Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-11, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. mars 2004síða 3

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 49 - 11. mars 2004 Nr. 49 - 11. mars 2004 5 Grækaris- messuhald í Fuglafirði Í morgin er grækaris- messa, og fara skótarnir í Fuglafirði at skipa fyri grækarismessuhaldi á Bugnum við Bóka- savnið/Kunningarstov- una í Fuglafirði. Emil Olsen, prestur, flytir fram røðu, Fugla- fjarðar Hornorkestur spælir vártónleik og skótarnir ganga skrúð- gongu frá skótahúsunum oman á Bug. Eftir grækarismessu- haldið bjóða skótarnir til súpan í skótahúsunum. Yvirskot á 645 mió Kaupthing Bank samtak- ið hevði í 2003 eitt yv- irskot svarandi til 645 milliónir føroyskar krónir eftir skatt. Talan er um ein vøkstur á 40% í mun til 2002. Samlaðu fíggjarinn- tøkurnar vóru 2.729 milliónir kr., meðan samlaði kostnaðurin var 1.588 milliónir kr. Fíggjarstøðan hjá Kaupthing Bank javn- vigaði við 47,9 milliard- um kr. Harav eru latin lán til viðskiftafólk fyri 30,1 milliard kr. Samlaðu avsetingarnar móti tapum vóru 334 milliónir kr í 2003. Eginpeningurin við árslok var 3.949 millión- ir kr. og solvensurin hjá Kaupthing Bank er 14,2%. Nevndin í bankanum fer at skjóta upp fyri að- alfundinum at rinda 113 milliónir í vinningsbýti - svarandi til 18% av yvirskotinum. Úrslitið fyri 2003 er gott og fjórði ársfjórð- ingur var tann besti í all- ari søguni hjá banka- num. Styrkin av sparing- unum í sambandi við samanleggingina millum Kaupthing og Búnaðar- bankann hava víst seg skjótari enn væntað. Harumframt er virksem- ið uttanfyri Ísland nú veruliga byrja at kasta av sær. Kaupthing Virðis- brævameklarafelag P/F almannakunngerð í næstu viku úrslitið fyri virksemi í Føroyum. Sølustevna á Tvøroyri Aftur í ár skipa Tvøroyr- ar Bóltfelag og Tvør- oyrar Svimjifelag fyri eini Páskasølustenu. Í ár er hon eftir Páskir. Sølustevnan verður 29. og 30. apríl, 01. og 02. mai 2004. Stevnan hevur til endamáls at kunna føroyingum um tað fjøl- menta úrvalið av vørum og tænastum, sum handl- ar og virkir kring alt landið hava at bjóða. Stevna skal í sær sjálv- ari hava eitt fjølbroytt úrval av vørum til tey vitjandi. Men endamálið er eisini at geva teimum luttakandi møguleikan at kunna seg um vøruúrval- ið og samstarvsmøgu- leikar í Føroyum. Sum nakað afturgang- andi á hesi stevnu verður tað skipað fyri undir- haldi fyri teimum vitj- andi og veitslu o.a. fyri luttakarar. – Vit fara hervið at bjóða øllum vælkomn- um til Trongisvágs á søl- ustevnu og fara somu- leiðis at loyva okkum at ringja til tykkara fyri at vita, um tit hava áhuga at luttaka, siga fyrireikarar- nir í tíðindaskrivi. Tey vitjandi á stevnuni hava møguleikan at velja ein bás ímillum teir 35 básarnir til at vera tann besti ella vakrasti básurin. Vinningur verður latin til vinnandi básinum. Nýtt bensin – Eftir at nýtt blýfrítt bensin oktan 95 kom til landið við tangaskipi- num »Magn« í farnu viku, eru vit í dag farin undir at selja hetta á flestu Shell støðunum kring landið. Hetta sigur Shell í tíð- indaskrivi. Felagið vísir á, at flest allir bensinbil- ar nýta blýfrítt oktan 95. – Allir bilar, sum eru framleiddir eftir 1990, kunnu nýta blýfrítt oktan 95. Tað er sostatt bert ein minni partur av bensin- drivnu bilunum í Føroy- um, ið framhaldandi noyðast at nýta oktan 98, sigurt oljufelagið Shell. Eru ivamál ella spurn- ingar um ein bilur kann nýta oktan 95, so