Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-13, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. juni 2012síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mikudagur 13. juni 2012 · Nr. 67 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kjak ­ Tórshavnar kommunu tørvar eina heildar- og lantíðarbýarætlan um, hvussu Havnin - og ser­ liga miðbýurin – skal skip­ast og síggja út í fram­tíðini. Í hesum sambandi hava vit um dagarnar upp­livað eitt framúr gott projekt, sum fekk heitið »Havnin innan fyri Stóra­garð« um akkurát eina slíka miðbýarætlan, sum góðir menn sum Gunnar Hoydal og Hans Mortensen standa á odda fyri. Takk fyri hesa góðu ætlan. Hetta er ein gáva til Tórshavnar bý, sum vit skulu læra av og brúka. Um Havnini - og ser­ liga miðbýurin - skal vera lív lagað í fram­tíð­ ini - noyðast vit at fara til verka og gera og semj­ ast um eina heildar­býar­ ætlan og harvið eisini eina langtíðarætlan yv­ir, hvussu hetta skal fíggj­ast. Sum er hava vit fleiri tílík uppskot liggjandi, og sum hava kostað nógva tíð og pengar at gera gjøgnum árini, nú er uppá tíðina - at seta hesar býarætlanir út í politiska lívið og fremja tær. Hetta kann gerast við teimun býarætlanum og hugskotum, sum Tórs­havnar Kommuna nú hevur liggjandi, og saman­tvinna tær framúr góðu ætlanir, sum fólk ann­ars hava gjørt. Hetta stigið er neyð­ ugt, og tað nyttar lítið, at vit gera alt hvør í sær og einki hendir, alt endar í einari skuffu. Nei, her skal ein samla heild­ar­býar - ætlan ger­ ast sum er fram­tíðar­ rættað. Har tað er ein breið semja um­siting­ar­ liga og politiskt. Tá eru vit á rættari kós. Til tíðir tykist tað sum nú er oftani sum »her og nú« loysnir, har eitt nú bygningar koma upp, og eftir mínari met­ ing er tað reina valflesk ár undan ári. Hetta má og skal vera ein yvir­ skip­að býarætlan og ikki fyribilsloysnir ella so­ kallað »dartpíla­loysnir«. Hetta hevur staðið á í mong harrans ár, tí eftir mínari meting eru vit politiskt, ikki kom­ in ásamt um hvussu HAVN­IN - og serliga mið­bý­urin - skal síggja út. Vit hava gjørt fleiri heildarbýarætlanir gjøg­ num árini, men enn ikki eina sum skal setast út í politiska kortið fyri at eitt nú miðbyurin skal blóma. Sum er – er eingin miðbýur við lívi í. Hetta er ein stór skandala. Eg fegnist tó um, at nú er enn einaferð onkur sum gevur okkum eina hjálpandi hond - og tað eri eg teimum sera takk­ samur fyri - men vit mugu taka hesi hugskot til eftirtektar og gera nakað við tað. Eg fari tí at leggja fyri politiska støðutakan til komandi fund í byggi og býarskiparnarnevndini »AT VIT SKULU HAVA EIN HEILDAR­BÝAR­ ÆTLAN« og eina lang­ tíðar-fíggjarætlan fyri okk­ara miðbý og alt øki innan fyri Stóragarð. Hesar ætlanir skulu eis­ ini haldast og ikki her og nú loysnir. Tá eru vit á rættari leið. Miðbýar­ ætlan skal fremjast Levi Mørk formaður í byggi og býarskiparnarnevndini Nýggjur musikkskúli í høvuðstaðnum Andrea Heindriksdóttir Musikkskúlin varð settur á stovn sum ein royndar­verk­ ætlan fyri sløkum 30 árum síðani, og hevur hesi árini ment seg, til at verða ein frammúr góður skúli. Í dag er musikkskúlin, skúli fyri nógvar havnarborgarar - ja skúlin hevur næmingar frá barnagarðsaldri til tilkomnar næmingar. Skúlin hevur stóran týdning fyri virksemi í høvustaðnum, og leggur, við síni miðnámsútbúgving, lunnar undir framtíðar før­ oyskar útbúnar tónleikarar. Sera stórt virksemi er í skúlanum, og umfatar skúlin næmingar, sum fáa eina holla útbúgving í sínum ljóðføri – eina læru tey kunnu gleðast um restina av lívinum. Afturat vanligu undir­ vís­ingini er eisini stórt tal av samanspælsbólkum og orkestrum á skúlanum. Hesi venja regluliga hvørja viku, og eru ofta at hoyra til ymisk høvi í Havnini. Tað er at fegnast um, at skúlin og tey sum ganga har, eru sjónlig í býarmyndini, og á henda hátt eru við til at mynda býin, og tað sum rørir seg í býnum. Eisini hevur musikkskúlin frammhaldsnám, kallað musikkskúlamiðnám, har næmingar sum ætlað undir víðari lestur innan tónleik, kunnu fyrireika seg. Hesir næmingar sum útbúgva seg í musikkskúlanum, og fara í onnur lond at lesa tónleik, fáa góð skoðsmál. Hettar kann skúlin vera errin av – tí sera torført er at koma inn á tónleikaskúlar uttanlands, til víðari útbúgving innan tónleik. Tað vísir seg aftur og aftur, at næmingar úr før­ oyska musikkskúlanum eru væl fyri, og koma so at siga allir næmingar frammat út- búgvingartilboðum. Hettar borgar fyri góðsku, og er samtundis eitt herðaklapp til teirra, sum vara av skúlanum og tí arbeiði, har fer framm. Tað er eingin loyna at bygningarnir har skúlin nú heldur til, eru alt annað enn nøktandi. Tí er tað sera kærkomið at fáa nútíðar­ hóskandi høli til skúlan. Á pallborðsfundi á ment­ anarnáttini 8. Juni 2012, vóru býráðspolitikkarar á einum máli um, at nýggi musikkskúlin skuldi byggjast beinanvegin, og tað er at frøðast um. Einki er at ivast í, at slíkur nýggjur bygningur verður til gleði og gagns fyri allar borgarar og at virksemi, við nýggja musikkskúla bygninginum, fer at økjast munandi. Tað er at fegnast um, at nýggjur musikkskúli nú loksins verður bygdur í høvuðstaðnum. Tað hevur, sum so mangt annað, tikið tíð, men gleðiligt er tað, at tað nú røkist fyri, at hesin verður bygdur - skjótast. Heimabanafordeilur til Polen og Ukra-ine Eyðun á Borg Soleiðis málbar onkur seg í Útvarpinum. Man tað vera loyvt? Málburðurin minn­ir ikki sørt um Jen­ sen í skaldsøguni hjá Heð­ ini skálvíkingi, sum eg fór at hugsa um eftir mín “forsinkaða sprok­be­merk­ ning” nú ein dagin. PÓLLAND og UKREINA hava heimavalla(r)fyrimun. Sum hetta enska ávirkar okk­ara mál! ITALIEN og SPANIEN: Vit halda við Italien og Spanien. Hetta søgdu børn. Hvør lærir børn slíkt í 2012? Annars helt eg meg eis­ini hoyra onkran siga UKRINE!? Á Borg á Argjum hein­driks­ dag 2012 Við landa- og fótbólts­ kvøðu