mikudagur 13. juni 2012síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 13. juni 2012 · Nr. 67
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttur
Bólkur A
Dystirnir verða spældir: Warsaw og Wroclaw, Pólland
euro 2012
Bólkur B
Dystirnir verða spældir: Kharkic og Lviv, Ukraina
Grikkaland – Kekkia 1-2 (0-2)
Kekkia vann ein søguliga sigur á Grikka
landi. Sigurin gjørdist søguligur, tí
ongantíð hevur eitt lið til eitt EM enda
spæl megnað at skorað tvey mál í seks
teimum fystu minuttinum. Tað megnaði
Kekkia.
Longu aftaná tríggjar minuttir legði
Petr Jiracek Kekkia á odda, tá hann
bleiv sendur avstað móti málinum og
skoraði.
Bara tríggjar minuttir seinni økti
Vaclav Pilar, tá hann var fyrstur á eitt
flat innlegg úr høgru. Ongantíð hevur
eitt lið lagt seg á odda 2-0 so tíðliga í
einum EM endaspælsdysti.
Í seinna hálvleiki gjørdi Petr Cech ein
brølara í málinum. Hann og miðverjin
tóktust misskilja hvønn annan og so
stóð Theofanis Gekas púra leysur og
kundi minka um munin fyri grikkar.
Eftir málið megnaðu grikkar ikki so
mikið sum at fáa eitt skot á mál.
Pólland – Russland 1-1 (0-1)
Upptaktin til dystin var merkt av
ófriðinum í Warsawa, men á sjálvum
leikvøllinum og vøllinum merkist einki
til spentu politisku støðuna.
Russland kom á odda stutt fyri
hálvleik, tá Alan Dzagoev stútaði eitt
fríspark frá Andrei Arshavin í málið.
Fyrri hálvleikur var annars javnur og væl
spældur. Pólland hevði eina ferð bóltin
í russiska málinum, men dømt varð fyri
rangstøðu.
Góðar tíggju minuttir inn í seinna
hálvleik javnaði polski liðskiparin, Jakub
Blaszczykowski. Hann rak inn frá høgru
og smekkaði bóltin í handara síðunet.
Eitt frálíkt mál.
Talan var um ein tættan dyst við
góðum spæli til tíðir, meðan tað sást
at orkan hevði hug at ganga undan
móti dystarenda. Russland er oddalið
í bólkinum, meðan Pólland hevur tvey
stig á triðja plássi aftanfyri Grikkaland.
Danmark – Portugal 13/06 17:00
(Ukraina, Lviv)
Danmark tók alt fótbóltsevropa á bóli,
tá teir vunnu 1-0 á favorittinum úr
Hollandi í fyrsta dystinum. Einsamalla
málið skoraði Brøndby leikarin, Michael
Krohn-Delhi. Tað, sum kanska tók tey
flestu av bóli, var djarva spæla hjá
Morten Olsen og hansara monnum á
egnari hálvu.
Teir spældu altíð bóltin stutt frá
málinum og tað riggaði til tíðir væl,
men tvær ferðir var um at ganga gali.
Nú verður spennandi at síggja um
Morten Olsen heldur fast við sama
spælið, ella um hann kemur við nøkrum
nýggjum. Ongin av donsku leikarunum
spældi seg av liðnum og tí verður verður
ongin avsettur uttan so at tað er orka,
skaðar ella taktikkur, ið spælir inn.
Portugal hevur orð á sær at klára
seg illa í mun til tær vónir, ið fólk hava
til Cristiano Ronaldo og hansara lands
menn. Portugal stóð seg als ikki illa í
1-0 tapinum fyri Týsklandi og tapið
merkir ikki, at Portugal eru á veg heim
longu nú.
Danmark og Portugal vóru í bólki
saman í undankappingini. Danmark kom
til EM endaspælið sum vinnari av bólk
inum, men í innanhýsis dystinum teirra
millum vunnu portugisar í Portugal og
danskararnir vunnu í Parkini.
