fríggjadagur 15. juni 2012síða 9
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Fríggjadagur 15. juni 2012 · Nr. 68
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
pápin tók alt hetta óvanliga
róligt. Hann segði seg hava
meldað málið til løgregluna
í Norðurjútlandi einaferð í
august, men har skuldi hann
hava fingið at vita, at vóru
børnini burturflutt uttan
lands, so var einki at gera.
Í februar árið eftir – í
2011 – hevði hann tó tikið
seg saman og meldað málið
til løgregluna. Hesaferð var
tað tó próvfast, at málið var
meldað og ikki sum í august,
har einki prógv fyriliggur, at
pápin skal hava tosað við løg
regluna yvirhøvur. Einki orð
í døgnrapportini.
Tað hevur síðani verið eitt
ávíst samskifti millum pápan
og børnini umvegis Skype,
og pápin hevur greitt børn
unum frá, at hann kann ikki
síggja tey so ofta, tí ráðini
eru ikki til tað.
Tá verjin hjá kvinnuni
vildi
vita,
hvussu
hann
væntaði at fáa ráð at føða og
mæta børnunum í Danmark,
tá hann ikki hevði ráð til
ein túsundkrónu seðil inn
ímillum
til
ein
sjóvegis
ferðaseðil til Føroya gjørdi
hann greitt, at hann so
sanniliga ikki ætlaði sær at
seta fór umborð á skip fyri
at síggja børnini.
Tá ákærin spurdi, um
hann hevði trupulleikar við
alkoholi svaraði hann, at tað
var einki, hann ikki sjálvur
kundi klára.
Verjin róði eisini upp
undir, at hetta allarhelst
var orsøkin til, at pápin var
raknaður við í februar, tí
hann »kanska tá varð vorðin
edrúur«.
Somuleiðis helt verjin, at
pápin hevði eina undarliga
trongd at varpa ljós á seg
sjálvan, tí ta einu ferðina,
hann var í Føroyum í sam
bandi við eitt rættarmál um
sakina, hevði BT við sær.
Nú skal dómarin so brúka
eina viku at umhugsa, antin
mamman móti betri vitan
burturflutti børnini til Før
oya, ella at bæði hon og
pápin vóru sannførd um, at
hetta var fult lógligt og fyri
mammunasa
viðkomandi
tað besta fyri børnini.
Leo Poulsen
Av teimum 40 døgunum
eru teir 10 tó treytaðir.
Harafturat skal hann
rinda eina bót upp á 4.250
krónur.
Hann er dømdur
fyri at hava koyrt útav
við kenning í Kollafirði
við einum bili, sum ongar
nummarplátur hevði og
sum sostatt heldur ikki
var ábyrgdartryggjaður.
Hetta gjørdi hann, hó
ast hann onki koyrikort
hevur, tí í 2008 er hann
dømdur at missa tað í
fimm ár fyri at koyra við
kenning
Men longu í 2002
varð hann eisini dømdur
at missa koyrikortið í tvey
ár, eisini fyri at koyra við
kenning.
Somuleiðis er hann
dømdur fyri at hava havt
eina hassjplantasju við 10
plantum heima við hús,
og alla útgerð at dyrka
hassj við, umframt at
hava turkað hassj.
Kvinnan, sum maðurin
livir saman við, varð eisini
dømd í hesum sambandi,
og tilsamans høvdu teir
264 gramm av hassjplant
um.
Harafturat er maðurin
ákærdur fyri at grovt
tjóvarí, tá ið hann stjól
eina byrsu fyri 16.000
krónur úr einum handli.
Maðurin noktaði seg
sekan í at hava koyrt ov
skjótt, og kvinnan noktaði
seg sekan í at hava havt
nakað við hassjplantur
nar at gera.
Maðurin er eisini í
aðrar mátar ein gamal
kenningur hjá løgregluni,
tí í 2002 varð hann eisini
dømdur at sita í fongsli
í tríggjar mánaðir.
Men
hann varð dømdur sekur
í øllum ákærum – uttan av
hava koyrt við ov nógvari
ferð – og tað kostar hon
um nú 40 dagar í fongsli.
Ger hann onki ólógligt
hetta næsta árið, sleppur
hann sostatt undan at sita
teir tíggju dagarnar,
men
hinar 30 dagarnar sleppur
hann ikki undan at sita.
Samstundis legði dóm
arin dent á, at hann er
tikin so ofta fyri at koy-
ra við kenning og fyri at
koyra við kenning við
ongum koyrikortið, at
hesuferð
missir
hann
koyrikortið í heili 10 ár.
Bótin á 4.250 krónur er
niðursett, og tað er bótin
hjá kvinnuni á 2.000 krón
ur eisini. Orsøkin er, at
bæði hava skerda inntøku.
40
dagar fyri fleiri
lógarbrot
Føroya rættur hevur nú dømt
ein 52 ára gamlan mann at
sita í fongsli í 40 dagar og at
missa koyrikortið í heili 10 ár
fyri ymisk alskyns lógarbrot