Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-03-11, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 11. mars 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 49 - 11. mars 2004 Nr. 49 - 11. mars 2004 9 Nú líður væl til, at freistin at søkja á skúlar, er úti. Allir skúlar koyra við lýs- ingarherferðum fyri at fáa so nógvar um- søkjarar sum tilber. Tveir mans, sum hava gingið á Tekniska skúla í Klaksvík fyri níggju árum síðani, eru í dag lidnir við teirra framhaldandi útbúgvingar, og teir siga, at tað ræður um at velja tað, sum er rætt fyri ein sjálvan ÚTBÚGVING Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Klaksvík: Nógvir skúlar lýsa í hesum døgum, har tey royna at fáa ung at søkja inn á skúla til komandi skúlaár. Mangir eru hættir- nir, sum nýttir verða at fanga áhugan hjá ung- fólkum og øðrum, sum hava ætlanir um at røkka einari miðnámsútbúgving. Í 1993 byrjaði ein nýggj útbúgving á Tekniska skúla í Klaksvík, sum kallaðist Hægri Tøkni. Ein teknisk studentarútbúgving, har møguleikar eru fyri at ar- beiða í verkstøðum, um- framt vanligu lærugreinir- nar, sum eiga og skulu til. Høgni Kastalag og Svein Rógvi Nielsen vóru tveir av næmingunum, sum gingu í fyrsta HT flokkinum á skúlanum. Hetta var í 1993 og sum sagt fyrsta árið, at Hægri Tøkni útbúgvingin kundi takast á skúlanum. Verkætlanir menna Teir báðir Høgni og Svein Rógvi, sum ávíkavist eru úr Klaksvík og Havn, siga, at útbúgvingin hevur havt nógv at siga fyri teir báðar í teirra framhaldandi útbúgv- ingum, og eru teir tískil sannførdir um, at HT var teirra rætta val. Høgni er í dag arkitektur, og Svein Rógvi eksport-teknikkari, sum er ein útbúgving innan sølu og tænastu. – Tað er hetta við verk- ætlanar og bólkaarbeiðin- um, sum hevur havt ótrú- liga stóran týdning fyri meg undir mínari útbúgving sum arkitektur, sigur Høgni. Svein Rógvi nikkar sam- tykkjandi og leggur afturat, at somuleiðis eru umstøð- urnar í Klaksvík góðar. Her hugsar hann, um ein kemur aðrastaðnis frá til Klaks- víkar at ganga í skúla. Svein Rógvi er havnar- maður og er helst best kendur innan hondbóltin. Síðani hann varð liðugur á HT hevur hann nomið sær útbúgving sum eksport- teknikkari og annars verið professionellur hondbólts- venjari. Ítróttur hevur altíð havt sera nógv at siga fyri hann, og heldur hann, at tað var sera gott fyri hann at koma til Klaksvíkar tann tíð tað var. – Her eru góðar umstøð- ur fyri ítróttinum, so tað bar væl til hjá mær at hava ítriv av ymsum sløgum við síð- una av dagligu skúlagongd- ini. Tað var nakað, sum vigaði tungt í míni avgerð fyri at koma hendanvegin, greiðir Svein Rógvi frá. Alt broytist Teir báðir ásanna tó, at miðnámsskúlarnir íd ag helst allir eru nógv broyttir, síðani teir lótu dyrnar aftur á Tekniska skúla fyri sein- astu ferð í 1995. Tekniski skúlin í Klaks- vík er mentur meira síðani tá. Og teir vita, at aðrir miðnámsskúlar eisini ar- beiða við smærri verkætl- anum gjøgnum útbúgving- arskeiðið. Tá teir báðir gingu á HT vóru tríggir verkstaðir, sum veljast kundi ímillum. Í dag eru tveir verkstaðir komnir aft- urat, og tað halda teir er avbera gott fyri skúlan. Báðir siga teir, at tað góða við júst Tekniska skúla, eru nevniliga verk- staðirnir. Hetta halda teir lata upp fyri møguleikum at menna seg innan eitt ávíst øki, um ein vil tað. – Og tað kann koma ein- um væl við í einari fram- haldandi útbúgving, siga teir báðir Høgni Kastalag og Svein Rógvi Nielsen, sum leggja dent á, at tað ræður um at velja rætt, tá ein fer undir miðnámsút- búgving. Ímeðan tey fyrstu skotini verða latin