Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-13, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. juni 2012síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mikudagur 13. juni 2012 · Nr. 67 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur euro 2012 Bólkur C Dystirnir verða spældir: Gdans og Poznan, Pólland Bólkur D Dystirnir verða spældir: Donetsk og Kiev, Ukraina Italia – Kroatia 14/06 17:00 (Póllandi, Poznan) Bæði Italia og Kroatia komu væl frá fyrstu dystunum. Italia spældi javnt móti Spania, meðan kroatar vunnu greið­an sigur á Írlandi. Italia tók tey flestu av bóli við at stilla upp við trim­ um í verjuni og fimm á miðvøllinum. Hug­skotið var at gera tað torført hjá sponsku bóltsnillinginum at spæla sína mill­um á miðvøllinum. Dysturin móti Kroatia er ein heilt annar dystur og tað er ikki vist at Cesare Prandelli fer at halda fast um somu leikskipanan nú mótstøðan er ein onnur. Mario Balotelli kláraði sjálvandi eis­ ini at koma í fokus, tá hann tók sær alt ov góða tíð frammanfyri málinum og bleiv taklaður. Stutt seinni varð hann útskiftur fyri Antonio Di Natale, sum lítla løtu seinni legði Italia á odda. Verður tað so Mario Balotelli ella Antonio Di Natale, ið byrjar hesaferð? Spania – Írland 14/06 19:45 (Póllandi, Gdansk) Í dystinum móti Italia valdi Vicente Del Bosque at spæla uttan ein beinleiðis fram­herja, men heldur við trimum fram­rættaðum miðvallarum. Hetta eydn­aðist sum so væl, tí málið hjá Cesc Fabregas var júst eitt tekin um hvussu hend­an leikskipanin riggar. Spurningurin hjá spaniólum er um teir ikki skulu senda Fernando Lorente ella Fernando Torres á vøllin frá byrjan móti einum írskum liðið, ið hevur ein bretskan spælistíl. Fernando Torres hev­ur spælt í Premier League síðani 2007, meðan Fernando Llorente stóð seg væl ímóti Manchester United í Evropa League. Kravi til spaniólar er stutt og greitt ein sigur. Fyri Írland verður talan um tor­ førastu uppgávuna til hetta EM enda­ spælið. Spania er sterkasta liðið í bólkinum og sum Írland avrikaði móti Kroatia, so bendir einki á at teir verða at síggja í EM eftir bólkaspælið. Dysturin í tølum: Spælbýti: 55% - 45% Skot á mál 15 - 1 Skot viðsíðuna av 4 - 2 Hornaspørk 11- 4 Gjørd fríspørk 9 - 7 Gul kort 0 -2 Reyðkort 0 - 0 Dómari: Nicola Rizzoli (Italia) Frakland: 4-2-3-1 Lloris - Debuchy, Rami, Mexes, Evra – Cabaye(Ben Arfa 84.min), Diarra - Nasri, Malouda(Martin 84.min), Ribery – Benzema Á bonkinum: Mandanda, Giroud, Matuidi, Reveillere, Menez, M'Vila, Valbuena, Clichy, Koscielny, Carrasso England: 4-4-1-1 Hart - Johnson, Terry, Lescott, Cole - Milner, Gerrard, Parker(Henderson 77.min), Oxlade- Chamberlain(Defoe 77.min) – Young og Welbeck(Walcott 90.min) Á bonkinum: Green, Carroll, Baines, Jones, Jagielka, Downing, , Butland Dysturin í tølum: Spælbýti: 66% - 34% Skot á mál 5 - 6 Skot viðsíðuna av 8 - 6 Hornaspørk 3-2 Gjørd fríspørk 12 - 20 Gul kort 0 -2 Reyðkort 0 - 0 