall mær í lut at vera
ímillum ættarliðini, at vera
næstan líka lítið javngamal
við
míni
næstu
systkin
sum við tey elstu í næsta
ættarliðinum, tey elstu hjá
tær Ása og tær elstu hjá
Arnholdi. Hetta skapti eitt
serligt samband og málbrúk í
nógv ár, sum viðhvørt verður
brúkt enn.
Tit fluttu til Rituvíkar
at búgva. Pedvin skuldi ar
beiða sum elektrikari hjá
Jóhannusi í Runavík. Tú vart
bitin av handilslívinum og tit
bygdu stór hús á Høgabóli
í Runavík. Minnist at eg
hjálpti til at stoypa grundina
upp í summarfrítíðini 1969.
Búði hjá tykkum í Rituvík
tað summarið. Tit fluttu inn
í 1970. Tá var ikki meira gjørt
enn neyðugt. Tó hevði tú
bindimaskinu við holkortum
til mynstur í tí lítla rúminum
við síðuna av køkinum. Bant
fyri fólk og vanst nakrar
krónur har. Og so kom yngsti
sonurin, Magni, í 1972.
Loft og kjallari vórðu sett
í stand. Tit fóru at handla
við elektriskum lutum. Tit
seldu og Pedvin monteraði
og repareraði. Tað vant nógv
uppá seg, samstundis sum
heilsan hjá tykkum báðum
fór at bila. Tað bleiv bygt
uppí, og tú fórt eisini at selja
klæðir, bæði í Føroyum og
í Íslandi. Kanska setti tú
handilslívið fram um heilsu,
vælveru og samveru? Eg veit
tað ikki, var lítið heima hesi
árini. Men tað dró frá tykkara
millum, og tit fóru hvør til
sítt seinast í áttatiárunum.
Tú flutti til Reykjavíkar
og vildi royna eydnuna har.
Men tað var ikki bara sum at
siga tað. Tað rak upp í ættina,
og tú mátti seta upp. Heilsan
var eisini við at verða eitt
haft um beinini, og tú orkaði
ikki tað, tú fyrr hevði gjørt.
Tey seinastu mongu árini
hevur tú livað illa. Tú søkti
tær alla tað viðgerð, tú kundi
fáa, men lítið hjálpti. Tú
royndi tó sjálv at hjálpa til, har
tú kundi. Sat við telefonina á
kreppustøð í Reykjavík og
vart við í ABC barnahjálp har
yviri. Hjálpti eisini til at fáa
henda felagsskapin at virka
í Føroyum. Barnatrúgvin lá
djúpt, og tú søkti lívd í kirkj
um og kristiligum samkom
um í Reykjavík.
Tey seinastu árini hevur tú
verið bundin at hjálpartólum
av ymsum slagi. Tú valdi tó
at búgva í Reykjavík, tí har
metti tú, at tú hevði tað best.
Anleyg hevur búð hjá tær
ávís tíðarskeið, og búði eisini
hjá tær hesa seinastu tíðina.
Takk fyri tað.
Leygardagin 21. apríl 2012
var tímaglasið runnið. Lív
sins leið var komin at enda
og tann andaliga byrjað. Í
góðveðri mánadagin 30. apríl
2012 vart tú borin til gravar í
grannalagum hjá foreldrum
og kenningum í kirkjugarð
inum í Leirvík.
Tankarnir leita til tykkum
fýra systkini við familju sum
eftir sita. Hann, sum øllum
valdar, styrki tykkum øll.
Friður veri við minninum
um móður tykkara og systur
okkara.
Ingvard
www.gevidblod.fo
Felagið Blóðgevi
Blóðbankin á Landssjúkrahúsinum
J.C. Svabos gøta 43
100 Tórshavn
Telefon: 30 45 22
Teldupostur: bbank@lsh.fo
Blóðgevarar í Suðuroy
Rannsóknarstovan á Suðuroyar Sjúkrahúsi
Sjúkrahúsbrekka 19
800 Tvøroyri
Telefon: 34 32 70
Teldupostadressa: lab@ssh.fo
Klaksvíkar Blóðdonorlið
Rannsóknarstovan á Klaksvíkar Sjúkrahúsi
Sniðgøta 1
700 Klaksvík
Telefon: 45 45 45
Teldupostadressa: labblod@ks.fo