Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-13, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 13. juni 2012síða 29

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Mikudagur 13. juni 2012 · Nr. 67 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ítróttur Pætur Albinus Tað var farna vikuskifti, at ÍF Før­ oyar tryggjaði sær uppflytingina við at vinna 1-2 á útivølli í móti HB, sum liggur á triðja plássi. Rókur av Fløtum Jespersen og Jákup Sørensen, sum er uppvaksnir í ávíka­vist HB og B71, gjørdu málini. Venjarin væl nøgdur Andras K. Thomassen hevur verið venjari hjá ÍF Føroyum síðani 2007, seinasta hálvaannað árið sum venjari hjá besta mansliðnum. Hann greiðir soleiðis frá góðu gongd felagsins. – Várhálvan í fjør eydnaðist sera væl og tískil var uppflyting málið, sum vit settu í august. Nú hetta er rokkið, er tað ongin loyna, at vit eru stak væl nøgdir. Uppflytingin er tryggjað, hóast tvey umfør eru eftir at leika, og tað er ongin ivi um, at hetta fyrst og fremst kemst av, at hópurin er bæði góður og breiður. Nógvir mans himprast ikki við at royna seg á ymsum plássum, og tískil hevur tað verið lætt at seta mann í mans stað. Liðið hevur leikt støðugt væl alt kappingarárið, og hevur einans latið 22 mál inn í 24 dystum og gjørt heili 70 mál, greiðir venjarin Andras K. Thomassen frá. Nýggi formaðurin fegnast Ingibjørn Johannesen er formaður í ÍF Føroyar fótbóltur. Hann fegnast sjálvsagt um, at felagið aftur hevur eitt lið í Keypmannahavnar-seriuni fyri fyrstu ferð í fimm ár. – Í einum lítlum felagi sum okk­ ara, hevur hvør einasti limur og stuðul avgerandi týdning. Felagið telur nógvar dugnaligar leikarar og góðar venjarar, umframt at vit eis­ini hava eina vælskipaða nevnd. Haraftrat hava vit ein sera góðan høvuðsstuðul hjá mansliðnum í Elektron. Alt hetta hevur gingið upp í eina hægri eind í ár, og tað hevur stóran týdning fyri ÍF Føroyar, at vit merkja úrslitið av okkara miðvísa arbeiði, sigur Ingibjørn Johannesen, for­maður í ÍF Føroyum. albinus@sosialurin.fo ÍF Føroyar flytur upp Fótbóltur Besta mansliðið hjá ÍF Føroyar fótbóltur hevur tryggjað sær uppflyting í Keypmannahavnar-seriuna. Tað er at meta sum eitt megnar úrslit, tí ikki síðani 2007 hevur ÍF Føroyar spælt fótbólt á so høgum støði Pætur Albinus Fyri góðum mánað síðan bleiv kapp­ast í tí sokallaða sprint- tein­inum, ið er 750 metrar svimjing, 20 km súkkling og 6 km renning. Nú verður kappast í tí sokallaða OL-teininum. Lut­ tak­ararnir skulu fyrst svimja 1,5 km, síðan súkkla 40 km og at enda renna 10 km. Í nógv ár hevur súkkluteinurin verið frá Tórshavn til Kaldbak og so aftur til Tórshavn. Ein góður teinur, og nevndin í Føroya Triathlon hevur tískil avgjørt, at kappast verður á júst hesi rutu aftur í ár.Koyrt verður frá Svimjihøllini í Gundadali, til Kaldbaks, Kaldbaksbotn, aftur til Kaldbaks og framvið Plantu­søluni, niðan til rund­ koyringina við R. C. Effersøes­ gøtu og oman aftur til Plantu­ søluna, har málið er. Renningin verður frá Plantu­søluni, eftir Strond og til Eik Banka, har vent verður. Runnið verður niðan aftur til Plantu­søluna. Hesin teinur er fimm kilometrar, og skal tí rennast tvær ferðir. Guðmundur favorittur Gudmundur Joensen er besta boð at vinna kappingina hjá monn­um, og Súsanna Skylv besta boðið hjá kvinnum. Málið hjá Gudmundi er at koma undir tveir tímar, og viðr­ar sunnudagin, so er møgu­ leiki hjá honum at seta nýtt føroyskt met. Kappingin sunnudagin er ein av tveimum úttøkukappingum í samband við Oyggjaleikirnar á Bermuda komandi ár. Skal ein gera sær vónir um at sleppa á bruttolandsliðið, so er kravið hjá monnum, at ein skal fullføra teinin uppá 2 tímar og 15 minuttir. Hjá kvinn­ um er kravtíðin 2 tímar og 25 minuttir. albinus@sosialurin.fo FM í triathlon sunnudagin Triathlon Nú sunnudagin kl. 13 verður kappast um FM-heitið í Triathlon. Kappast verður á einum OL-teini, sum er styttri enn vanligi triathlon-teinurin Pætur Albinus Magnus Jákupsson er upprunaliga úr Havnar Svimjifelag, men svimur nú dagliga í Vanløse í Danmark. Metini setti hann á stóru Mare Nostrum svimjustevnuni í Monaco, Fraklandi. Fyrsta metið varð sett leygar­ dagin í 100 metra ryggsvimjing. Hann svam teinin við tíðini 58.12, og er hetta ein betring av metinum, sum sjálvur setti í EJM í Beograd, Serbia, í fjør. Tá var tíðini 58.51. Seinna metið setti hann sunnu­ dagin í 200 metra ryggsvimjing. Tíðin var 2:07.29, og er hetta ein betr­ing av hansara egna metið, sum hann somuleiðis setti við EJM í fjør. Tá var tíðini 2:08:88. Hetta seinna metið er umframt føroyskt met eisini føroyskt junior­ met. albinus@sosialurin.fo Magnus sett tvey føroyskt met Svimjing Føroyski svimjarin, 17 ára gamli Magnus Jákupsson, setti um vikuskiftið tvey nýggj føroysk met Mynd: Álvur Haraldsen