mikudagur 13. juni 2012síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 13. juni 2012 · Nr. 67
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Arbeiðsøki
Arbeiðið á Orkudeildini er fjøltáttað. Vit samstarva
og samskifta við myndugleikar, stovnar, fyritøkur,
fakfólk og onnur bæði her heima og í útlondum.
Virksemið á Orkudeildini er grundað á Heildaræt-
lanina fyri elorku í Føroyum og á Elveitingarlógina.
Týdningarmesti parturin av arbeiðinum verður tí,
saman við starvsfólkum á Orkudeildini og øðrum,
at leggja og fremja langtíðarætlanir á elorkuøki-
num. Serligur dentur verður lagdur á at menna
varandi orkukeldur og at elektrifisera orkunýtsluna
sum heild.
Útbúgving og royndir
Tú skalt hava prógv frá hægri lærustovni innan
eløkið. Tað er ynskiligt, at tú hevur førleika og
áhuga at arbeiða við systemanalysu, modellering
og simulering av elskipanum í sambandi við fram-
leiðslu og veiting av elorku.
Tað er haraftrat ein fyrimunur, um tú kennir
føroysku elskipanina ella líknandi elskipan og hevur
viðkomandi praktiskar royndir.
Vit vænta, at tú hevur góðan fakligan førleika og
kanst arbeiða sjálvstøðugt, men eisini saman við
øðrum. Harumframt skalt tú duga væl at samskifta
munnliga og skrivliga á norðurlendskum og enskum
máli.
Setanarviðurskifti
Starvið
verður
sett
sambært
sáttmála
við
avvarðandi fakfelag til at byrja skjótast gjørligt.
Setanarøkið fevnir um Vinnumálaráðið og stovnar
undir tí, umframt hini aðalráðini og Løgmansskriv-
stovuna.
Umsókn
Umsókn við avriti av viðkomandi prógvum og skjølum skal vera Jarðfeingi í hendi í sein-
asta lagi 25. juni 2012.
Adressan er: Jarðfeingi, Brekkutún 1, Postboks 3059, FO-110 Tórshavn ella teldupost
jardfeingi@jardfeingi.fo.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Petur Joensen á tlf. 357000,
teldupostur pj@jf.fo, ella Kára M. Mortensen á tlf. 357000, teldupostur km@jf.fo.
Jarðfeingi er stovnur undir Vinnumálaráðnum. Endamál stovnsins er at fyrisita, granska, ráðgeva og breiða út
kunnleika um viðurskifti av týdningi fyri gagnnýtslu og varðveitslu av landsins jarðfeingi, umfatandi hesar
høvuðspartar: kolvetni, orku og jarðfrøðilig náttúruvirði.
Høvuðsuppgávurnar á Jarðfeingi eru:
Kolvetnismál, og sum partur av hesum at fyrisita lóggávu innan leiting eftir og framleiðslu av kolvetni.
Orkumál, og sum partur av hesum at fyrisita lóggávu innan framleiðslu, flutning og veiting av orku.
Jarðfrøðiligar og náttúrulandafrøðiligar uppgávur innan gransking, ráðgeving, savnsvirksemi og undirvísing.
Søkt verður eftir verkfrøðingi at byrja skjótast til ber
á Orkudeildini á Jarðfeingi
WWW.JARDFEINGI.FO
Ring og fá
ein prís!
Selja bilin?
– set hann í Sosialin!
Hevur tú hund?
So burdi tú eisini havt
SKYTTENs SPECIAL
www.fodursolan.com · info@fodursolan.com
Special – 20 kg kr. 450,-
Turrfóður til vaksnar hundar.
Sera gott til hundar við húð-
og pelstrupulleikum og til
eldri hundar.
Bílegg
beinleiðis
á netinum