av í sambandi við arbeiði við inntakinum til Norðoyatunnilin, verður eitt øki við Skálan í Klaksvík planerað og gjørt klárt til skúrar og annað, sum arbeiðs- fólk hjá NCC skulu búleikast í BYGGING Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Klaksvík: Yvir av eldra- sambýlinum á Bøgøtu ar- beiða menn við at gera eitt øki klárt til fólk frá NCC at búleikast í, meðan arbeiðið upp á norðoyatunnilin fer fram. So nú fara tey eldru fólkini at fáa aðrar grannar enn matvøruhandil, svimji- høll, ítróttarhøll og dansi- høli. Skúrar verða settir upp til einar 20 mans at búgva í, meðan arbeiðið upp á undirsjóvartunnilin fer fram. Eisini verður ein kantina har. NCC vendi sær til Klaks- víkar kommunu og spurdi, um kommunan kundi leiga teimum eitt øki til arbeiðs- fólkið at búleikast í. Teir vildu helst hava eitt stað, sum liggur nakað burtur frá arbeiðsøkinum í Borðoyar- vík. Kommunan vísti teimum á trý ymisk støð, har eitt tilhaldsøki kundi gerast, og valið fall so á økið millum Skálan og KÍ høllina. Steinbjørn Jacobsen sigur, at einasta treyt frá kommununi var, at teir ikki koma inn á økið, har ætlanin er at gera nýggja badmintonhøll í býnum. NCC ger alt arbeiðið sjálvir, og hava teir fingið at vita, at økið skal latast kommununi aftur í sama standi, sum tað var í frammanundan, um ikki kommunan til ta tíð hevur aðrar ætlanir við økinum. Arbeiðsøki Uppi við Borðoyavík gong- ur arbeiðið væl nú. Tað var nakað tarnað av kavanum, sum var herfyri, men nú er ferð sett á. Sum sagt varð fyrsta skotið fyri inntakin- um latið av mánadagin, og nú verður ferð sett á tað arbeiðið fyri at klárt skal verða at lata tað fyrsta skot- ið av til sjálvan tunnilin. Ætlanin er, at tað arbeiðið skal byrja eftir páskir. Eitt øki sunnan fyri bátahylin í Borðoyavík skal fyllast út og nýtast sum arbeiðsøkið hjá Føroya Konsortium. Einir 30.000 ella 40.000 rúmmetrar skulu fyllast har, og tað er tað fyrsta, sum verður gjørt, áðrenn farið verður í holt við at fylla aðrastaðni sam- bært ætlanum hjá Klaks- víkar kommunu. NCC ger sum sagt sjálvt alt arbeiðið við at fáa eitt búpláss til síni arbeiðsfólk, og alt er upp á teirra egnu rokning. – Væntandi verður búøk- ið klárt at taka í nýtslu sein- ast í hesum mánaðinum, sum eg havi skilt tað, sigur Steinbjørn Jacobsen, borg- arstjóri. Rætta út- búgvingin er avgerandi NCC setur búgv Eitt nýtt fyribils grannalag verður nú bygt í Klaksvík. NCC er í ferð við at gera eittøki við skúrum, har teirra arbeiðsfólk skal búgva og annars halda til, tá teir ikki eru í tunlinum Høgni Kastalag og Svein Rógvi Nielsen, sum fyri níggju árum tóku HT prógv á Tekniska skúla í Klaksvík siga, at tað kann hava stóran týdning fyri framhaldandi útbúgving, at ein velur røttu miðnámsútbúgvingina DANSUR OG SKEINKING Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Ikki sørt av kjaki hevur ver- ið í bløðunum um, at ein meiriluti av býráðslimun- um í Runavíkar kommunu gingu ímóti umsóknini hjá Kenneth Rasmussen um dansi- og skeinkiloyvi. Av teimum níggju bý- ráðslimunum, atkvøddu fýra fyri at geva Kenneth hetta loyvi, meðan fýra vóru ímóti. Ein atkvøða – atkvøðan hjá Hans Jakku Lamhauge – var blonk. Tískil fall málið undir at- kvøðugreiðsluni á býráðs- fundi, 26. februar. Undan atkvøðugreiðsluni í býráðnum, hevði fíggjar- nevndin havt málið til viðgerðar, og eina viku fyri endaligu støðutakanina, hevði fíggjarnevndin eisini fund við umsøkjaran. Í fíggjarnevndini í Runa- víkar býráði sita býráðs- formaðurin, Rodmundur Nielsen, Ragnar Olsen og Sæunn Hansen. Við tað, at býráðsfor- maðurin eigur í