mæla tey á Shell til, at spurt verður um hetta hjá teimum ávísu bilfor- handlararunum. Ofta ber eisini til at kanna hesi viðurskiftir í instrukti- ónsbókini, sum hoyrir til bilin. Hendan umlegging sparir oljufelagnum pengar, tí tey fáa keypt bensinið inn bíligari – og verður prísurin fyri brúkaran tilsvarandi lækkaður, sigur Shell. Shell fer framhaldandi at selja oktan 98 á mest- sum øllum støðunum í Føroyum. Alt bendir á, at aðal- ráð og almennir stovnar halda seg til vegleiðingina um játt- anarnýtslu, nú ein bráfeingisfíggjarlóg er í gildi. Tí er ósak- ligt at mála eina mynd, sum vísir, at al- menna nýtslan er ó- tálmað, heldur lands- stýrismaðurin við fíggjarmálum, Bárður Nielsen FÍGGJARLÓG Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo – Ferð er á arbeiðinum at smíða eina fíggjarlóg fyri 2004. Síðani samgongan varð skipað, er arbeitt við málinum, og landsstýrið roknar við, at politiska við- gerðin av fíggjarlógarupp- skotinum verður liðug hós- dagin í hesi vikuni. Hetta sigur Bárður Niel- sen, landsstýrismaður í fíggjarmálukm. – Hereftir verða allar kreftir brúktar til at gera uppskotið klárt at leggja fyri Tingið, sigur landsstýr- ismaðurin, sum eisini upp- lýsir, at arbeiðið við fíggj- arlógaruppskotinum fyri 2005 byrjar beint eftir, at Løgtingið hevur fingið fíggjarlógaruppskotið fyri í ár. Fíggjarlógin fyri 2004 kemur í staðin fyri eina bráfeingis fíggjarlóg, sum kom í gildi, tí løgtingsval varð útskrivað, áðrenn nø- kur fíggjarlóg varð sam- tykt. Í desember 2003 fingu aðalráðini eina vegleiðing um játtanarnýtslu at halda seg til. Meginreglan í hesi vegleiðing er, at meðan bráfeingis fíggjarlógin er í gildi, má einki nýtt virk- semi setast í gongd. Hin- vegin kunnu neyðugar út- reiðslur gjaldast, til at landshúsahaldið ótarnað kann halda fram, og átiknar skyldur kunnu haldast. Fyri at tryggja, at veg- leiðingin um játtanarnýtslu verður hildin, hevur lands- stýrismaðurin sent aðalráð- unum áminning um at verða afturhaldin við nýtsl- uni og einans halda neyð- ugar útreiðslur. Í einstøkum førum hava ivamál verið, men annars er einki, sum bendir á, at vegleiðingin um játtanarnýtslu ikki verður fylgd. – Tí sýnir tað ósakligheit og ábyrgdarloysi, tá ein politikari roynir at mála eina mynd, sum vísir, at al- menna nýtslan er ótálmað. Tann myndin er ósonn og er helst ætlað at sáa iva um trúvirðið hjá Fíggjarmála- ráðnum og búskaparligu stýringini av landinum, sig- ur Bárður Nielsen, lands- stýrismaður við fíggjarmál- um. Hann sipar til tingmann- in, Høgna Hoydal, sum al- ment hevur úttalað, at pengar fossa úr landskass- anum. – Hald er sjálvsagt ikki í tí úttalilsinum, sigur lands- stýrismaðurin. Aðalráð og stovnar fylgja vegleiðing um nýtslu Tað var í einum lesarabrævi týsdagin, at Høgni Hoydal segði, at pengar fossa úr landskassanum. Hesum vísir Bárður Nielsen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, greitt aftur Bárður Nielsen, landsstýris- maður í fíggjarmálum Óðalsment- an í Pakk- húsinum Fyrilestur verður í Vági í kvøld um óðalsmentan ÓÐALSMENTAN Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Stóra Pakkhús í Vági hýsir tiltøkum av yms- um slag, so okkurt er til tey flestu, og húsið er í kvøld, 11. mars, karmur um áhugaverdan fyri- lestur. Tað er Óðalsfel- ag Føroya, ið skipar fyri fyrilestrinum, sum hevur heitið Óðalment- an í Føroyum. Kári á Rógvu, løgfrøðingur, umboðar felagið og heldur fyrilesturin. Fyrilesturin