fríggjadagur 15. juni 2012síða 12
‹ fyrra síða allar 104 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 15. juni 2012 · Nr. 68
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ghetto Føroyar
Sosiala samveran og felags
upplivingarnar eru størstu
kvalitetirnir hjá føroysku
tónleikafestivalunum, sam
bært Knút Háberg Eystur
stein, sum lesur tónleik. - Tað
snýr seg ikki endiliga um at
hava størstu nøvnini, men at
hava ein skrá, sum hongur
saman, heldur hann.
Fólk uppliva summarið
uppá ein máta, sum tey ikki
vistu av var til, áðrenn festi
valarnir komu.
So greiður er Knút Háberg
Eysturstein, sum hevur vitj
að hópatals festivalar í Ev
ropa bæði sum tónleikari og
gestur seinastu nógvu árini,
tá hann tosar um stóru aftur
vendandi føroysku festival
arnar.
- Sjálvandi hava føroysku
festivalarnir minni fíggjar
liga orku enn stóru festi
valarnir í Danmark, men eg
haldi, at tað snýr seg um at
finna eina áhugaverda skrá,
sum hongur saman.
- Hendan æviga jagstranin
eftir stórum nøvnum virkar
nokk so drenandi. Tað fer við
so nógvum pengum og fokus,
og tí er minni til hini nøvnini,
og tað er ikki altíð, at tað so
kallaðu stóru nøvnini eru tað
bestu, heldur Knút Háberg
Eysturstein.
Funnið samleikan
Sambært ídna festivalgang
aranum hava Summarfesti
valurin og G!Festivalurin
dugað sera væl at seta
skráirnar saman seinastu
árini, og tí savnast mál
bólkurin ár undan ári.
- G! og Summarfestival
urin hava funnið sín sam
leika, og tað er flott, at tað
blívur við at rigga hjá teim
um.
Tað sum serliga ger, at
tað ber til hjá føroysku festi
valunum er sambært Knúti
Háberg Eysturstein, at teir
ikki fara eftir somu áhoyrar
unum.
- G! leggur seg nokk eft
ir teimum ungu at koma á
festival, sova í tjaldi og koyra
tað fult út, meðan Summar
festivalinum kanska er meira
familjuorienteraður og fegin
vil hava eldra ættarliðið við
eisini, sigur Knút Háberg
Eysturstein.
Stór festivalnøvn eru ikki alt
- Vit vilja fegin inn í kirkjuna
at giftast, men tað er ikki ein
bardagi vit vilja taka upp.
Okkara fremsta mál er at
broyta hjúnarbandslógina,
soleiðis at vit eisini eru um
fatað av henni, sigur Ólavur
Eysturdal, umboð fyri LGBT
í Keypmannahavn.
Fyri stuttum samtykti
danska fólkatingið at loyva
samkyndum at giftast í
kirkjunum. Harvið fáa sam
kynd somu rættindi sum
hinkynd, og frá í dag sleppa
samkynd inn um kirkjugátt
at vígast. Tó hava prestar í
Danmark møguleikan fyri
at gera av um teir vilja víga
samkyndum ella ikki. Støðan
er tó tann, at meirilutin av
donsku prestunum vilja víga
samkyndum.
Føroyski Ólavur Eysturdal
frá LGBT í Keypmannahavn
heldur hetta vera ein frálík
broyting.
- So leingið kirkjan er al
menn mugu allir borgarar
í samfelagnum hava somu
rættindi,
heldur
Ólavur
Eysturdal, sum heldur nýgg
ju lógina í Danmark vera ein
sigur fyri danir.
Men
fólkakirkjan
skal
ikki einans virka sum ein
almennur stovnur. Grundar
lagið hjá kirkjuni er kristna
trúgvin,
og
verður
hon
skúgvað til viks, so er ikki
longur nøkur meining í at
hava eina kirkju.
Tað heldur stýrislimurin
fyri føroysku Eliaskirkjuna
í Danmark, John Mortensen.
Eftir hansara tykki má eitt
mark vera fyri hvussu nógv
stjórnin skal avgera.
- Fólkakirkjan roynir at
vera so breið sum gjørligt, so
at øll kunnu kenna seg væl
komnan í kirkjuni. Trupul
leikin er bara, at fyrr ella
seinni ger man eina so opna
kirkju, at hon ikki stendur
fyri nøkrum, sigur John
Mortensen
Demokratiið
skal
ikki
valda í fólkakirkjuni, og
meirilutin hevur ikki altíð
rætt.
- Eg haldi ikki, at demo
krati skal vera í fólkakirkjuni.
Øll ritual og lærusetningar í
kirkjuni, skulu allir prestar
taka undir við, og tað skal
hava verið arbeitt ígjøgnum
leingið. Men hetta ritualið
við
samkyndum
vígslum
hevur ikki verið til hoyringar
hjá øllum prestum, so eg hal
di ikki, at meirilutin altíð
skal ráða í kirkjuni, sigur
John Mortensen.
Ólavur Eysturdal er ikki
samdur. Eftir hansara tykki
er tað týdningarmikið, at øll
eru javnsett í kirkjuni.
- Øll eru fødd til at vera
limir í fólkakirkjuni, so fyrsta
treytin má vera, at vit vera
viðfarin eins, heldur hann.
Samkynd leggja
ikki í kirkjuvígslur
Ólavur Eysturdal
John Mortensen
Knút Háberg Eysturstein