fríggjadagur 15. juni 2012síða 11
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Fríggjadagur 15. juni 2012 · Nr. 68
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Leo Poulsen
Stóra málið um ein barna
porno ring, sum byrjaði at
rulla í desember 2010, hevur
higartil ført til skuldsetingar,
ákærur og dóm í Amsterdam
í Hollandi.
Í desember 2010 varð
høvuðsmaðurin í ringinum,
Robert M, sum hollendsku
miðlarnir kalla hann, hand
tikin, og so fór kavablakið
rættiliga á rull.
Við sær á leiðini varð
38 ára gamli føroyingurin,
Flóvin Olsen, tikin, og í febru
ar 2011 varð hann handtikin
av hollendsku løgregluni og
skuldsettur í málinum.
Eftir øllum at døma hevur
føroyingurin játtað seg sekan
í øllum skuldsetingum undir
avhoyringunum í døgunum
eftir handtøkuna, men við
rættarmálið
í
hollendska
Amsterdam fyrst í vikuni,
noktaði hann fyri at hava
gjørt seg inn á eina níggju
mánaðar gamla pinkugentu
saman við høvuðsákærda,
Robert Mikelsons, sum er
fulla navnið.
Í kanningunum av Robert
M. Kom løgreglan fram á
fleiri sambond, sum hesin
hevði við aðrar líkasinnaðar
– teirra millum Flóvan Olsen.
Hanneloes Pen, blaðkvin
na á hollendska blaðnum,
Het Parool, hevur fylgt stóra
málinum heilt frá fyrsta degi,
tá Robert M. Varð handtikin í
desember 2010.
Hon sigur, at tað var bæði
umvegis fartelefonina og ikki
minst internetið, at Flóvin
varð drigin inn í málið.
- Serliga var tað umvegis
eitt chatrúm, at illgrunin
fall á føroyingin. Persónar í
pedofil-umhvørvinum nýta
altíð dulnevni, tá teir tosa
saman á internetinum, og
dulnevnið hjá Robert M. var
Toddlerlove, meðan tað hjá
Flóvanum Olsen var Baby
love, greiðir Hanneloes Pen
frá.
Tyngjandi prógv
Tað var upprunaliga ein
sjónvarpssending, sum festi
neistan í tað, sum skuldi
vísa seg at vera eitt mál um
umfatandi misnýtsli av børn
um heilt niður á bara 19 dag
ar gomul.
Í sendingini við goymdum
upptøkutólik sást ein smá
genta við einum figuri, sum
nevnist Miffy (Nijntje á
hollendskum). Av tí at Miffy
verður framleiddur í Hol
landi, fekk løgreglan illgruna
um, at upptøkurnar vóru
gjørdar í landinum.
Seinni stóð ein abbi so
fram og greiddi frá, at talan
var um abbadóttir hansara.
Og harfrá tók málið dik á seg.
Tað vísti seg skjótt, at
barnaporno ringurin hevur
røtur til USA, har ein Robert
Diduce í Boston eisini er
dømdur í sama ringi.
Í hesum døgum er tað so
føroyingurin, Flóvin Olsen,
sum er fyri rættinum í
Amsterdam, og fyrstu tríggir
dagarnir av tilsamans sjey
eru farnir aftur um.
Í rættinum hesa vikuna
hevur Flóvin Olsen noktað
seg sekan í at hava havt
kynsligt samband við níggju
mánaðir
gomlu
gentuna
saman við Robert Mikelsons,
sum ákæruritið annars vísir.
Somuleiðis noktar hann
seg sekan í at hava breitt út
barnapornografiskt
tilfar,
men játtar annars at eiga
telduna, har barnaporno
grafiska tilfarið varð funnið.
- Sambært ákærunum
hevur løgreglan funnið 66
filmar,
við
barnaporno
grafiskum tilfari við børnum
frá 0 til 8 ár, meðan ein partur
av filmunum vísir djórasex.