bygningin- um á Høgabóli, sum Kenn- eth hevði ætlanir um at leiga til endamálið, metti Rodmundur seg ikki at vera luttøkuføran. Tískil tók varabýráðsformaðurin, Hans Petur Ellingsgaard, sessin hjá Rodmundi í fíggjarnevndini. Vanliga tekur fíggjar- nevndin støðu í ymisku málunum og ger tilmæli til býráðið, men í hesum før- inum hevði nevndin tó einki endaligt tilmæli til av- gerandi býráðsfundin. Í fyrsta lagi var nevndin ikki samd, og haraftrat varð mett, at býráðslimirnir ann- ars høvdu ymiskar mein- ingar um málið. Tískil varð hildið rættast, at avgerðin varð tikin á sjálvum fund- inum. Hóast býráðsformaðurin metti seg ikki at vera lut- tøkuføran undir viðgerðini í fíggjarnevndini, atkvøddi hann á býráðsfundinum, 26. februar, fyri at geva Kenneth Rasmussen prin- sipielt dansi- og skeinki- loyvi. Í samrøðu við onnur bløð hevur Rodmundur Nielsen sagt, at tað var býráðið, sum kravdi, at hann kom inn á fundin at atkvøða í málinum. Søgan er hon, at býráðið varð biðið um at taka støðu til, um Rodmundur var lut- tøkuførur ella ikki. Tá ið atkvøtt varð, vóru allir býráðslimirnir fyri – uttan Ragnar Olsen, sum at- kvøddi ímóti. Ragnar Olsen, bý- ráðslimur í Runavíkar kommunu, var ein av teimum fýra, sum at- kvøddi ímóti at geva Kenneth Rasmussen dansi-og skeinkiloyvi. Hann heldur ikki, at málið er nóg væl lýst frá teirri síðuni, sum var ímóti at geva hetta loyvi. – Eg eri ímóti at fíggja ung- dómsvirksemi við skeinking, sigur hann DANSUR OG SKEINKING Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Ragnar Olsen sigur, at kvota er í Runavíkar kommunu til tvey skeinki- loyvi, harav annað er fingið í hesi býráðssetuni. John’s Resturant hevur annað loyvi, meðan hitt framvegis liggur hjá loyvisnevndini. - Kommunan søkti um hetta loyvi, tí vit høvdu eina umsókn liggjandi um matstovuvirksemi saman við einum skeinkiloyvi. Við tað, at talan var um eitt skeinkiloyvi við atliti til eina matstovu, var meiriluti í býráðnum fyri at søkja um eitt loyvi aftrat. Kenneth Rasmussen, sum søkti kommununa um dansi- og skeinkiloyvi fyri umleið hálvum ári síðan, veit ivaleyst, at kvota er til eitt loyvi aftrat. Stórur munur Ragnar leggur dent á, at í hansara hugaheimi er stór- ur munur á at samtykkja eitt skeinkiloyvi, sum er knýtt at matstovuvirksemi og so at játta eitt skeinki- loyvi, sum er knýtt at ein- um dansiloyvi. - Var talan í sínari tíð um at søkja um skeinkiloyvi til dansivirksemi, hevði eg ikki atkvøtt fyri, sigur hann. Men hví er býráðslimurin so ímóti, at eitt skeinkiloyvi verður knýtt at dansivirk- semi? - Jú, eg meti, at her er ein stórur munur. Eg haldi tað generelt vera sera óheppið at knýta skeinking at dansi, har ungdómur samlast. Tað hevur víst seg í fleiri førum, at hetta sampakkar ikki væl. Vit hava eitt talandi dømi um hetta her í komm- ununi, tá ið Stokkastovan hevði dans og skeinking. Hetta bleiv til eitt bøli, sum løgreglan mátti steðga. Ragnar leggur dent á, at hann er ímóti at knýta skeinking og dans saman. - Tað eru tey, sum siga, at tað ber ikki til fíggjarliga at hava eitt dansistað og onnur tiltøk fyri ung uttan so, at loyvt er at skeinkja. Men hetta hongur als ikki sam- an, og eg haldi, at hesi argumentini eru ótrúliga langt úti. Tað kann væl ikki vera rætt, at brennivín og øl skulu fíggja okkara ung- dómsvirksemi. Hetta stríðir ímóti míni sannføring. Býráðslimurin heldur, at viðurskiftini eru heilt onn- ur, tá ið talan er um mat- stovuvirksemi og skeink- ing, tí tá gongur alt fyri seg á friðarligan hátt. - Tað kann ikki saman- berast at eta eina máltíð við onkrum