verður í Stóra Pakkhúsi klokkan 19 í kvøld og øll við á- huga fyri evninum er vælkomin. Innan ikki alt ov langa tíð verður helst møguligt hjá føroyingum at fara á Jens- ens Bøfhus. Og hetta kann tá gerast í Føroyum væl at merkja. Tað hevur hevur í longri tíð verið arbeitt við at fáa eina føroyska deild av væl umtóktu donsku matstovuketuni, og nú røkist fyri, at allir smálutir hesum viðvíkjandi eru nú mest sum komnir upp á pláss. Sum skilst, so er tað P/F Bowling, sum eigur og rek- ur Bowling-høllina í Havn, sum fer at reka nýggja mat- stovustaðið. Bjarni Kyster, sum er stjóri í felagnum, sigur seg í løtuni ikki vilja gera nakrar viðmerkingar til tíðindini, men sum Sosi- alurin hevur skilt støðuna, so gongur tað helst ikki long tíð, áðrenn avtalan verður endaliga staðfest. -jm Jensens Bøfhus í Havn Bók um beningar BÓKAÚTGÁVA Forlagið Sprotin So kanst tú lættliga loysa gáturnar nú, tí nýggj før- oysk bendingarlæra er komin á marknaðin. Ein fitt og snotilig bend- ingarlæra, sum Jeffrei Hen- riksen hevur lagt til rættis og útgivið á Sprotanum. Bókin er vælegnað sum leitorðabók hjá lærarum, næmingum, fjølmiðlafólki, skrivstovufólki og øllum, sum onkuntíð ivast í, hvussu føroysk orð verða bend. Til ber at finna bendingar og stavsetingar av flestu føroysku orðum í bókini. Bókin er skipað við alfa- betiskum orðalista við upp- lýsingum um orðaflokk, og hvar bendingin er at finna. Kommunurnar báðu megin sjóvegis far- leiðina um Leir- víksfjørð halda lítið um uppskotið hjá Vinnumálaráðnum um at strika endur- gjaldið, tá Strand- ferðslan gevst at sigla ENDURGJALD Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Tað kom óvart á hjá Klaks- víkar og Leirvíkar Komm- unu, at Vinnumálaráðið ætlar at strika endurgjaldið fyri mist havnagjald, ið kommunurnar høvdu rokn- að við at fáa, tá sjóvegis farleiðin um Leirvíksfjørð verður niðurløgd í samband við at koyrandi verður und- ir fjørðin. Sambært galdandi regl- um eiga kommunurnar endurgjald, ið svarar til havnagjaldið í fimm ár, grundað á miðalgjaldið trý tey seinastu árini. Leirvíkar Kommuna fær í ár 780.000 krónur í havna- gjaldi fyri skipini hjá Strandferðsluni, og hevur rætt til millum tríggjar og fýra milliónir krónur í end- urgjaldi, tá siglingin um Leirvíksfjørð verður niður- løgd. - Vit hava roknað við hes- um endurgjaldinum, og tískil kemur hetta sera óvart á, sigur Sjúrður Eliasen, borgarstjóri í Leirvík. Sjúrður Eliasen sigur, at hóast málið ikki enn ikki er viðgjørt í bygdaráðnum, so fer Leirvíkar Kommuna undir ongum umstøðum at góðtaka at missa endur- gjaldið. Eisini Thorleif Sigurðs- son, varaborgarstjóri og formaður í havnanevndini í Klaksvík, heldur lítið um uppskotið hjá Vinnumála- ráðnum. - Aðrar kommunur hava fingið endurgjald, og tí meta vit okkum eisini hava rætt til endurgjaldið, sigur Thorleif Sigurðsson. Sambært galdandi regl- um hevur Klaksvíkar Kommuna rætt til millum fýra og fimm milliónir krónur í endurgjaldi. Meðan eingin ferðsla verður um ferjuleguni í Leivík, tá fasta sambandið gerst veruleiki, er støðan eitt sindur øðrvísi í Klaks- vík, vísir Thorleif Sigurðs- son á. Tí tá ferjulegan á Syðradali verður liðug skal størri skip enn Barsskor væntandi røkja hesa farleið, og skal tí nýta ferjuleguna í Klaksvík. - Men gjaldið, ið Klaks- vík fær frá Strandferðsluni í samband við siglingina um Leirvíksfjørð, missir kommunan so, staðfestir Thorleif Sigurðsson. Vánaligar grund- gevingar