Umframt hetta hevur løg
reglan funnið eitt stórt tal
av
barnapornografiskum
myndum á telduni, sigur
Hanneloes Pen.
Sjey dagar settir av
Málið er komið umleið hálva
leið hesa vikuna, men verður
ikki hildið út í eitt.
Týsdagin var fyrsti dag
urin, tá ákærurnar vóru
lisnar upp og ein rúgva av
mannagongdum vóru fing
nar frá hondini.
Mikudagin vóru tað fyri
ein stóran part vitnini hjá
ákæruvaldinum,
serliga
løgreglufólk og serfrøðingar,
sum vórðu avhoyrd, og í
gjár, hósdagin vóru tað fyri
ein stóran part foreldur og
onnur vitni, ið vórðu av
hoyrd.
Nú verður so ein steðgur
í rættarmálinum inntil týs
dagin 26. juni og so aftur
hósdagin 28. juni. Næstsein
asti rættarfundurin verður
so 3. juli, áðrenn málið verður
endaliga avgreitt 9. juli.
- Tað er sjálvandi ilt at
meta um, hvussu hetta mál
ið fer at tørna út fyri Flóvan
Olsen. Tað telur til hansara
fyrimun, at hann heilt frá
byrjan av hevur verið hjálp
samur í kanningararbeiði
num hjá løgregluni, men
tað hevur Robert M. eisini.
Og prógvini móti Flóvanum
Olsen viga rættiliga tungt,
eri eg bangin fyri, sigur
Hanneloes Pen, blaðkvinna
á hollendska dagblaðnum,
Het Parool.
Flóvin noktar
segt sekan í
kynsligum ágangi
Tað hevur skapt stóra ørkymlan, at Kringvarpið bar tey tíðindi, at ákærdi føroyingurin
í stóra málinum um barnaporno í Hollandi játtaði seg sekan í kynsligum ágangi móti
einum níggju mánaðar gomlum pinkubarni – tí veruleikin er hin júst øvugti
Málið hevur verið kannað
í longri tíð, og sakarmálið
móti høvuðsákærda Robert
M. er liðugt. 21. mai fall
dómurin móti manninum,
sum er ákærdur fyri at hava
gjørt seg inn á 67 smábørn.
Høvuðsákærdi er Robert
Mikelsons, føddur í Riga í
Litava 14. september 1983,
men gjørdist hollendskur
ríkisborgari í 2008. Hann
varð í 2003 dømdur fyri
varðveitslu av barna
pornografiskum tilfari í
Týsklandi, meðan hann
arbeiddi í einum barnagarði
í Heidelberg.
Í 2004 giftist hann við
Richard van Olffen, einum
øðrum ákærdu í stóra máli
num um barnaporno.
Frá 2007 til handtøkuna
í desember 2010 arbeiddi
hann í ymiskum barnagørð
um í Hollandi.
Mikelsons viðgekk at
hava gjørt seg kynsliga
inn á 83 smábørn, men
varð bert ákærdur fyri 67
føri, hetta tí at nøkur av
foreldrunum ikki vildu út
seta síni børn fyri uppliv
ingini í rættinum.
Yngsta pinkubarnið var
bert 19 dagar gamalt, tá
Mikelsons gjørdi seg inn
á tað kynsliga. Ágangurin
fór fram á vøggustovuni,
har Mikelsons arbeiddi,
í heimum, har Mikelsons
ansaði børnum og heima
hjá Mikelsons og van
Olffen.
Sambært ákæru
valdinum var Mikelsons
ógvuliga ansin at fremja
ágangin í heimum, har
tjúkkar gardinur vóru fyri
vindeyguni og eingi vak
myndatól inni. Hann gavst
við at gera seg kynsliga inn
á børnini, tá tey byrjaðu at
kunna tosa.
Rættarmálið móti Mikel
sons byrjaði 12. Mars, og
dómur fall sum nevnt 21.
Mai. Robert Mikelsons fekk
18 ára fongsul.
Høvuðsmaðurin
fekk 18 ár