Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-13, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. juni 2012síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 13. juni 2012 · Nr. 67 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Miðvikan 3. partur Tað má nokk sigast at vera ein av stórhendingunum í Kollafirði í mín­um dreingjaárum, tá ið vegur var gjørdur fram í dalin og heilt til Kvívíkar. Áðrenn hevði tað bara verið ein gongurás millum bygd­ irnar. Hugsjónin var at gera ein veg, ið koyrast kundi eftir, ikki einans við súkklu, men eisini við hestavogni. Ikki var tað óhugsandi, at tað um nøkur ár komu at koyra bilar eisini. Tað var kent, at uttanlands vóru tað ikki so lítið av bilum. Ja, man visti eisini, at í Havn koyrdi ein lítil lastbilur. Maðurin, ið átti fyrsta bil­ in, kallaðist Júst Sivertsen. Seinni kom Bil Óli eisini at koyra bil. Eina ferð, eg sum smádrongur var í Havn við abba, Dánjal í Hom­ rum, sá eg henda bilin, og Bil Óli var í honum. Abbi var hálvavegna bang­ in fyri hesum, sum næstan ljóðleyst fór fram eftir vegnum. “Her mugu vit vera ansin”, segði hann og tók fast um mína hond. Tað var ikki hvørjum smádrongi í Kollafirði givið at síggja bilin í Havn við Bil Óla í. Tað var vegurin gjøgnum dalin, eg skuldi siga nakað um. Nær arbeiðið byrjaði er mær ikki heilt greitt, eg meini tað var í 1921. Eg og aðrir dreingir fóru ofta at síggja, hvussu tað gekk við vegnum, tá hann var komin út um bøgarðin á Heyggi og Mýrini. Tað gekk nakað spakuliga at koma frameftir. Reið­ skapurin, ið var til taks, var eyr­ hakk­arar, spakar, skuplur, kvíslar og trillibørur. Skuldi spreingjast, var holið til dynamittið borað við at berja borin niður gjøgnum steinar og klett. Hæddir skulu lækkast og lagdir fyllast upp. Alt skuldi javnast. Til báðar síður á vegnum skuldu vælgjørdir jaðarar gerast. At enda var so góður eyrur koyrdur oman á vegin. Tað sá gott út. Ja, tað var stuttligt at síggja, hvussu vegurin longdist. Hann var sum ein rimmar ormur, sum sneiddi seg gjøgnum dalin. Frá hinum endanum, frá Kví­vík, Stykkinum og Leynum, vóru tað menn haðani, sum høvdu veg­ar­ beiðið. Teir høvdu tvey tey ringastu strekkini av øllum vegnum at gera. Hetta vóru Kvívíksklyvjarnar, sum vit dreingir hildu vera eitt berg, har tað var høgt niður á sjógv, og Leynaklyvjarnar, har tað var ein høgur hamari á ovaru síðu. Tað var, sum hann hevði eitt loft, sum røkk nakað út móti Leynavatni á niðaru síðu. Her var vandi fyri, at grót datt niður á vegin. Á einum ávísum stað skuldu so hesi bæði strekkini møtast. Tann dagin, hetta fór at henda, sóu vit fram ímóti. So skjótt hetta varð gjørt, góvu vit dreingir ikki grið, fyrr enn tað var játtað okkum at ganga til Kvívíkar eftir tí nýggja vegnum. Men ein vaksin skuldi við okkum. So var farið til gongu, og tá vit komu til Leynaklyvjarnar var tað mest uppeftir vit hugdu. Tað var tann høgi hamarin, sum toygdi seg út yvir vegin, vit høvdu í tonkunum. Á síðuni út móti vatninum vóru stórir steinar úti í vegjaðaranum. Vit fingu at vita, at teir kallaðust stabbasteinar. Vit máttu ikki út um teir. Teir skuldu eisini vera ein verja móti at koyra út í vatnið. Komnir til Kvívíksklyvjarnar varð lagt okkum so eina við ikki at fara út á stabbasteinarnar og hyggja niður á sjógv. Tá kundu vit fáa ørilsi, so høgt sum har við. Hvussu kom hesin vegur so at roynast? Ja, nú kundi man koyra langar túrar við súkklu. Tað var ikki so leingi, so var koyrt eftir vegnum við hestavogni. Nógv í bygdini høvdu torvheiðar frammi í dalinum. Nú kundu hestavognarnir koyra torvið í staðin fyri, at menn máttu ganga boygdir undir torvleypi. Tað var ein avbera stórur lætti. Fólkafundur og ein minnilig sodavatn Um fólkafundir høvdu verið hildnir frammi millum vatna, áðrenn veg­ urin var gjørdur, veit eg ikki, men nú vegur var komin, vóru ofta fólkafundir frammi millum Leyna­ vøtnini. Ein av