Borgarstjórin í Leirvík, Sjúrður Eliasen, heldur lítið um grundgevingarnar fyri at strika endurgjaldið. Hann vísir á, at Leirvíkar Kommuna hevur lagt mill- um 25 og 30 milliónir krón- ur í ferjuleguna í bygdini. Og harumframt var havna- gjaldið fyrstu árini sera lágt, og als ikki nøktandi, sigur Sjúrður Eliasen. - Og tað er burturvið at tosa um, at vit fáa ein undirsjóvartunnil í staðin fyri. Tað málið hevur einki við endurgjaldið at gera, og harumframt fær alt føroya fólk gleði av fasta sam- bandinum, sigur Sjúrður Eliasen. Hvørki Klaksvíkar ella Leirvíkar kommuna hava enn viðgjørt málið, men tað verður gjørt í næstum. Eis- ini hevur Vinnumálaráðið boðað frá, at málið verður sent kommununum til um- mælis. Kommunur: Góðtaka ikki at missa endurgjaldið Vinnumálaráðið arbeiðir við einum uppskoti um at strika endurgjaldið til tær havnir, har skipini hjá Strandferðsluni gev- ast at sigla. Uppskot- ið, sum rakar Tvør- oyri, Leirvík og Klaksvík, fer at spara landinum upp til 16,2 milliónir krónur. ENDURGJALD Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Skal ein kommuna hava endurgjald, tá ein sjóvegis farleið hjá Strandferðsluni verður flutt ella niðurløgd? Nei, heldur Vinnumála- ráðið, ið arbeiðir fyri at strika endurgjaldið til kommunurnar, ið svarar til havnagjaldið í fimm ár, grundað á miðalgjaldið trý tey seinastu árini. Málið var fyri á landsstýrisfundi týs- dagin, og verður nú sent út til kommunurnar til hoyr- ingar. - Talan er um bæði ein prinsipiellan og peningalig- an spurning. Ein kann spyrja, um tað er rætt, at tað almenna, sum í síni tíð rindaði størsta partin av havnum til strandfaraskip, nú eisini skal veita endur- gjald, tá farleiðir verða niðurlagdar. Harumframt er talan um, at tað almenna skal spara pengar, sigur Bjarni Djurholm, lands- stýrismaður í vinnumálum. Tøl hjá Vinnumálaráð- num vísa, at í flestu førum hevur landið rindað millum 60 og 80 prosent av kostn- aðinum, tá havnir eru gjørdar til skipini hjá Strandferðsluni. Í dag er mannagongdin broytt, so landið í flestu førum ger sínar egnu havnir og ber allan kostnaðin. Dømi um hetta eru samferðslu- havnirnar á Drelnesi og á Syðradali. Landsstýrismaðurin í vinnumálum vísir á, at broytingar í flestu førum verða framdar, tí okkurt betur kemur í staðin. – Siglingin til hesar havnir heldur uppat, tí nýggjar havnir verða bygd- ar ella tí at fast samband kemur í staðin, sigur Bjarni Djurholm og spyr, um tað tí er rímiligt, at tað almenna harumframt skal veita end- urgjald. Sparingar Vinnumálaráðið hevur roknað seg fram til, at við uppskotinum kann tað almenna spara upp til 16,1 milliónir krónur. At tað ikki ber til at siga heilt neyvt, hvussu stór sparingin verður, kemst av, at Tvør- oyar Kommuna hevur stevnt Strandferðsluni eftir hægri endurgjaldi enn tí, sum kommunan í dag stendur til at fáa. Harum- framt hevur Vestmanna Kommuna stevnt Strand- ferðsluni eftir hægri end- urgjaldi, men har er støðan eitt sindur øðrvísi, tí kommunan fær undir øllum umstøðum endurgjald, tí farleiðin um Vestmanna- sund sum kunnugt er niður- løgd. Verður uppskotið hjá Vinnumálaráðnum sam- tykt, fer tað at raka Tvør- oyri, Leirvík og Klaksvík, ið ikki fara at fáa endur- gjald, tá sjóvegis farleið- irnar til hesi pláss ávíkavist verða flutt og niðurløgd. Hevur skund Bjarni Djurholm sigur, at letur tað seg gera, so verður uppskotið lagt fyri løgting- ið í hesi tingsetu. Og somu- leiðis hevur uppskotið um at strika endurgjaldið til kommunurnar verið við í arbeiðnum hjá samgonguni at smíða fíggjarlógina fyri 2004. Landsstýrismaðurin í vinnumálum vísir tó á, at fyrst skal uppskotið til hoyringar hjá kommunun- um. FLUTNINGUR Íslendska flutningsfelag- ið Samskip fer í fram- tíðini at leggja at í Klaks- vís á veg úr Íslandi til Immingham í Stóra- bretlandi. Farmaleiðir hjá Strandferðsluni hevur í hesum sambandi fingið avtalu um skipaav- greiðslu og flutning í Føroyum. 