leskandi aftur við - og so at knýta skeinking at dansi, har ungdómur saml- ast. Ragnar ivast ikki í, at ein stórur partur av fólkinum tekur undir við hesum sjónarmiði. - Um hesi eru ein meiri- luti ella minniluti, dugi eg tó ikki at siga. Tað eru tey, sigur Ragnar, ið vísa á, at vit sum kommunalpolitikarar eiga at taka hædd fyri øllum áhugamálum í eini komm- unu. - Hetta er sjálvandi rætt – nakað langt, men vit eiga so altíð at arbeiða og taka avgerðir sambært okkara sannføring sum politikarar. Kanska eru vit vald – júst tí, vit hava ein ávísa sann- føring, sigur hann. Bilkoyring Tað eru eisini tey, sum hava ført fram, at sleppur ung- dómurin ikki at hugna sær við dansi og drekking í Runavíkar kommunu, so fara tey bara av oynni, eitt nú til Havnar, og tað førir við sær, siga tey, at bilarnir verða rullandi barrir. - Sjálvandi er tað ikki nakað, sum eg ynski, at ungdómar koyra langar vegir á náttartíð. Men eg dugi ikki rættiliga at síggja munin – at fólk í bili leita higar, tí her eru dansur og skeinking í mun til, at okkara ungdómur leitar aðrar vegir. Vandin er jú hin sami – antin tað er teirra ella okkara ungdómur, sum setir seg í bilin. Ragnar trýr heldur ikki teirri grundgeving, at verð- ur dansur við skeinking í Runavíkar kommunu, so verður harvið eisini minni koyring. - Eg trúgvi ikki, at ung- dómar generelt ringja heim til foreldrini, tá ið líður móti morgni og siga: "Eg eri fullur, kemur tú eftir mær!" Býráðslimurin vísir eisini á, at sambært rúsdrekka- lógini hava ungdómar undir 18 ár ikki loyvi at vitja dansistøð, har skeinking fer fram. - Vit kunnu skjótt koma í ta støðu, at ungdómar savn- ast við tílík støð við tí fyri eyga at fáa onkran, sum hevur neyðuga aldurin, at keypa sær rúsdrekka út við, og tað er líka so ólógligt, sum tað er at skeinkja til ungdóm undir 18 ár, sigur Ragnar Olsen. Borgara- fundur um dans og skeinking Fólk í Runavíkar kommunu, sum eru misnøgd við avgerðina hjá meirilutanum í býráðnum, ar- beiða nú við at fáa í lag ein borgara- fund í Glyvra skúla BORGARA- FUNDUR Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Sum skilst, eru fólk í Runavíkar kommunu, sum eru ímóti býráðs- avgerðini um at sýta Kenneth Ramussen dansi-og skeinkiloyvi, í holt við at skipa fyri einum borgarafundi í kommununi, sum ætl- andi verður í Glyvra skúla komandi miku- kvøld kl. 19. Yvirskriftin yvir fundin er "Trivnaður í Runavíkar kommunu", men í brævi, sum bý- ráðslimir hava fingið, skilst, at borgarafund- urin eisini skal síggjast sum eitt mótmæli ímóti viðgerðini, ið umsóknin hjá Kenneth Rasmussen hevur fingið. Líkt er eisini til, at fólk eru í holt við at savna inn undirskriftir, sum ætlanin er at handa býráðnum, tí í nevnda brævi eru reglur strikaðar, har fólk kunnu skriva undir mótmælið. Býráðslimir, sum vóru ímóti at geva Kenneth Rasmussen dansi-og skeinkiloyvi, hava fingið persónlig brøv, sum eru send á privatar adressur. Aftr- at hesum hava lesara- brøv verið í bløðunum, har borgarar hava mót- mælt avgerðini hjá einum meiriluta í Runavíkar býráði. Sosialurin fer at venda aftur til ætlaða borgarafundin. Eri ímóti at knýta dans og skeinking saman Dansi- og skeinkiloyvi í Runavíkar kommunu - Tað kann ikki vera rætt, at brennivín og øl skulu fíggja okkara ungdómsvirksemi. Hetta stríðir ímóti míni sannføring, sigur Ragnar Olsen, býráðslimur í Runavíkar kommunu Ætlandi verður borgarafundur í Runavíkar kommunu mikukvøldið í komandi viku. – Vit mótmæla viðgerðini í býráðnum av málinum um dansi-og skeinkiloyvi, siga stigtakararnir Mynd: Vilmund Jacobsen C M Y K 9 8