Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-13, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. juni 2012síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 13. juni 2012 · Nr. 67 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mentamálaráðið hevur júst sett hesi skúlaleiðara­størv­ ini: Óla Jákup Joensen er sett­ur sum skúlastjóri í Skúl­ anum á Ziskatrøð; hann er í løtuni varaskúlastjóri í Skúl­ anum við Løkin. Johan Joensen er settur sum skúlastjóri í Tvøroyar skúla. Hann hevur verið virkandi stjóri har í eina tíð. Jóanes N. Johannesen er settur sum skúlastjóri í Sandoyar Meginskúla. Hann hevur verið virkandi stjóri har eina tíð. Í Miðvágs/Sandavágs skúla er Regin Marnersson settur sum stjóri; hann hevur verið varaskúlastjóri har síðan 1. februar í ár. Don Eyðbjarnarson Joen­ sen er settur sum fyrstilærari í Skála skúla, eisini hann hevur verið fyrstilærari har eina tíð, og í Skálavíkar skúla er Ragna Leifsdóttir sett sum einalærari; hon hevur somuleiðis verið har eina tíð. Løgmaður hevur í dag sett Óla Jákup Joensen í starv sum skúlastjóri við Skúla á Ziskatrøð. Løgmaður hev­ur sett starvið, tí lands­stýris­ maðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, metti seg vera ógegn­igan. Óla Jákup Joensen er 53 ár gamal og búsitandi í Leirvík. Hann hevur starvast sum varaskúlastjóri í Runavíkar Kommunuskúla seinastu 3 árini, og áðrenn tað sum fyrsti­lærari í Norðskála- Oyr­ar skúla í 6 ár. Óla Jákup hevur harumframt starvast í skúla­verkinum í góð 20 ár. Óla Jákup Joensen er út­búgvin fólkaskúlalærari frá Føroya Læraraskúla og hevur tikið mong faklig skeið, umframt fleiri leiðslu­ skeið. Til starvið komu 17 umsóknir. Óla Jákup Joensen tek­ur við starvinum, sum skúla­ stjóri í Skúlanum við Ziska­ trøð, tann 1. august 2012. Óla Jákup Joensen er settur sum skúlastjóri við Skúlan á Ziskatrøð Fríggjadagin 15. juni fer Eydna í Homrum at verja Ph.D.-ritgerð sína ”The effects of climate and ocean cur­rents on Faroe Saithe”. Verj­an verður á Fabrikkini hjá Öström kl. 9:30. Eydna hevur arbeitt við Ph. D. verkætlanini síðan 2009. Í verkætlanini hevur høvuðsdentur verið lagdur á at lýsa lívfrøðina hjá upsa í føroyskum øki – so sum føði, vøkstur og ferðing – og at seta lívfrøðina inn í ein klimatiskan samanhang. Verkætlanin er partur av verkætlanini ”Marine Climate and Ecosystem around the Faroes”. Gransk­ ingin er gjørd á Hav­stovuni, og Eydna er inn­skrivað til Ph.D.-lestur á Fróð­skapar­ setrinum. Veg­leiðarar eru Bogi Hansen, Petur Stein­ grund og Hjálm-ar Hátún, sum allir starvast á Hav­ stovuni. Seks nýggir skúlaleiðarar Í summar hava fleiri skúlaleiðarastørv verið lýst leys at søkja PhD-verja um upsa Nøvn