mikudagur 13. juni 2012síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mikudagur 13. juni 2012 · Nr. 67
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Óli Jacobsen
olijacobsen@olivant.fo
Komandi partur:
Í komandi parti verður greitt frá lívinum hjá Johan sum trúboðara, soleiðis
sum hann sjálvur greiðir frá í bókini Johan. Serliga er hetta um tíðina á
sjómansheiminum og ikki minst hendingin við Nólsoyar Páll í 1967.
So fekk hon søguna um tann fína
og blíða mannin, sum hevði givið
okkum tað. “Hvar hevði hesin
maðurin fingið limonaduna frá?”
spurdi mamma. “Hann keypti hana
frá Geyta Kristiani, sum hevði ein
lítlan handil tætt við fundarplássið.
Handilin hevði hjól, so hann kundi
dragast eftir vegnum, kundi eg siga
frá. “Ja, tað kann eg tilteinkja mær,”
segði mamma,” Geytin finnur altíð
uppá nakað nýtt”.
Restina av degnum var tað
limonadan, sum mól í høvdinum
á mær. Tá eg so var farin í song,
og mamma hevði biðið kvøldbøn
við mær og sungið, var tað aftur
limonadan, sum var í tonkunum. Eg
kom til ta støðu, at fingu tey nakað
at drekka í himlinum, og tað mundu
tey fáa, so mátti tað vera limonada.
Nakað betri kundi ikki hugsast. Við
hesum tonkum sovnaði eg.
Jú, vegurin fram gjøgnum dalin
bar nýtt við sær. Nú kundi limonada
fáast frammi millum vatna, men vit
skuldu fáa nakað annað og meira at
síggja.
Fyrstu bilarnir í Kollafirði
Tað vardi ikki leingi, til tveir smáir
lastbilar vóru komnir til bygdina.
Annan átti Geyta Kristian og Karl
Jensen, vanliga kallaður danski
Karl, átti hin.
Abbi, Johan á Garði, hevði verið
við í vegarbeiðinum frá byrjan, og
hann stóð fyri grótrennunum und
ir vegnum, sum vatnið frá teim
um smáu løkunum kundi renna
ígjøgnum. Tað kom at bila honum
meira og meira at síggja. Tískil mátti
hann gevast at arbeiða, áðrenn
vegurin var liðugur. At enda gjørd
ist hann starblindur. Hann tosaði
ofta um, hvussu vegurin mundi
síggja út og royndist í brúki.
Abbi var ættaður úr Kvívík, og
nú vóru nakað nógv ár gingin, síðan
hann hevði verið har. Sjálvur tosaði
hann um, at hann nokk ikki kom
aftur til Kvívíkar.
Vit fóru so til danska Karl at
spyrja, um tað var møguligt at fara
við abba til Kvívíkar við bilinum.
Jú helt hann, tað mundi nokk lata
seg gera. So var tað abba, vit skuldu
yvirtala at koma til Kvívíkar i
bilinum hjá danska Karli. Hann var
ógvuliga beteinkiligur. Tað endaði
tó við, at hann játtaði. So varð
bilurin riggaður til. Vit vóru tveir,
sum skuldu við, og sum skuldu
sita hjá abba á ferðini. Abbi segði
púra einki at byrja við. Men so fór
hann at spyrja: “Hvar eru vit?” Tann
spurningin fingu vit ofta. Eina ferð
kundi vit so siga, at nú vóru vit í
Kvívíksklyvjunum. Tá kom hann at
síggja nakað spentur út. Men tað
kom ikki orð frá honum.
Vit steðgaðu bara eina løtu við
Eystaru Hellu við føðiheimið hjá
honum. Abbabeiggi var deyður, men
konan var á lívi. Sum eg minnist
hana, gekk hon altíð við hvítum
fyriklæði. Hon var úr Havn og
segði ikki “noy” men “nei”. Komnir
heim aftur frá túrinum til Kvívíkar
segði abbi: “Hetta var fyri mær ein
løgin túrur, at koma sitandi aftur
og fram uttan so mikið sum at seta
fótin til.”
At hugsa sær
Eg siti nú nærum 95 ára gamal
og hugsi um hetta, ið hent er við
vegastrekki og bilar, ja, at minnast
teir fyrstu bilarnar á hesum
stormbardu oyggjum úti í havinum
mikla. Og so at síggja tann hópin
av bilum, sum nú við fúkandi ferð
koyra frá bygd til bygd og frá oyggj
til oyggj, so er hetta ein kollvelting
av teimum stóru á hesum øki. Góðir
vegir eru gjørdir gjøgnum dalar og
fjøll, ja, undir sund og firðir.
Mangt má lúta fyri, at bilarnir
kunnu koma fram. J.P. Gregoriussen
sigur í sanginum um fólkafundirnar:
“Firðir og fjøll ei ferðini forða”. Nú
kunnu vit passandi siga: “Firðir og
fjøll ei mega bilunum forða”.
Hvat hevði mín blindi abbi sagt
um tað at koma sitandi frá Leynum
yvir á Vágoynna undir sundinum
ella farið frá Signabø í Kaldbaksbotn
gjøgnum hol í fjallinum. Tað er
veruleikin í dag. Hvør hevði tonkt
nakað so fantastiskt, sum hetta í
veruleikanum er.
Er tað so løgið, tá eg hugsi aftur
á dreingjaárini í Kollafirði í árunum
frá umleið 1923 til um 1931, at eg
vil festa tað á blað? Vit skulu ikki
gloyma søguna.
Tað vóru nógvir adventistar. Teir høvdu eisini samkomuhús
Fólkafundur á Breidalsoyruni í Kollafirði. Grækaris
Madsen í Kollafirði heldur røðu
Her arbeiða teir eisini veg fyrst í 1920-unum
Bert tað at sleppa túr við einum lastbili var forkunnugt
Vegarbeiðarar fyrst í 1920-unum