Holland – Týskland 13/06 19:45
(Ukraina, Kharkic)
Holland eru kroystir undan dystinum í
móti Týsklandi. Í Hollandi eru tey ikki
heilt nøgd við at Holland hevði tveir
verjukendar miðvallarar á vøllinum
fyrsta tíma móti dønum, men tað
verða teir helst noyddir til ímóti týsku
maskinuni.
Týskland spældi ikki beinleiðis væl
í fyrsta dystinum, men greiddu sína
skyldu og vunnu. Tað er ikki óhugsandi,
at talan verður um eitt líknandi avrik frá
teimum í dag. Týskland er ein av stóru
favorittinum at vinna EM.
1 Týskland
1 (1 - 0)
3
2 Danmark
1 (1 - 0)
3
3 Holland
1 (0 - 1)
0
4 Portugal
1 (0 - 1)
0
Støðan:
d
mál
stig
Dysturin í tølum:
Spælbýti: 54% - 46%
Skot á mál 5 - 3
Skot viðsíðuna av 2 - 5
Hornaspørk 1 - 4
Gjørd fríspørk 14 - 26
Gul kort 3 - 3
Reyðkort 0 - 0
Dómari: Stephane Lannoy (Frakland)
Grikkaland: 4-5-1
Chalkias (Sifakis 23.min) - Torosidis, Kyriakos
Papadopoulos, Katsouranis - Holebas, Fotakis
(Gekas 45.min), Maniatis, Karagounis , Salpingidis,
Fortounis (Mitroglou 71.min)- Samaras, .
Á bonkinum: Tzorvas, Tzavelas, Malezas, Makos,
Liberopoulos, Ninis, Fetfatzidis.
Kekkia: 4-2-3-1
Cech - Gebre Selassie, Sivok, Kadlec, Limbersky -
Hubschman, Plasil - Jiracek, Rosicky (Kolar 46.min
(Rajtoral 90.min), Pilar – Baros (Pekhart 64.min).
Á bonkinum: Lastuvka, Suchy, Hubnik, Necid,
Rezek, Petrzela, , , Lafata, Darida, Drobny.
Dysturin í tølum:
Spælbýti: 43% - 57%
Skot á mál 9 - 3
Skot viðsíðuna av 6 - 4
Hornaspørk 4 - 6
Gjørd fríspørk 12 - 13
Gul kort 2 -2
Reyðkort 0 - 0
Pólland: 4-2-3-1
Tyton - Piszczek, Wasilewski, Perquis, Boenisch
– Dudka(Mierzejewski 74.min), Polanski
(Matuszczyk 85.min)- Blaszczykowski, Murawski,
Obraniak(Brozek 90+3.min).– Lewandowski.
Á bonkinum: Sandomierski, Wojtkowiak, Kaminski,
Rybus, Wawrzyniak, Sobiech, , Wolski, Grosicki,
Russland: 4-3-3
Malafeev - Aniukov, Berezutsky, Ignashevich,
Zhirkov - Shirokov, Denisov, Zyryanov - Dzagoev,
Kerzhakov(Pavlyuchenko 70.min), Arshavin.
Á bonkinum: Akinfeev, Sharonov, Izmailov,
Kombarov, Kokorin, Granat, Pogrebnyak, Nababkin,
Glushakov, Semshov, Shunin.
Grikkaland - Kekkia 1-2 (0-2)
0-1 Petr Jiracek, 3
0-2 Vaclav Pilar, 6
1-2 Theofanis Gekas, 53
Pólland - Russland 1-1 (0-1)
0-1 Alan Dzagoev, 37
1-1 Jakub Blaszczykowski, 57
1 Russland
2 (5 - 2)
4
2 Kekkia
2 (3 - 5)
3
3 Pólland
2 (2 - 2)
2
4 Grikkaland
2 (2 - 3)
1
Støðan:
d
mál
stig
Tekstur: Tróndur Arge, trondur@sosialurin.fo