Sosialurinarkiv
Sosialurin 2012-06-15, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 15. juni 2012síða 7

‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Fríggjadagur 15. juni 2012 · Nr. 68 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FØROYA HANDILSSKÚLI Marknagilsvegur 77 Postsmoga 177 110 Tórshavn Tlf 317177 Fax 313374 www.fh.fo Hægri útbúgvingar á Føroya Handilsskúla Parttíðarlestur - lestrarbyrjan heysthálvan 2012 Akademiútbúgving – AÚ Á Akademiútbúgvingini ber til at seta saman lærugreinir í mun til egin ynskir og tørv. Lesandi tekna seg til eitt modul í senn og er upptøka hálva hvørt ár, tá nýggjar lærugreinar vera bodnar út. AÚ er sett saman av 6 modulum. Um tú tekur 4 modul, hevur tú lokið merkonom. Velur tú síðani at taka tvey modul afturat, hevur tú lokið Akademiútbúgving. Til ber at velja ymiskar breytir, eitt nú innan búskap, marknaðarførslu ella leiðslu. Komandi lestrarhálvu verða hesi modul boðin út: Føroya Handilsskúli í Havn Føroya Handilsskúli á Kambsdali Human resource Broytingarleiðsla Søluteknikkur Búskaparstýring í verki Upplivingarbúskapur Mánadag 18.00-21.20 Mánadag 18.00-21.20 Hósdag 18.00-21.20 Mikudag 18.00-21.20 Mikudag 18.00-21.20 Leiðaraskapur Human Resource Hósdag 18.00-21.20 Hósdag 18.00-21.20 Lestrarbyrjan er treytað av, at nóg nógv tekna seg. HD 1. partur HD 1. partur er ein grundleggjandi búskaparlig útbúgving, sum verður boðin út í samstarvi millum Føroya Handilsskúla og Århus Universitet. Útbúgvingin er sett saman av 8 modulum, ið fevna um ½-1 ár hvør, og tekur útbúgvingin 2 ár, um tú lesur innan normeraða tíð. Útbúgvingin verður boðin út annað hvørt ár, næstu ferð í september 2012 . Tá til ber at tekna seg til Vinnubúskap og Dátugreining. Undirvísingin, ið fer fram á Føroya Handilsskúla í Havn, er vanliga mánadagar og mikudagar í tíðarskeiðinum 16.00-19.15. HD 1. partur er settur saman av hesum modulum: 1. Semestur 2. Semestur 3. Semestur 4. Semestur Vinnubúskapur 10 ECTS Samfelagsbúskapur 10 ECTS Háttalæra 5 ECTS Høvuðsuppgáva 10 ECTS Vallærugrein II 5 ECTS Vinnulívsrættur 5 ECTS Dátugreining 5 ECTS Vinnubúskapur (framhald) 5 ECTS Vallærugrein I 5 ECTS HD 2. partur HD 2. partur tekur tvey ár og velur tú tá sergrein. HD 2. partur er ein diplomútbúgving, sum saman við 2 ára viðkomandi royndum, verður javnsett við bachelor útbúgvingar. Í heyst verður, um nóg nógv tekna seg, møguligt hjá føroyskum lesandi at taka sergreinina Roknskap og búskaparstýring sum fjarlestur á Århus Universitet. Fjarlesturin er skipaður á tann hátt, at føroysk lesandi kunnu síggja fyrilestrar á netinum, nakað av undirvísing er umvegis video- konferansu, eins og umboð frá Århus Universitet koma til Føroya í sambandi við lestrarbyrjan á 5. og 6. semestur. Til ber at taka allar próvtøkurnar í Føroyum. Føroya Handilsskúli tekur eyka gjald í sambandi við próvtøkur v.m. HD 2. partur, sergreinin Roknkapur og búskaparstýring, er settur saman av hesum modulum: 1. Semestur 2. Semestur 3. Semestur 4. Semestur Eksternur roknskapur 10 ECTS Búskaparstýring 10 ECTS Vallærugrein I 5 ECTS Høvuðsuppgáva 15 ECTS Vallærugrein II 5 ECTS Strategisk leiðsla 5 ECTS Skattarætt/Corporate finance 5 ECTS Seminar 5 ECTS Merkantil diplomútbúgving - MDÚ Merkantil diplomútbúgvingi – sergrein Altjóða handil og marknaðarførsla – er til tín , sum ynskir at førleikamenna teg innan sølu og marknaðarførslu við atliti at altjóða viðurskiftum. Merkantil diplomútbúgving er útbúgving, sum saman við 2 ára viðkomandi royndum, verður javnsett við bachelor útbúgvingar. Útbúgvingin tekur uml. 2½ ár um tú velur at taka alla útbúgvingina. Til ber tó eisini at velja støk modul. Undirvísingin fer fram á Føroya Handilsskúla í Havn og er millum 2-4 dagar um mánaðin fyri hvørji 10 ECTS. Fyrstu modulini verða boðin út nú og um nóg nógv tekna seg, verður lestrarbyrjan í august 2012. Merkantil diplomútbúgving verður eftir ætlan boðin út í hesi raðfylgju: 1. Semestur 2. Semestur 3. Semestur 4. Semestur 5. Semestur Kundagreining og virkiskonsept 10 ECTS Vinnu- og kappingargreining 5 ECTS Fyriskipan, háttalæra og vísindaástøði 10 ECTS Sølu og virkismenning 10 ECTS Høvuðsuppgáva 15 ECTS Búskaparligur rakstur og stýring 5 ECTS Valmodul 5 ECTS Umframt hetta bjóða vit Diplomútbúgving í Leiðslu. Útbúgvingin verður eftir ætlan boðin út aftur í 2013, lestrarbyrjan september 2013. Umsóknarfreistin til útbúgvingarnar er 10. august 2012, tó er umsóknarfreistin til HD 2. part 1. juli. Nærri kunning og innskrivingarseðlar til allar útbúgvingar eru á heimasíðu Handilsskúlans: www.fh.fo. Til ber eisini at venda sær til skúlan, um tú ynskir meiri kunning ella hevur spurningar. Skúlin er stongdur vegna summarfrí í tíðarskeiðinum 2. juli - 13. august 2012. Fyrispurningar um útbúgvingar á Føroya Handilsskúla í Havn kunnu í summarfrítíðini sendast til teldupost alk@hsh.fo Fyrispurningar um AÚ á Føroya Handilsskúla á Kambsdali kunnu í summarfrítíðini sendast til teldupost katrin.zachariasen@skulin.fo