fríggjadagur 15. juni 2012síða 10
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 15. juni 2012 · Nr. 68
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
Sum støðan er nú, verður
fólkaskúlin ikki lagdur undir
kommunurnar at verða um
sitin.
Tað staðfestir Bjørn Kalsø,
landsstýrismaður í skúlamál
um.
Annars hevur nógv verið
tosað um at flyta umsitingina
av fólkaskúlanum úr Menta
málaráðnum, undir komm
unurnar at umsitast, so at øll
ábyrgdin fyri fólkaskúlanum
liggur hjá einum og sama
myndugleika.
Tað ger tað ikki í dag,
tí
kommunurnar
hava
ábyrgdina av skúlabygning
unum,
útgerðini,
amboð
unum og skúlabarnaflutn
inginum, men landið hevur
ábyrgdina av lærarunum og
undirvísingini.
Hinvegin
stendur
tað
eisini beinleiðis í samgongu
skjalinum, at kommunurnar
skulu yvirtaka ábyrgdina av
fólkaskúlaøkinum.
Ongin meining
Men
Bjørn
Kalsø
dugir
ikki at síggja nakra meining
í at leggja fólkaskúlan undir
kommunurnar, sum støðan
er.
Hann sigur, at skal skúlin
leggjast undir kommunur
nar, skal talan verða um
stórar og sterkar kommunur,
sum eru førar fyri at átaka
sær uppgávuna.
Men fólkaatkvøðan um
kommunusamanlegging før
di ikki til samanleggingar og
tískil dugir Bjørn Kalsø held
ur ikki at síggja nakað enda
mál í at leggja skúlan undir
kommunurnar.
Annars er ætlanin at
leggja eldraøkið undir kom
munurnar, hóast kommunur
ikki leggja saman.
Hinvegin er ætlanin at
skipa landið í nøkur sam
starvsøki, sum skulu átaka
sær uppgávuna at umsita
eldraøkið.
Men Bjørn Kalsø er ikki
sinnaður at leggja skúlan í
nøkur samstarvsøki.
- Leggja vit skúlan í
samstarvsøki, verður ábyrgd
in framvegis býtt ímillum
fleiri myndugleikar.
- Halda vit, at tað er, at
ábyrgdin er tvørlig, nú hon er
tvíbýtt ímillum land og kom
munur, verður hon kanska
enn tvørligari við at leggja
hana í kommunal samstørv,
tí tá vera enn fleiri ábyrgdar
havarar.
- Tá verða tað fleiri kom
munur,
sum
skulu
býta
ábyrgdina ímillum sín og tað
er ivingarsamt um tað verð
ur nakar bati aftur ímóti
teirri skipan, vit hava nú.
- Ábyrgdarbýtið fer fram
vegis at vera ógreitt, leggur
hann afturat.
Nógv størri umsiting
Bjørn Kalsø staðfestir somu
leiðis, at vit mugu eisini ansa
serstakliga væl eftir, at ikki
øll játtanin til fólkaskúlan
fer at verða etin upp av um
siting, men kemur næming
unum til góðar.
- Verður skúlin lagdur
undir kommunurnar at um
sita, skal hvørt øki kanska
hava sína skúlafyrisiting og
tískil er vandi fyri, at umsit
ingin fer at vera nógv størri
enn hon er í dag, kanska heil
ar sjey ferðir størri.
- Samstundis mugu vit
varðveita umsitingina, sum
er í Mentamálaráðnum og
hon er so lítil sum er, at hon
fer ikki at minkað nakað av
týdningi, hóast skúlin verður
lagdur undir kommunurnar.
- Kortini kunnu vit siga,
at uppgávurnar høvdu verið
øðrvísi, tí so hevði umsitingin
í Mentamálaráðnum sloppið
undan dagliga raksturin, tí
tað høvdu tær kommunalu
fyrisitingarnar røkt.
Umisitingin í Mentamála
ráðnum hevði sostatt verið
yvirskipað og kundi í størri
mun lagt tær stóru linjurnar
og arbeitt meiri framrættað.
Hinvegin
dugir
Bjørn
Kalsø heldur ikki at síggja
nakran trupulleika í at skipa
ein góðan skúla undir teirri
skipan, vit nú hava.
Harafturat heldur Bjørn
Kalsø eisini, at eldraøkið og
skúlaøkið eru tvey øgiliga
stór málsøki og tað er ikki
rætt at leggja tvey so stór
øki undir kommunurnar at
kalla ísenn.
Bjørn
Kalsø,
landsstýris
maður í mentamálum, fer
nú at taka upp samband við
kommunurnar um at sam
skipa skúlarnar betri.
Endamálið er at miðsavna
skúlabørnini í færri flokkar
fyri at leysgeva lærarakreftir
og pengar til.
- Endamálið er ikki at
hava yvirfyltar skúlaflokkar,
tí tað skal ikki henda, stað
festir hann.
Hinvegin staðfestir hann
samstundis, at nógvastaðni
ber tað til at samstarva betri
um skúlaflokkar, uttan at
raka dygdina í undirvísingini,
serliga har tað er stutt ímill
um skúlarnar, eitt nú í mið
staðarøkinum.
- Í økjum, har tað eru fleiri
kommunur, og tað er langt
ímillum skúlarnar, er tað tor
førari, men nakað eigur kort
ini at lata seg gera.
Støðan er tann, at verða
27 næmingar í einum flokki,
skal hann býtast sundur í
tvey.
- Tað kundi tað heldur
verið eitt betri loysn at flutt
tann eina næmingin í ein
annan skúla, har flokkarnir
eru minni fyri at sleppa und
an at skipa ein heilan flokk.
Bjørn
Kalsø
sigur,
at
hvør flokkur, sum er færri í
skúlanum, er nógvur pening
ur at spara.
-
Talan
er
um
fleiri
milliónir at spara tey 10 árini,
ein flokkur vanliga er í skúla.
- Tað er neyðugt at skil
bøta fólkaskúlan so at vit fáa
sum best burtur úr játtanini,
vit hava.
Men landsstýrismaðurin
heldur eisini, at tað eigur at
bera til at samstarva betri
um teir eldru næmingarnar.
Hinvegin ásannar hann
eisini, at tað eru kommun
urnar, sum skipa skúlan og
tískil er tað avmarka, hvat
hann kann gera.
Kortini
fer
hann
at
samskifta við kommunurnar
um betri samstarv á skúla
økinum.
Skúlin skal ikki leggjast
til kommunur at umsita
FÓLKASKÚLIN Av tí at
kommunurnar ikki leggja saman,
verður fólkaskúlin heldur ikki
lagdur undir kommunurnar at
umsitast, sigur Bjørn Kalsø,
landsstýrismaður í skúlamálum
Vil miðsavna
skúlabørn í
færri flokkar
Endamálið er ikki
at hava yvirfyltar
skúlaflokkar
Tískil er vandi fyri, at umsitingin
fer at vera nógv størri enn hon er í dag
Ongin útlegging
Verður skúlin lagdur undir kommunurnar at umsitast, er vandi fyri at umsitingin fer at verða
nógv dýrari, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum. Hann vil ikki vita av, at játtanin
til skúlan verður etin upp av umsiting ístaðin fyri at koma barninum til góðar