fríggjadagur 15. juni 2012síða 8
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 15. juni 2012 · Nr. 68
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Leo Poulsen
Hon viðgekk beinanvegin,
at fortíðin og uppvøksturin
hevði ikki verið tann besti.
Hon hevði hildið saman við
einum dana frá tí hon var 18
ár í 1996. Tey búðu tá í Føroy
um, og í 2000 áttu tey ein son
saman.
Trupulleikar vóru tó í
heiminum, og tá sonurin var
hálvt ára gamal, var hann
settur í familjurøkt í tvey
ár. Barnaverndin metti, at
uppvøksturin hjá mammuni
gjørdi, at hon var illa egnað
til sjálv at vera mamma.
Eftir hesi tvey árini vóru
tey tríggjar mánaðir í barna
heimsrøkt, áðrenn ty aftur
kundu flyta í egið heim
saman.
Umleið 2004-2005 gjørdu
foreldrini av at flyta til Dan
markar. Sambært mammuni
var ein orsøk til hetta, at
har høvdu tey ikki sosialu
myndugleikarnar
upp
á
nakkan. Ein onnur orsøk var,
at tað var gott fyri dreingin
og framtíðar útbúgving, at
hava danska málið við í við
førinum.
Og tað var her, at pápin –
sambært mammuni – fekk
einsamalla
foreldrarættin
yvir
soninum.
Mamman
greiddi frá, at pápin helt tað
fór at verða lættari at ferðast
við soninum, um hann hevði
foreldrarættin.
Her hevði pápin ikki
somu frágreiðing, tí sambært
honum varð hetta fingið í
lag eftir at tey vóru komin
til Danmarkar, og at tað í
veruleikanum var eftir áheit
an frá mammuni. Hon helt,
at tað var betur, at pápin
hevði foreldrarættin um so
var, at hon ikki fór at trívast
í Danmark, men heldur vildi
sleppa heim aftur til Føroya.
Tá kundi sonurin í hvussu er
verða verandi í Danmark.
Ikki sonur mín meira
Viðurskiftini teirra millum
var ógvuliga upp og niður,
segði mamman, men tey fin
gu kortini eitt barn aftrat
saman.
Sambært
mammuni
broyttist
maðurin
nógv,
serliga seinasta hálva árið,
tá hann fekk tørn í tvær til
tríggjar vikur, so skjótt hann
fekk pening. Fyri leiðaranum
í barnaverndini í økinum
hevur mamman greitt frá, at
maðurin seinasta hálva árið
gekk í einum evigum rúsi.
Hon greiddi frá, at tá tal
an gjørdist um, at sonurin
skuldi til Føroya í summarfrí
í 2010, var tað stundum í lagi
fyri
manninum,
stundim
ikki. Tá so mamman ætlaði
við, gjørdist heilt galið, og tá
skal pápin – aftur sambært
mammuni – hava sagt við
sonin, at fór hann við mam
muni, var hann ikki sonur
hansara longur.
Upp
undir
fráferðina
gjørdist parið ósamt um ferð
ina, serliga tí pápin kravdi at
fáa eitt dato, tá sonurin kom
niður aftur til Danmarkar.
At enda gjørdi mamman
greitt, at hon tók børnini
og fór heim til Føroya dagin
eftir og kom ikki aftur. Ákær
da kvinnan greiddi frá, at
maðurin tá fór av húsum
og var ikki aftur komin, tá
tey trý fóru til Føroya um
morgunin.
Maðurin hinvegin greiddi
frá, at hann var farin til
mammu sína, fyri at skapa
»fred og ro for børnenes
skyld«.
Eisini her er stór ósemja
í frágreiðingunum hjá for
eldrunum, tí meðan mamm
an sigur seg hava gjørt pápa
num heilt greitt, at hon fór
til Føroya, segði pápin seg
ómøguligt kunna gita, hvar
mamma og børn vóru, tá
hann kom til húsa aftur.
Stór samansvørjing
Pápin var førdur sum vitni
í málinum. Hann greiddi
frá, at tey gjørdu av at flyta
til Danmarkar eftir at hann
hevði fingið endurgjald fyri
eina
ferðsluvanlukku,
og
hann tí hevði ráð at flyta.
Longu tíðliga byhrjaði ein
spírandi
samansvørjingar
teori at forma seg í vitnisfrá
greiðingini hjá pápanum.
Tá ákærin læs upp úr
einari politifrágreiðing um,
at pápin skuldi hava greitt
frá, at flutti mamman aftur
til
Føroya
við
soninum
var vandi fyri, at sosialu
myndugleikarnir
tóku
dreingin, segði hann seg
ongantíð hava sagt hetta.
Hann pástóð víðari, at frá
greiðingin var broytt, síðani
hann skrivaði undir hana.
Sambært pápanum gekk
alt upp á tað allarbesta mill
um parið fram til tveir mán
aðir undan, at mamman
stakk av. Tá broyttist hon og
alt gekk bara niður á bakka.
Partur av samansvørjing
ini var mamman at ákærdu
kvinnuni og maður hennara.
Pápin hevði hoyrt hesi bæði
tosa saman á Skype um, at
»nú høvdu tey hann, har tey
vildu hava hann«.
Pápin greiddi frá, at hans
ara ófrávíkiliga krav um at
síggja ein retur ferðaseðil
varð sleptur, eftir at parið
hevði fingið eitt gott prát.
Men tá stemningurin gjørd
ist óálviligur um kvøldið
gjørdi hann av, at fara til
mammu sína at sova.
Tað kann tykjast undar
ligt, men hóast talan var um
eina føroyska mammu rann
tað ikki pápanum til hugs, at
hon kundi vera farin til Før
oya við børnunum. Tí sam
bært frágreiðing hansara í
rættinum stóð hann púra á
berum tá hann sá, at mamma
og børn vóru rýmd.
Verjin helt ógvuliga lítið
um trúvirðið hjá pápanum,
og minti hann fleiri ferðir
á, at hann vitnaði undir
ábyrgd. Og í proseduruni
legði hann beinleiðis pápan
undir at lúgva.
Lítið ágrýtin
Tað má sigast, at danski
BURTURFLYTING Ein 33 ára gomul kvinna stóð í
Føroya Rætti fríggjadagin ákærd fyri burturflyting
av egnu børnum sínum, men sambært henni varð
tað gjørt, tí tað var tað besta fyri børnini. Verjin helt
frágreiðingina hjá pápanum hava so lítið trúvirði,
at hann beinleiðis legði hann undir at lúgva
Gjørdi tað
sum er best
fyri børnini