1. apríl verður ein nýggjur møguleiki hjá útflytarum at fáa sína vøru á bretska og evrope- iska marknaðin. Tá fer farmaskipið Skaftafelli hjá íslendsku flutnings- fyritøkuni Samskip at leggja at í Klaksvík, á veg av Reyðafirði í Íslandi til Immingham í Bretlandi. Í fyrstu atløgu verður siglt á Klaksvík 14. hvønn dag. Í hesum sambandi hev- ur Farmaleiðir hjá Strandferðsluni fingið í lag avtalu við íslendska reiðaríið. Farmaleiðir skal avgreiða allan farm- in hjá Samskip í Klaks- vík, og harumframt skulu Farmaleiðir taka sær av flutningi til og úr Klaks- vík. - Hetta kemur væl við, sigur Heini á Borg, leið- ari á Farmaleiðum, og vísir á, at flutningurin hjá teimum annars er mink- andi. Heini á Borg dugir tó ikki at siga, hvussu stór- an týdning avtalan hevur fyri Farmaleiðir. Tað veldst um, hvussu nógv- an farm, talan verður um at avgreiða. Fyri Farmaleiðir verð- ur ikki talan um at gera nakra íløgu afturat í Klaksvík. Fyritøkan fær ein stóran trukk, ið kann lyfta konteynarar, frá Samskip, og í fyrstu at- løgu kunnu verandi starvsfólk hjá Farma- leiðum í Klaksvík røkja hesa uppgávuna afturat. Skaftafelli er bygdur í 1997. Skipið er 120 metrar langt, stingur 6,4 metrar og lastar 364 20- fóts konteynarar. Áramál er ikki sett á avtaluna millum Sam- skip og Farmaleiðir, tí enn er ov tíðliga at siga, hvørt farleiðin fer at bera seg í framtíðini. Í næst- um fer Samskip at seta eitt sølufólk í Føroyum. JBH RÚSDREKKASØLA - Einki hald er í leysa- søgunum um at deildin í Runavík skal flyta í onn- ur høli, og minkandi søl- an ger hølistrupulleikan minni átrokandi, sigur Dagmar Joensen, stjóri í Rúsdrekkasølu Landsins. Minkandi ferðin á samfelagshjólunum ger hølistrupulleikarnar hjá Rúsdrekkasølu Landsins í Eysturoynni minni átrokandi. Í fleiri ár hevur Rúsan leitað eftir betri hølum til deildina í Eysturoynni. Serliga eru tað parker- ingsviðurskiftini og at- komumøguleikarnir ann- ars, sum ikki eru nøkt- andi í deildini í Runavík. Rúsdrekkasølan hevur fingið bjóðað fleiri høli í Eysturoynni, og eisini hava samráðingar verið við útleigarar. - Fyri tveimum árum síðani vóru trupulleik- arnir átrokandi. Men nú er minni virksemi, og sølan er minkandi, sigur Dagmar Joensen, stjóri í Rúsdrekkasølu Landsins. Í fjør minkaði sølan hjá Rúsdrekkasølu Landsins við trimum prosentum, sammett við árið fyri, og higartil í ár hevur gongd- in verið tann sama. Minni verður selt. Tí hava ætlanirnar um at flyta í onnur høli lægri raðfesting í dag enn fyri fáum árum síðan. - Seinastu tvey árini hava ongar samráðingar verið, og í løtuni eru ongar ætlanir um at flyta deildina í Eysturoynni, sigur Dagmar Joensen. JBH Samskip sigla á Klaksvík Rúsan flytur ikki Endurgjaldið strikast – Tað er bæði av prinsipiellum orsøkum og fyri at spara pengar, at ætlanin er at strika endurgjaldið til kommunur, tá ein sjóvegis farleið verður flutt ella niðurløgd, sigur Bjarni Djurholm, ið væntar at spara upp til 16,1 milliónir krónur C M Y K 5 4