Dómari: Cuneyt Cakir (Turkaland) Ukraina: 4-3-1-2 Pyatov - Gusev, Mykhalyk, Khacheridi, Selin - Yarmolenko, Tymoschuk, Konoplianka(Devic 90+2.min)– Nazarenko – Voronin(Rotan 85.min), Shevchenko(Milevskiy 82.min). Á bonkinum: Koval, Kucher, Garmash, Aliev, Shevchuk, Rakitskiy, Butko, Goryainov Svøríki: 4-2-3-1 Isaksson - Lustig, Mellberg, Granqvist, Martin Olsson - Elm, Kallstrom – Larsson(Wilhelmsson 68.min), Ibrahimovic, Toivonen(Svensson 64.min)– Rosenberg(Elmander 71.min) Á bonkinum: Wiland, , Jonas Olsson, Antonsson, Wernbloom, Safari, Holmen, Hansson, Bajrami Frakland - Ongland 1-1 (1-1) 0-1 Joleon Lescott, 30 1-1 Samir Nasri, 39 Ukraina - Svøríki 2-1 (0-0) 1-0 Zlatan Ibrahimovic, 52 1-1 Andrei Shevchenko, 55 2-1 Andrei Shevchenko, 62 1 Kroatia 1 (3 - 1) 3 2 Spania 1 (1 - 1) 1 3 Italia 1 (1 - 1) 1 4 Írland 1 (1 - 3) 0 Støðan: d mál stig Frakland – Ongland 1-1 (1-1) Frakland og Ongland deildu stigini í fyrsta dystinum í bólki D. Tað vóru Man­chester City leikararnir, Joleon Lescott fyri Ongland og Samir Nasri fyri Frakland, ið skoraðu málini í 1-1 javn­ leik­inum. Roy Hodgson hevði valt unga Arsenal vongin, Alex Oxlade- Chamerlain, framum eitt nú Stewart Downing og Theo Walcott. Fyri Frakland gjørd­ist Yann M’Vila ikki klárur nokk til at byrja inni. Ongland kom á odda aftaná ein hálv­an tíma, tá Steven Gerrard sendi eitt hart og neyvt fríspark innfyri til Joleon Lescott, sum úr stuttari fjarstøðu stút­ aði bóltin í málið. Fimm minuttir fyri hálvleik bragd­aði so hjá fraklendingum. Eftir smá­spæl stutt uttanfyri brotsteigin í vinstru, smekkaði Samir Nasri til lágt við nærm­ astu stong. Liðfelagin úr Manchester City, Joe Hart, var knappur niður, men megnaði ikki at steðga skotinum. Talan var ikki um ein hendingaríkan dyst. Mesta av spælinum fyri á miðjum vøllin og sjáldan var vandi frammanfyri málunum í opnum spælið. Ukraina – Svøríki 2-1(0-0) Andrei Shevchenko skoraði bæði mál­ ini, tá Ukraina vann 2-1 á Svøríki. Zlatan Ibrahimovic legði annars Svøríki á odda. Svøríki byrjaði við Markus Rosenberg á topp og Zlatan Ibrahimovic stutt aftan­fyri. Fyri Ukraina var Andrei Shevcheko fremsti maður. Sjey minuttir eftir steðgin legði Zlatan Ibrahimovic Svøríki á odda, tá hann prikaði eina fríspæling frá Kim Kallstrøm í málið. Ukraina svaraði skjótt aftur. Bara tríggjar minuttir seinni stútaði Andrei Shevchenko eitt innlegg úr høgru í mál. Hann dystaðist Olaf Mellberg og varð fyrstur á innleggið. Tá dysturin var ein hálvan tíma gamal legði Andrei Shevchenko Ukraina á odda. Eftir horna­spark sníkti hann seg framum Zlatan Ibrahimovic og stútaði bóltin í mál við nærmaru stong. Alt í alt hevði Ukraina sigurin uppi­ borið. Teir høvdu bóltin meir og skaptu fleiri møguleikar enn Svøríki. 1 Ukraina 1 (2-1) 3 2 Frakland 1 (1-1 ) 1 3 Ongland 1 (1-1) 1 4 Svøríki 1 (1-2) 0 Støðan: d mál stig »Frakland hevur ikki tapt í 22 landsdystir.« (Opta) Tekstur: Tróndur Arge, trondur@sosialurin.fo