hesum fólkafundum minn­ist eg serstakliga væl. Hetta var á hásumri ein sera vakran summ­ar­dag. Longu fyrrapartin sigldu skip og bátar ymsa staðni frá inn í Fjørð, haðani gangast skuldi fram til fundar­plássið. Tá ið vit komu úr kirkju og høvd­ ið etið døgurða, vóru vit tríggir dreing­ir í sama aldri, sum høvdu fingið loyvi til at fara fram í dalin. Vit kendu væl fundar­plássið, ein gras­grøn fløta við niðasta vatnið. Har stóð ein røðara­pallur. Hann var ólíkur prædiku­stóli í eini kirkju, sum var úr timbri. Prestur okkara Grøn, sum var lágur av vøkstri, stóð inni­byrgdur í honum. Vit sóu bert høvdið á prestinum, tá ið hann talaði. Spakmæltur var hann eisini. Men her á fundarfløtuni stóð maður á einum grótpalli, rópti og veipaði við báðum ørmum. Tað sá út, sum var hann óður. Vit lurtaðu, men skiltu lítið, eg má heldur siga, einki. Men tá so røðan var at enda, og fólk høvdu klappað, gingu tey í góðveðrinum og spákaðu ella settu seg í smáum bólkum, tey tosaðu og hugnaðu sær. Kioskin – eitt vælsignilsi So var tað, at nógv tyrptust um nak­ að ávíst. Vit máttu fara at kanna hetta. Hvussu hetta kallaðist, vit fingu at síggja, vistu vit ikki. Men vit sóu hetta sum ein pinkalítil handil. Hann var so lítil, at tað var ikki pláss inni í honum fyri nøkrum fólki, tað var bara pláss fyri vøruni. Øll stóðu uttanfyri. Vit hoyrdu, at fólk kallaðu tað sølubúð, onnur kiosk. Hetta var nakað, sum Christian Geyti stóð fyri. Hann var um ta tíðina, vegurin varð gjørdur, byrjaður at handla inni á Langasandi í Kollafirði. Hotell hevði hann eisini bygt har, Hotell Geyti kallað. Tá vóru hotell í Føroyum sera sjáldsom. Eitt hotell vistu vit um. Í Havn var eitt, Hotel Djurhuus. Eitt kolasvart og hartil í mínum eygum ljótt hús var tað. Eg hevði sæð tað nærindis Gongini. Nú høvdu vit eisini hotell í Kolla­ firði. Eini nýggj prýðilig hús við kvisti til báðar síður. Jú, nú høvdu vit nakað, sum var meira framm­ arlaga, enn tað, tey høvdu í Havn. Geyta Christian, sum hann van­ liga var kallaður, dugdi væl at dríva handil. Hann hevði nógv, sum hinir handlarnir ikki høvdu, og so setti hann eisini nýggj tiltøk í verk. Nú hevði hann eina lítla forrætning, sum kundi flytast hagar, tað var brúk fyri tí. Og nú stóð hon her frammi í Dalinum, nærindis fund­ ar­pláss­inum. Tað var um henda handil, at fólk tyrptust. Og har var nógv gott at fáa, góðgæti í rúgvu­ vís. Men eisini nakað at drekka, hetta var í fløskum. Vit stóðu og hugdu at øllum hesum. Tað, sum skar okkum mest í eyguni, var tað reyða í fløskuni. Sum tað mátti smakka væl. Harmiligt var bara, at vit ikki høvdu nøkur oyru at keypa fyri. Men at munga kundu vit ikki lata vera við. So spurdi ein fínur maður, um vit ikki skuldu hava nakað. Vit søgdu, sum satt var, at vit áttu ikki nakað at keypa fyri. So spurdi hann, hvat vit helst høvdu hugsað okkum. Jú, tað var sjálvsagt eina fløsku við tí reyða í. Vit fingu eisini hvør sína. Vit vóru ovfarnir. Men vit máttu drekka tær á staðnum, tí tær tómu fløskurnar skuldu latast inn aftur, har tær vóru keyptar. “Hvussu eitur hetta reyða”, spurdu vit mannin. Jú, hetta var limonada, segði hann. So var drukkið, og sum tað smakkaði væl! Við tað sama, vit høvdu drukkið tann seinasta dropan, tóku vit at renna heim, og vit runnu allan vegin. Hetta máttu mammurnar fáa at vita. Tivandi kom eg inn um dyrnar. Mamma sat í køkinum. “Mamma nú skulu tygum hoyra, hvat eg havi fingið frammi í Dali,” kom tað frá mær, “eg havi fingið limonadu. “Hvat er tað fyri nakað?” spurdi mamma. “Tað er nakað reytt í fløsku. Tygum skuldu bara vitað, hvussu væl tað smakkaði.” Hvar fekst tú tað?” spurdi hon so. Johan Hansen: Vegagerð og minnilig sodavatn Johan heldur fram at greiða frá sínum barnaminnum. Ein stórhending var, tá ið vegur kom millum Kollafjørð og Kvívík Ein av fyrstu bilunum í Kollafirði. Allar myndirnar í hesum parti eru frá bygdasavninum í Kollafirði